Kenda Jackass stjørnan Ryan Dunn, er deyður í eini ferðsluvanlukku tíðliga í morgun.
Tað skriva alskyns útlendskir miðlar í dag.
At Ryan Dunn, sum var ein høvuðsmaður í MTV sendirøðini og filmunum um Jackass, kann valla undra nakran, men hann doyði nú ikki av nøkrum av teimum markbrótandi manndómsbrøgdunum, sum gjørdi hann og Jackass, heimskend.
Hann doyði í eini ferðsluvanlukku í morgun, har hann, og eitt annað fólk, hvørs navn ikki er kunngjørt, doyðu.
Teir koyrdu útav og inn í eina skóg, har teir raktu eitt træ og sum tað sæst, kom eldur í Porshe bilin hjá Ryan Dunn, so tað er ikki nógv eftir av honum.
Ryan Dunn varð 34 ár










