Føroyar eiga at velja evruna

Nú nógv bendir á, at danir áðrenn langt umlíðir skulu velja millum krónuna og evruna, er bráneyðugt, at landsstýrið alment tekur støðu til, hvat gjaldoyra skal verða galdandi í Føroyum í framtíðini

. Sambandsflokkurin mælir longu nú til, at Føroyar fylgja Danmark í gjaldoyraspurninginum. Tað merkir, at vit skulu taka evruna, um danir gera tað.

? Hjá okkum er als ongin ivi. Vit eiga at fylgja Danmark í gjaldoyraspurninginum. Tað merkir, at Føroyar eiga at taka evruna til sín sum gjaldoyra, um Danmark velur at seta felags evropeiska gjaldoyrað í staðin fyri krónuna.

Hetta sigur Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins í tíðindaskrivi frá Sambandsflokkinum.

Viðmerking hansara kemur í sambandi við, at nógv nú bendir á, at fólkaatkvøðugreiðsla verður í Danmark um framtíðar gjaldoyraspurningin.


Týðandi mál

Politiski framsøgumaðurin hjá danska javnaðarflokkinum, Jacob Buksti, segði í farnu viku við danskar fjølmiðlar, at Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, helst longu í summar fer at áseta dagin, tá ið danir skulu velja millum krónuna og evruna.

Føroyar eru í gjaldoyrasamgongu við Danmark, og tí hevur danska støðutakanin stóra ávirkan á viðurskiftini her heima.

? Tí eigur landsstýrið alt fyri eitt at taka støðu til hetta týdningarmikla mál. Eftir okkara tykki eigur landsstýrið at greiða føroyingum og umheiminum frá, at Føroyar fara at fylgja Danmark í gjaldoyraspurninginum.

? Á tann hátt sleppa vit undan óneyðugum ótryggleika og órógv, og soleiðis kann álitið á føroyska búskapin og búskaparliga trúvirði okkara sum heild varðveitast, sigur Edmund Joensen, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst, at landsstýrið framvegis noktar at taka støðu til gjaldoyramálið.


Flyta kapital

Hann minnir á, at um fólk fara at seta spurnartekin við føroyska búskapin, so er skjótt, at kapitalur verður fluttur av landinum.

? Tað hevði verði ein sera óheppin støða at komið í, sigur Edmund Joensen í tíðindaskrivinum frá Sambandsflokkinum.