Í Japan hava kanningar hjá myndugleikunum víst, at tað er 1250 ferðir so nógv geislavirkið jod í sjónum úti fyri Fukushima-kjarnorkuverkinum, enn reglurnar áseta. Felagið Tokyo Electric Power Company (TEPCO) sigur, at tað er nógv geislavirkið jod-131 fleiri hundrað metrar út frá strondini, og at mongdin er 1250 ferðir størri enn tað lógarásetta hámarkið.
-Talið merkir, at drekkur tú ein hálvan litur av vatni við so nógvum jodi í, røkkur tú markinum fyri, hvussu nógv eitt fólk tolir eftir einum ári, sigur ein talsmaður hjá kjarnorkumyndugleikunum.
Myndugleikarnir hava oyst fleiri túsund litrar av sjógvi oman yvir reaktorarnar á Fukushima-verkinum, tí køliskipanin steðgaði av tí harða jarðskjálvtanum og flóðalduni tann 11. mars.