Stórur áhugi hevur verið millum tónleikabólkar at luttaka á ólavsøkukonsertini í ár. Tað hevur ikki verið lýst við, at bólkar kunnu tekna seg, men teir hava sjálvir vent sær til FUT, ið síðani hevur valt út. Ilt er sjálvsagt at velja, men talið av luttakarum er avmarkað og FUT hevur millum annað hugt eftir, hvar bólkar endaðu í Prix Føroyar kappingini og hvussu teimum sum heild eydnast at draga fólk, tá teir fara á pall.
Til ung og tilkomin
Tað er vorðin siðvenja, at vinnarin av Pop Top konsertini sleppur at spæla á ólavsøkukonsertini. Sum dømi um hesa lopfjøl fyri ungar bólkar kunnu vit nevna Flux, sum nú eru kendir um alt landið. Í ár vunnu Phantoms og standa teir eisini á pallinum 27. juli.
Hetta dámar óivað teimum yngru lurtarunum, men teimum tilkomnu nýtist ikki at sita heima. Tey fáa møguleika at hoyra yngru bólkarnar, men eisini at hoyra okkurt, ið hevur verið sæð og hoyrt av og á seinastu 25 árini.
Ólavur Presley
Úr Klaksvík koma nevniliga Ólavur Klakk Presley og hansara Dirthy Rag Rags, ið eisini eru kendir menn.
Ólavur gjørdist heimskendur í Føroyum, tá hann fyri mongum árum síðani lat seg úr skjúrtuni, og møguliga onkrum afturat, á palli. Hetta var ikki vanligt í sjeytiárunum og síðani hava fólk prátað um hetta og klaksvíkingarnir verið kendir fyri sína pallframførslu, ið als ikki hevur mist nakað, so hvørt sum menninir hava tikið uppá og eru vorðnir eldri. Væntandi hava teir okkurt ess í ermuni á ólavsøkuferðini til Havnar.
Í bólkinum eru, umframt Ólav Klakk, Hanus G. Johansen, Rudolf "Gekkur" Joensen, Sonhard Johannesen og Eliesar í Pálsstovu.
Góðir bólkar
Skal takast samanum, so eru góðir bólkar við í ár og bólkar, ið standa frammaliga í liðnum av føroyskum tónleikarum.
Umframt Phantoms og Ólav Presley & Dirthy Rag Rags eru við Mold, MC Hár, Clickhaze, Kjølar, Aria, Tangz, Wild Child og Diatribes.
ADJ Sound stílar fyri ljóðinum og longu í morgin verður farið undir at smíða pallin í Kommunuskúlagarðinum, ið verður mett, sum sera hóskandi stað at hava konsertina.
Í alt eru eini 120 fólk upptikin av at fyrireika ólavsøkukonsertina, so talan er um stórt tiltak. Í fjør leitaðu eini 2300 fólk sær á konsert á ólavsøku, men fyrireikararnir vænta eini 3000 fólk í ár og fleiri enn tað sleppa ikki inn. Atgongumerkini fáast við dyrnar, siga fyrireikararnir.