Ein av avgjørdu føroysku mentanarperlunum verður framførd í Norðurlandahúsinum í kvøld, klokkan 20.00. Og tað er ókeypis atgongd til tiltakið. Brynhildartáttur verður kvøðin í Norðurlandahúsinum í kvøld [...] uppskrift av teimum átta kendu, verður brúkt. Hákun Jacobsen í Miðvági fer at skipa, og hann plagar at brúka uppskriftina hjá Hammershaimb, sum er 238 ørindi. Tiltakið í Norðurlandahúsinum í kvøld er framhald [...] framhald av kvøldsetuni, sum var í Norðurlandahúsinum tann 24. september, har Hanus Kamban helt fyrilestur um Brynhildartátt. Tann fyrilesturin kann lesast á heimasíðuni hjá landsfelagnum hjá føroyskum
elveitingina í einum vetri við kulda og sera lágari vatnstøðu í goymslunum hjá vatnorkuverkunum. Hóast stóra innflutningin av ravmagni í 2010 og metinnflutning í januar, er elstøðan framvegis knøpp í stórum [...] umhvørvisvinarliga umlegging av orkunýtsluni og framleiðsluni, fær nógvar áheitanir frá norðmonnum, ið vilja hava ítøkilig ráð um, hvussu teir kunnu spara streym. Enova fór í januar saman við norska netfelagnum [...] stórum pørtum av Norra.
Í Japan búleikast fleiri hundraðtúsund fólk í skúlum og ítróttarhøllum, tí húsini, sum tey búðu í, vórðu oyðiløgd í jarðskjálvtanum ella skolað burtur í flóðalduni. Myndugleikarnir siga, at umleið 380 [...] flýdd úr økjum, sum fóru serliga illa av flóðalduni, og at onnur 210.000 eru flutt burtur frá kjarnorkuverkum orsakað av vandanum fyri geislavirknum leka. Tað er vetur í Japan, og veðurmenninir siga frá kaldari [...] kaldari veðri teir næstu dagarnar. Japanska deildin av Reyða Krossi hevur latið neyðstøddum 70.000 teppi, men enn eru mong, sum ikki hava fingið ta neyðugu hjálpina, tí nógvastaðni er alt samferðslukervið
Í Japan hava kanningar hjá myndugleikunum víst, at tað er 1250 ferðir so nógv geislavirkið jod í sjónum úti fyri Fukushima-kjarnorkuverkinum, enn reglurnar áseta. Felagið Tokyo Electric Power Company (TEPCO) [...] ferðir størri enn tað lógarásetta hámarkið. -Talið merkir, at drekkur tú ein hálvan litur av vatni við so nógvum jodi í, røkkur tú markinum fyri, hvussu nógv eitt fólk tolir eftir einum ári, sigur ein talsmaður [...] ugleikunum. Myndugleikarnir hava oyst fleiri túsund litrar av sjógvi oman yvir reaktorarnar á Fukushima-verkinum, tí køliskipanin steðgaði av tí harða jarðskjálvtanum og flóðalduni tann 11. mars.
Hernaðarráðið í Egyptalandi kunngjørdi í dag, at tjóðartingsval verður í september og forsetaval ein ella tveir mánaðir aftaná. Talsmaðurin hjá hernaðarráðnum, Mahmoud Shaheen, segði eisini, at ráðið hevur [...] stundir til at fyrireika seg til val longu í september. Hinvegin heldur andstøðan, at Muslimski Bróðurskapurin fær ágóðan av, at tjóðartingsvalið verður longu í september, tí tað er tann einasti andstøð [...] samstundis gjørt av, at tær meiri enn 30 ára gomlu undantakslógirnar verða settar úr gildi innan tað fyrra valið. Andstøðan, sum var við til at fella Mubarak, heldur, at hernaðarráðið ger ov skjótt av, tí teir
Jackass stjørnan Ryan Dunn, er deyður í eini ferðsluvanlukku tíðliga í morgun. Tað skriva alskyns útlendskir miðlar í dag. At Ryan Dunn, sum var ein høvuðsmaður í MTV sendirøðini og filmunum um Jackass [...] undra nakran, men hann doyði nú ikki av nøkrum av teimum markbrótandi manndómsbrøgdunum, sum gjørdi hann og Jackass, heimskend. Hann doyði í eini ferðsluvanlukku í morgun, har hann, og eitt annað fólk [...] kunngjørt, doyðu. Teir koyrdu útav og inn í eina skóg, har teir raktu eitt træ og sum tað sæst, kom eldur í Porshe bilin hjá Ryan Dunn, so tað er ikki nógv eftir av honum. Ryan Dunn varð 34 ár
ólavsøku í gjár, fer at halda fram í dag. Í løtuni er tað lýtt, nakað skýggjað og so at siga eingin vindur. Tey mongu føroysku fløggini á Vaglinum hanga deyð niður fyri tað mesta. Restina av degnum sigur [...] tó, at tað verður eisini turt restina av degnum og alla náttina við. Tað lítla av regni, sum vit sóu í gjár, skuldi sambært veðurmonnunum ikki verið ein endurtøka í dag.
Seruminstitut, at í Danmark eru munandi fleiri tilburðir av sjúkuni enn vanligt. Higartil í ár hava myndugleikarnir skrásett 46 tilburðir, og tað er tað mesta í 14 ár. Ein triðingur av teimum, sum hava [...] Higartil í ár hava myndugleikarnir skrásett 46 tilburðir, og tað er tað mesta í 14 ár. Fyri nøkrum døgum síðani ávaraði heimsheilsustovnurin WHO um, at meslingar breiða seg um alt Evropa, og nú sigur Statens [...] hava fingið sjúkuna, eru eldri enn 18 ár, og meiri enn helmingurin av teimum smittaðu hava verið so ring, at tey endaðu á sjúkrahúsi. WHO sigur, fólk eru vorðin ov gáloysin við at koppseta ímóti meslingum
Í minsta lagi 42 fangar doyðu, tá eldur kom í eitt fongsul í tunesiska býnum Monastir. Nógvir av teimum fangunum, sum sluppu við lívinum, flýddu í ruðuleikanum, sum stóðst av eldinum. -Her eru nógvir deyðir [...] stendur í ljósum loga, sigur eitt eygnavitni við tíðindastovuna Reuters. Tað hevur verið sera ófriðarligt í Tunesia í seinastuni, og í gjárkvøldi valdi forsetin, Zine el-Abidine Ben Ali, at rýma av landinum [...] landinum. Seinni komu boð um, at hann er í Saudiarabia. Myndugleikarnir hava boðað frá, at forsetaval verður innan tveir mánaðir, men eygleiðarar bera ótta fyri, at víðgongdir islamistar fara at brúka ta ótryggu
hjálpa fimm skipum, sum eru føst í ísinum í Okhotska Havinum. Myndugleikarnir siga, at umleið 500 sjómenn eru umborð á teimum fimm skipunum. Trý av skipunum hava verið føst í ísinum síðani nýggjársaftan uttan [...] einar 20 fjórðingar longri úr landi. Sambært russiska flutningsmálaráðnum hava øll skipini nóg mikið av vatni og provianti, og tí er eingin beinleiðis vandi fyri manningunum, skrivar AP. Vladimir Putin, [...] forsætisráðharri, hevur tosað við manningina á verksmiðjutrolaranum Sodruzhestvo, sum er eitt av teimum fimm skipunum. Hann vissaði allar manningarnar um, at myndugleikarnir gera alt, sum gerast kann