Sól og einki regn í dag!

Tað góða veðrið, sum var á ólavsøku í gjár, fer at halda fram í dag. Í løtuni er tað lýtt, nakað skýggjað og so at siga eingin vindur. Tey mongu føroysku fløggini á Vaglinum hanga deyð niður fyri tað mesta.

Restina av degnum sigur hann eisini frá sera góðum veðri. Sólin fer at skína allar dagtímarnar, og hitin fer at liggja javnur á 13 gradum. Móti kvøldið verður tað eitt sindur kaldari, har hann fer at liggja um 11 gradir.

Tey bestu veðurtíðindini eru tó, at tað verður eisini turt restina av degnum og alla náttina við. Tað lítla av regni, sum vit sóu í gjár, skuldi sambært veðurmonnunum ikki verið ein endurtøka í dag.