Í minsta lagi 42 fangar doyðu, tá eldur kom í eitt fongsul í tunesiska býnum Monastir. Nógvir av teimum fangunum, sum sluppu við lívinum, flýddu í ruðuleikanum, sum stóðst av eldinum.
-Her eru nógvir deyðir fangar, og nógvir eru flýddir. Alt fongslið stendur í ljósum loga, sigur eitt eygnavitni við tíðindastovuna Reuters.
Tað hevur verið sera ófriðarligt í Tunesia í seinastuni, og í gjárkvøldi valdi forsetin, Zine el-Abidine Ben Ali, at rýma av landinum. Seinni komu boð um, at hann er í Saudiarabia.
Myndugleikarnir hava boðað frá, at forsetaval verður innan tveir mánaðir, men eygleiðarar bera ótta fyri, at víðgongdir islamistar fara at brúka ta ótryggu støðuna til at fáa størri ávirkan á viðurskiftini.