Tað er altíð onkur at finna har. Er tað ikki Twoface ella Tweetie, so er tað Sokka-Boiler ella Huldan. Faroese_chat er eitt spælipláss fyri telduskøltar, skúlanæmingar og føroyingar annars, sum eru raktir av einum lutvíst nýggjum virus, chatvirus.
Á tí ræðandi stóra og anarkistiska internetinum finnast óteljandi støð, har fólk kunnu stytta sær um stundir við at chatta ? at tosa saman frá teldu til teldu. Og tað kann gerast á nærum einum og hvørjum tungumáli og í nærum einum hvørjum samanhangi ? tað er altíð okkurt stað, sum er ognað tínum máli ella serliga áhugamáli.
Og so lata hesi fólkini fingrarnar dansa oman á telduknappaborðinum, senda eini boð fyri og onnur eftir út á tann bleiktrandi skíggjan, og millum spurningar og svar, skemt og álvara, finna tey ein feril av einum øðrum heimi; einum telduheimi, har styttsti vegurin millum tey er eitt telduknappaborð, og har 1-tøl og 0-tøl siga meira enn túsund orð.
Nýggi, fagri heimur. Burtur við brøvum, frímerkjum, telefonsamrøðum og telefaxum. Hvør hevur brúk fyri meira enn einum internetsambandi, har heimurin liggur fyri tína føtur, tá tú hevur latið telduna snara tey fýra tølini til servaran hjá Føroya Tele.
Tveita fólk á dyr
Eisini føroyingar kunnu práta saman á egnum máli á internetinum. Faroese_chat er mest vitjaða føroyska chatrúmið, og har er gongd í frá tíðliga á morgni til langt út á náttina ? ja, so at siga døgnið runt.
Prátið gongur lívliga, og aftanfyri tey løgnu nøvnini, sum verða brúkt sum eitt stokkut skjól fyri veruliga navninum, goyma seg oftast ungfólk. Men ikki bara ungfólk.
Hugflogið er stórt, tá fólk skulu finna sær eitt navn, sum tey kunnu brúka á faroese_chat. Klikkadi, Bleylum, Screwtape, Bono, Rooster, Huldan, Rurab, Pillola, Aristocrap, Eraser og Dud eru nøkur av nøvninum, tú kanst renna teg í á faroese_chat.
Men sjálvt um tað í vissan mun ber til at fjala seg aftanfyri eitt sokalla nick, er tað næstan altíð onkur sum veit, hvørji tey veruligu nøvnini eru. Á heimasíðuni hjá faroese_chat, sum kann finnast undir adressuni heima.olivant.fo/~fridberg/faroes, er ætlanin at upplýsa, hvørji fólkini eru, sum royna at stýra chatrúminum, teir sokallaðu OP?arnir. Tað eru tey, sum ansa eftir, at farið ikki verður út um mark, og tey hava møguleikan til at tveita fólk á dyr, um tað nú er neyðugt.
Og tað er tað við hvørt. Tað eru ikki øll, sum formáa at halda tunguna mitt í munninum og halda tann urbana tónan í hevd. Í lógunum fyri chatrúmið verður mælt fólki frá at bannast, at verða ónærislig ella í aðrar mátar at stoyta fólk.
Valstríð fyri at koma í tað góða selskapið
Og tað er gravgangur eftir OP-heitinum ? í roynd og veru eitt klassiskt stríð um makt og ávirkan. Nakrar ferðir um árið er OP-val, og tá skulu verandi OP?arnir velja nýggjar kollegar til tað góða selskapið.
Hetta valið hevur ført við sær illgruna um mutur, sleikjarí og korruptión, og tað eru tey, sum leggja nógv fyri í royndini at vinna sær eftirtráaða op-heitið. Tað kann í nøkrum serligum førðum næstan minna um valkampanjurnar her heima á klettunum, hóast eingin enn hevur latið seg avmyndað, meðan skjúrtuermarnar verða brotnar upp. Tað eru fyribils bara ljósareyðu valstrategarnir hjá Nyrup og Eidesgaard, sum mæla til tað.
Skrellispannin við
rakstrarópum
Seinastu vikurnar hava vit í sambandi við hesa greinina fylgt við prátinum á faroese_chat, og tað er neyvan at fornerma nakran at staðfesta, at tað er ikki altíð so áhugavert, upplýsandi og undirhaldandi, sum tað kundi verið.
Møguleiki er fyri at tosa undir tveimum eygum, og tað er ivaleyst har, at meiri álvarsamu og sigandi samrøðurnar verða førdar, meðan alrúmið, har øll kunnu skriva og lesa boðini, ofta verður brúkt sum ein skrellispann hjá teimum, sum hava hug at rópa rakstrarróp fyri onkrum ítróttarfelag ella tónleikabólki. Ja, tað er líkavið at tú sært litaða blóðstreymin í æðrunum.
Men tó so, við hvørt øsast fólk upp av sjálvstýrispráti ella øðrum heitum politiskum málum, og tá kann av og á okkurt skilagott orð fella ? okkurt sum er meira undirbygt enn markleysa hálovanin av lokala fótbóltsliðnum ella yndistónleikabólkinum; um tað so enn eru sjónligu fiskarnir úr Gøtu ella teir klikkaðu skøltarnir, har oddafiskurin er maðurin, sum pástóð, at eingin sól er til.
Nei, kanska skínur sólin ikki altíð í Gøtu, men viðhvørt raka sólstrálurnar faroese_chat. Og tað finnast nógv dømi um, at vinarbond eru knýtt tvørtur um leidningar og telefonstikk, og okkurt dømi er eisini av tí meira heita slagnum, har avleiðingarnar eru telefonsamrøður mitt á nátt og teldupostar, sum kann fáa telduskøltarnar at odna um kapp við heilarnar og innvølin í telduni.
Ein av teimum, sum vit hava tosað við, greiður frá, hvussu hann møtti síni nýggju vinkonu inn á faroese_chat.
? Tað var púra tilvildarligt, at eg kom í prát við júst hana. Vit greiddu hvørjum øðrum frá, hvørji vit vóru og har frá koyrda tað so bara, sigur ungi maðurin, sum hvørki vil hava sítt veruliga navn ella chatt-navn við í greinina.
? Fyrsta kvøldið, vit chattaðu, var sambandið hjá mær eitt sindur óstøðugt, so tá eg hevði fingið telefonnummarið hjá henni, gjørdi eg stutt og greitt tað, at eg ringdi til hana. So prátaðu vit eina løtu, og tá vit so hittust aftur á chattinum, prátaðu vit aftur saman.
Síðani hava tey bæði ungu fólkini sent teldubrøv til hvønn annan, tey hava chattað, og telefonsamrøðurnar eru so við og við vorðnar gerandiskostur. Og fyri kortum hitti tey bæði ungfólkini hvør annan, og tað spældi væl av, og chattarin, sum nú er vorðin eitt upplivilsi ríkari, hevur fingið eina staðfesting av, at internetið er meira enn ein endaleys mongd av óviðkomandi upplýsingum.
Eitt spark í teldu-
afturpartin
Faroese_chat er at samanlíkna við ein nógv traffikeraðan krossveg mitt á informatiónsmotorvegnum. Men tú sleppur undan at steðga fyri reyðum ljósi. Og rennur tú teg inn í onkran, gloymir kanska at halda høgravíkiskylduna, er ógvusligasta avleiðingin eitt spark í telduafturpartin og út av chatrúminum.
Gjøgnum allan dagin finnast nógvir brúkarar á faroese-chat, men um kvøldið kemur talið í hæddina, og tá eru so at siga altíð yvir 100 brúkarar inn í senn. Metið, sum javnan verður tikið, nærkast teimum 200 brúkarunum í senn.
Og tað er ilt at staðfesta, hvørji fólkini eru, sum brúka faroese_chat, men ein av teimum, sum hevur fingurin á pulsinum er Sokka-Boiler, sum stovnaði chatrúmið seint í 1997. Grundin til, at føroyska chattið varð bjóðað fram á netinum var fyri at geva føroyingum ein møguleika at chatta á sínum egna máli.
? Mín hóming er, at flestu fólkini eru millum 16 og 25 ár, men tað finnast bæði yngri og eldri brúkara, sigur hann ? online á chattinum.
? Nógv av fólkunum eru av Streymoynni, Eysturoynni og úr Norðoyggjum, men tað finnast brúkarar um næstan alt landið, og fleiri eru eisini at finna uttanlands.
? Hetta er ein øðrvísi háttur at vera til uppá. Á chattinum kunnu fólk koma at kennast uttan at hava fordómar mótvegis hvørjum øðrum. Í so máta er chattið øðrvísi enn veruliga lívið, heldur Sokka-Boiler.
Enda aftur í føroyska
túnatosinum
Og brúkarnir uttanlands enda ofta aftur mitt í tí føroyska túnatosinum, hitta nýggj og gomul vinfólk heima á klettunum, og staðfesta, at tað ber til at halda eitt tætt samband við føroyingar, fyri tað um bústaðurin er flata Danmark, forboðs-Svøríki ella heimstaðið hjá tí amerikanska dreyminum og Superman.
? Føroyska chattið er ein frálíkur møguleiki hjá mær at fylgja við heima í Føroyum. Eg havi fleiri vinfólk á chattinum, og frá teimum fái eg ofta tíðindi, sum ikki kunnu frættast gjøgnum fjølmiðlarnar, sigur ein av útisetunum, sum javnan er at finna á faroese_chat.
? Við hvørt rýkur tíðin avstað, uttan at tú fært nakað sum helst burtur úr, men stundum er okkurt áhugavert at frætta frá teimum, sum tú kennir. Onkur slatur, okkurt stuttligt frá vikuskiftinum ella okkurt annað.
? Og tað ber eisini til at knýta nýggj vinarbond, men av og á kann eg ivast í, um tað er rætt, at eg má leita inn á internetið fyri at finna nýggj vinfólk.
Tað finnast eingin hagtøl yvir brúkarar á føroyska chattinum, men tað eru altíð útisetar at finna millum gestirnar, og stundum kunnu teir gerast millum 10 og 20 í tali í senn.
Síggja fjesini aftanfyri
nøvnini
Í desember mánaða í fjør tóku fólkini á faroese_chat upp táttin, sum hvør fyritøka, bindiklubbur, sauna-vinir og skúlakammiratar seinastu árini hava gjørt til sín egna. Jólafrokostur, sum tað so rámandi eitur.
Hotel Muntra, har Poul Rustin dagliga brillierar við sínari framúr matgerð, varð karmurin um fyrstu jólaveistluna hjá fólkunum, sum tríva í chatkvæði á faroese_chat. Har hittust summir chattarar fyri fyrstu ferð, sóu fjesini aftanfyri tey uppfinsomu nøvnini, og fingu høvi at tosa andlit til andlit.
Og fyrr í ár skipaðu chattarar fyri symposium í Klaksvík, har nógvir av chattaranum hava sína dagligu gongd. Og tá var aftur møguleiki hjá chattarunum at hitta hvør annan, um tað so var fyri fyrstu ferð, aðru ferð, ella 87. ferð.
? Tað kann verða stuttligt at møta fólki, sum tú hevur tosað nógv við á faroese_ chat, men onkursvegna missir tað eisini sína sjarmu, at tú hittir fólkini aftanfyri nøvnini, sigur Sokka-Boiler.
Og meðan fleiri og fleiri føroyingar ferðast á markinum millum veruleika og internet, kunnu vit bara taka uppaftur eina vending, sum ein av chattarunum brúkti í eini løtu, tá inspiratiónin kom yvir hann:
Real life sucks!