Ein av avgjørdu føroysku mentanarperlunum verður framførd í Norðurlandahúsinum í kvøld, klokkan 20.00. Og tað er ókeypis atgongd til tiltakið.
Brynhildartáttur verður kvøðin í Norðurlandahúsinum í kvøld. Allur sum hann er. Og tað er ikki smávegis, tí hann er millum 230 og 240 ørindi, alt eftir hvør uppskrift av teimum átta kendu, verður brúkt. Hákun Jacobsen í Miðvági fer at skipa, og hann plagar at brúka uppskriftina hjá Hammershaimb, sum er 238 ørindi.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum í kvøld er framhald av kvøldsetuni, sum var í Norðurlandahúsinum tann 24. september, har Hanus Kamban helt fyrilestur um Brynhildartátt. Tann fyrilesturin kann lesast á heimasíðuni hjá landsfelagnum hjá føroyskum dansifeløgunum, Sláið Ring. Heimasíðuadressan er www.sr.fo