Hesaferð hava ikki færri enn 70 heimavirkarar og listhandverkarar boða frá, at teir fegnir vilja vera við á framsýningini, og teir eru býttir út á 43 básar.
Av hesum eru tríggir útlendskir framsýnarar - allir úr Íslandi.
Tríggir føroyskir listhandverkarar vóru í Íslandi fyri stuttari tíð síðani og sýndu fram, tá teir høvdu sína framsýning, og teir komu aftur til Føroya við góðum royndum.
Væl móttikin og áhugin fyri tí, tey høvdu at sýna fram var sera stórur.
Eisini her heima er áhugin fyri framsýningini sera stórur millum gestirnar.
Talið á teimum vitjandi var nógv størri í fjør enn í fyrra árið, og tað er væntandi, at upp aftur fleiri fara at leita sær í høllina á Hálsi, har framsýningin nú á triðja sinni heldur til.
Og tað er einki løgið, tí tað er ikki hissini arbeiði, sum liggur aftanfyri tað, sum verður sýnt fram.