og soleiðis kann álitið á føroyska búskapin og búskaparliga trúvirði okkara sum heild varðveitast, sigur Edmund Joensen, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst, at landsstýrið framvegis noktar at taka støðu [...] eiga at fylgja Danmark í gjaldoyraspurninginum. Tað merkir, at Føroyar eiga at taka evruna til sín sum gjaldoyra, um Danmark velur at seta felags evropeiska gjaldoyrað í staðin fyri krónuna. Hetta sigur [...] gjaldoyrasamgongu við Danmark, og tí hevur danska støðutakanin stóra ávirkan á viðurskiftini her heima. ? Tí eigur landsstýrið alt fyri eitt at taka støðu til hetta týdningarmikla mál. Eftir okkara tykki
autoritet, t.d. ?tað er, sum eg sigi, tí at eg eri Gud og eg bestemmi? og hetta er so at siga einasta grundgeving, ið verður nýtt innan átrúnað. Gud sigur ikki hví vit skulu gera sum Hann sigur. Trupulleikin [...] øll homoseksuell fólk fortjena æviga pínslu sum revsing fyri syndir teirra. Skynsemi: Hví? Homoseksualitetur er nakað, ið fólk ikki kunnu gera við, líka sum heteroseksualitetur. Og tað skaðar ongan. Mótsett [...] ikki sær út til at hava hug at prógva hvør, Hann er. Av tí at alt hongur á, um tað veruliga er Gud, sum hevur skrivað bíbliuna (av tí at bíblian als ikki argumenterar fyri nakað av tí, hon sigur), so noyðist
bara frystar upsavørur kunnu seljast. Og tær vørurnar eru bara einir tveir føroyskir framleiðarar, sum klára, sigur Óli Jacobsen. Tískil er lætt hjá teimum at avtala prísirnar sínámillum, um teir leggja [...] at íslendingar eru dúgligari at finna marknaðir, enn vit, ella um orsøkin er onnur viðurskifti her heima hjá okkum sjálvum. Upsin er ein stórur faktor á fiskamarknaðinum og kann skjótt viðvirka til, at
nú á triðja sinni heldur til. Og tað er einki løgið, tí tað er ikki hissini arbeiði, sum liggur aftanfyri tað, sum verður sýnt fram. [...] góðum royndum. Væl móttikin og áhugin fyri tí, tey høvdu at sýna fram var sera stórur. Eisini her heima er áhugin fyri framsýningini sera stórur millum gestirnar. Talið á teimum vitjandi var nógv størri
sett skjøtul á eitt arbeiði, sum tekur rættiliga langa tíð, siga tey trý. Hvat er tað so, sum tit hava sett gongd á? ? Tað, sum eg haldi hevur størstan týdning er, at fólk, sum fáast við handaverki skulu [...] selt rættiliga nógv á sjálvari framsýningini. ? Nógvir føroyingar, sum búgva uttanlands eru heima um hetta mundið, og ein framsýning sum henda gevur teimum høvið til at finna nógv á einum stað, og tað er [...] 1997, siga tey trý. Hetta var ein roynd at gera nakað heilt nýtt fyri eina »vinnu«, sum mangur ikki hevur roknað sum eina vinnu og niðurstøðan eftir fyrstu framsýningina var at hatta skuldi roynast aftur
hvussu teimum sum heild eydnast at draga fólk, tá teir fara á pall. Til ung og tilkomin Tað er vorðin siðvenja, at vinnarin av Pop Top konsertini sleppur at spæla á ólavsøkukonsertini. Sum dømi um hesa [...] nevna Flux, sum nú eru kendir um alt landið. Í ár vunnu Phantoms og standa teir eisini á pallinum 27. juli. Hetta dámar óivað teimum yngru lurtarunum, men teimum tilkomnu nýtist ikki at sita heima. Tey fáa [...] og klaksvíkingarnir verið kendir fyri sína pallframførslu, ið als ikki hevur mist nakað, so hvørt sum menninir hava tikið uppá og eru vorðnir eldri. Væntandi hava teir okkurt ess í ermuni á ólavsøkuferðini
minst líka stuttligt, at kenna, at tað er onkur her heima, sum hevur áhugað fyri tí vit takast við, sigur hann, og vísir til fyrireikingarnevndina, sum ger eitt stórt arbeiðið fyri at fáa framsýningina at [...] ? Vit hava íblástur fyri neyðini, men tað er ikki neyðugt at hann skal koma frá onkrum, sum ger tað sama, sum vit gera, sigur Ole Jacob Nielsen at enda [...] føroysku listhandverksmentanini. ? Vit sita hvør í sínum lagi og arbeiða, og tað eru verri enn so øll, sum hætta sær undir eina stakframsýning sigur hann. Sjálvur hevur hann havt onkra, men hann fjalir ikki
Spurningurin heima á landi er sjálvandi, hvussu tað kundi bera til at tapa 6-0 móti einum liði, sum í Gundadali vísti, at tað átti at verði at tosa við, og sum má metast millum tey liðini, sum føroysku feløgini [...] málverjan, sum stóð í so uttarlaga. 2-0 var ikki nakað serligt at fara í skuggan uppá, og í fyrsta minuttinum eftir steðgin upploystist liðið hjá HB. Kai Nyyssönen, sum kom inn í Gundadali og sum hesu ferðina [...] Finnlandi í fyrrakvøldið skjótt at koma til ta niðurstøðu, at tað eru ljósár millum tað, sum landsliðið megnar, og tað, sum feløgini megna í altjóða høpi. KÍ og B36 hava møguleikan at gera niðurstøðuna til skammar
bátinum Brendan, sum Amerada Hess hevur keypt til føroyingar. Ætlanin er at venja tann rógvingarháttin, sum teir brúka á Scilly oyggjunum. Tað er Jóhan Mortensen frá oljufelagnum Amerada Hess, sum stendur á odda [...] Manningin á Eysturoyingi eru sera raskir, sum bara skulu venja ein annan teknikk, um tað eydnast til fulnar. ? Men so er fyrsta plássið heilt sikkurt heima, sigur Jóhann Mortensen. Av tí at tað er stórur [...] Jonhard Hammer Aftur næsta ár verður tað manningin á Eysturoyingi, sum fer at umboða Føroyar í kapprógvingini á Scilly oyggjunum í maj mánaða ár 2000. Eysturoyingar kláraðu seg sera væl á Scilly í ár,
løgnu nøvnini, sum verða brúkt sum eitt stokkut skjól fyri veruliga navninum, goyma seg oftast ungfólk. Men ikki bara ungfólk. Hugflogið er stórt, tá fólk skulu finna sær eitt navn, sum tey kunnu brúka [...] sokalla nick, er tað næstan altíð onkur sum veit, hvørji tey veruligu nøvnini eru. Á heimasíðuni hjá faroese_chat, sum kann finnast undir adressuni http://heima.olivant.fo/~fridberg/faroes, er ætlanin [...] brúkarar inn í senn. Metið, sum javnan verður tikið, nærkast teimum 200 brúkarunum í senn. Og tað er ilt at staðfesta, hvørji fólkini eru, sum brúka faroese_chat, men ein av teimum, sum hevur fingurin á pulsinum