Egyptar tvær ferðir á val í heyst

Hernaðarráðið í Egyptalandi kunngjørdi í dag, at tjóðartingsval verður í september og forsetaval ein ella tveir mánaðir aftaná. Talsmaðurin hjá hernaðarráðnum, Mahmoud Shaheen, segði eisini, at ráðið hevur samstundis gjørt av, at tær meiri enn 30 ára gomlu undantakslógirnar verða settar úr gildi innan tað fyrra valið.

Andstøðan, sum var við til at fella Mubarak, heldur, at hernaðarráðið ger ov skjótt av, tí teir nýggju flokkarnir fáa ikki stundir til at fyrireika seg til val longu í september.

Hinvegin heldur andstøðan, at Muslimski Bróðurskapurin fær ágóðan av, at tjóðartingsvalið verður longu í september, tí tað er tann einasti andstøðuflokkurin, sum er skipaður.

Egyptaland hevur ikki havt tjóðarting síðani tann 11. februar, tá herurin koyrdi tingið til hús.