500 russiskir sjómenn fastir í ísinum

Russisku myndugleikarnir hava sent tveir ísbrótarar at hjálpa fimm skipum, sum eru føst í ísinum í Okhotska Havinum. Myndugleikarnir siga, at umleið 500 sjómenn eru umborð á teimum fimm skipunum.

Trý av skipunum hava verið føst í ísinum síðani nýggjársaftan uttan fyri Kamsjatknesið, har ísurin er umleið tveir metrar tjúkkur. Hini bæði skipini eru einar 20 fjórðingar longri úr landi.

Sambært russiska flutningsmálaráðnum hava øll skipini nóg mikið av vatni og provianti, og tí er eingin beinleiðis vandi fyri manningunum, skrivar AP.

Vladimir Putin, forsætisráðharri, hevur tosað við manningina á verksmiðjutrolaranum Sodruzhestvo, sum er eitt av teimum fimm skipunum. Hann vissaði allar manningarnar um, at myndugleikarnir gera alt, sum gerast kann, fyri at hjálpa teimum.