inn við stólparótina. Erling Joensen í ÍF málinum mundi síggja bóltin ov seint, og tað er ein spurningur, um hann ikki hevði megnað at runnið bóltin upp, um hann ikki hevði verið darvaður av vøddaskaða, sum [...] framvegis við í steypakappingini. Fjórðingsfinaluna vunnu teir 3-1 á ÍF, og fyri klaksvíkingar var talan um eitt væl betri úrslit, enn tað var, tá teir fimm dagar frammanundan vóru í Fuglafirði, har teir vóru [...] Fríðin Ziskason og Olgar Danielsen inn, og hesin seinni stútaði tríggjar minuttir fyri leiklok upp um málverjan til 3-1, eftir at Marek hevði vunnið bóltin á miðvøllinum og stungið til Rógva Jacobsen,
noyddist at lúta fyri grannunum í HB, vóru tað nógv, sum høvdu hug til at fílast á álopsspælið hjá B36. Um hesi vóru í Gundadali dýra biðidag, so hava tey ivaleyst broytt hugsan. Skjóta og flótandi álopsspælið [...] fjarstøðu, og bert tveir minuttir seinni skallaði Dan Djurhuus eitt innlegg frá Magna Magnussen á sama stólpa! Hetta var tó nærum tað einasta, sum vágbingar høvdu at borðreiða við í øllum dystinum. Vertirnir [...] og nógvir teirra hingu við høvdinum og skeldaðust sínámillum. Heimaliðið økti við jøvnum millumbilum um leiðsluna. Jákup á Borg skeyt sítt triðja mál til 4-0, John Petersen gjørdi tað til 5-0, 6-0 og 8-0
harmaðust sjálvsagt øll um, ikki minst landsliðsvenjarin Allan Simonsen, sum var millum áskoðararnar. B68 fleiri møguleikar í seinna hálvleiki Í seinna hálvleiki var tað fleiri ferðir um reppið, at toftamenn [...] toftamenn ikki høvdu tær stóru vónirnar undan dystinum, men sum dysturin leið, er sannlíkt, at teir harmast um ikki at hava fingið meira burturúr dystinum. Teir høvdu málmøguleikarnar, og vóru teir nakað neyvari [...] kunnu staðfesta, at teir hava trupulleikar við miðjuni og álopinum. Miðjan hongur ikki saman, og av tí sama fáa áleyparnir alt ov lítið at arbeiða við. Harafturímóti kann sigast, at HB í Jan Dam, Hans Fróða
róðurin stóð fyri framman. Nógv varð tosað um, hvat ið kundi lærast av undanfarnu róðrunum. Semja var um, at starturin skuldi eydnast betur, um nøkur vón skuldi vera um at fáa eitt heiðurligt úrslit við heimaftur [...] venjing var tað enn ógjørligt at meta um, hvussu tað mundi fara at eydnast til sjálvan kappróðurin. Báturin er væl smalri enn føroyski báturin, og verður heldur ikki róð lið um lið. Árarnar, sum lógu niður á [...] og til aðrar oyggjar við, har teir kundu leggja bátin, meðan runnið varð runt um oynna. Einaferð, tá teir høvdu runnið runt um oynna Tresco, bíðaði teimum ein heldur óvæntað sjón: »Czarurin« lá har, hann
Tá lupu teir á føroyingin. Sambært vitnunum, sum nú eru avhoyrd, tóku menninir eitt reip og bundu um hálsin á føroyinginum og fóru við honum út úr barrini. Føroyingurin var saman við einum dana, tá hann [...] avhoyra eitt triðja vitni, ið kann staðfesta, at føroyingurin og konufólkið á bensinsøluni hava víst á sama mann, og her liggur málið í løtuni, sigur Therkelsen kommiserur. Vanlig barrballada Therkelsen metir [...] hálisinum at barkatakið hevur verið sera meint. Føroyingurin varð útskrivaður dagin eftir. Spurdur um nakað politiskt liggur í hesum nú viðurskiftini millum Føroyar og Danmark ikki hava verið av teim bestu
Hetta arbeiði hansara hevur hann ongantíð kunnað nevndina her um, tíansheldur limirnar í Vága Javnaðarfelag. Á eykalandsfundi á Tvøroyri í vár bleiv hetta fyrilagt fyri limunum, og stóð at lesa í fjølmiðlunum [...] áhugan hjá limum felagsins fyri hesum tiltaki. Ein veljarakanning frammanundan fólkatingsvalinum ber á sama borð. 58% av teimum spurdu føroysku javnaðarveljarunum ynskti justeringar í heimastýrislógini í meir [...] kroppur uttan møn og merg. Jørgin Thomsen sáli hevði tá á orðið á landsfundinum í Kambsdali í 1994. Tað mundi verða hansara síðsta almenna røða, at »í Føroya Javnaðarflokki er eitt syndarligt skil«, sum tað orðaræði
gera eina lóg um flutningsstuðul til útoyggjarnar, men uppskotið fall burtur tá valið var útskrivað. Hevði hetta verið ein hjálp hjá hestbúgvum? ? Í hesum uppskotið var serliga hugsa um flutning av olju [...] ð sendir ein bil út í oynna og tískil fáa oljuna fyri sama prís, sum tey á »fastlandinum«, men tankin er góður og í tráð við tað sum eg nevndi um at gera liviumstøðurnar betri [...] 48 fólk eftir og tað eru bara 7 næmingar í skúlanum. Tá tey eru liðug við sjenda flokk fara tey yvir um fjørðin til Havnar at ganga í skúla og tað eru bert tey allarfægstu, sum koma aftur. Arbeiðið er ikki
skjalinum. Tað er meira ætlanaryvirlýsingar, um hvat skal gerast, sigur Annfinnur V. Hansen. Hann lýsir samgonguskjalið í tveimum pørtum, har annar eru um tað ríkisrættarliga og hin er vanligur politikkur [...] uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um stjórnmálanevnd, kann rúmast í hesum skjalinum. Tann búskaparliga síðan í samgonguskjalinum vísir, at danir skulu gjalda fyri broytingina. Um vit fáa sjálvstýri, eigur [...] ar eru eitt nú nógv lægri enn í hinum Norðurlondum, av tí sama. Íslendingar hava ongar verjuútreiðslur, av tí at teir hava avtalu við USA um at verja landið. Afturfyri hevur NATO fingið verjustøðir í
avgera, hvør skal umboða flokkin í landsins stjórn, má hann geva Tjóveldisflokkinum tann sama rættin, tað er ongin ivi um tað. Poul Michelsen heldur, at tað einasta rætta er, at formaður Fólkaflokksins, Anfinn [...] politikk í. ? Vit kunnu ikki tosa um høgra og vinstra í politikki fyrrenn vit hava staðfest, hvat vit sjálvi eru. ? Og tað hava vit ikki enn. Ístaðin tosa vit í løtuni bara um, hvat danir gera, ella skuldu [...] stuðlar um ymisk viðurskifti. Og øðrvísi enn tað meti eg ikki Dagblaðið. ? Men tann skrivingn er litað av hondini, sum førir pennin. Og har kemur so bara tann eina meining fram, og. Og greinin um Heina var
verið. Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur heldur lítið um tað býtið av málsøkjum, sum sum teir tríggir flokkarnir í nýggju samgonguni blivu samdir um í gjáramorgunin. Hann sigur at Finn Norman Christensen [...] gjørdi ein nýggjan bygnað í meginfyrisitingini sum byggir á seks aðalstýri. Men nú tykist tað sum um at teir tríggir samgonguflokkarnir ganga og billa sær inn, at tað ber til at sita ein seinan náttartíma [...] málum. Ikki minst tí tað kemur meiri enn so eisini fyri, at ymisk mál yvirlappað hvørt annað. Av tí sama kann uppgávubýtið blíva ógreitt. Virkar ikki nóg væl Stjórnmálafrøðingurin vísir á, at fyrisitingin