Samgonguskjalið er ikki so nágreiniligt orðað, og tað er tað góða við hesum skjalinum. Tað er meira ætlanaryvirlýsingar, um hvat skal gerast, sigur Annfinnur V. Hansen.
Hann lýsir samgonguskjalið í tveimum pørtum, har annar eru um tað ríkisrættarliga og hin er vanligur politikkur.
Tað hevur verið ført fram, at so stórar broytingar í ríkisættarligu støðu okkara ikki kunnu fremjast?
Jú, tað ber saktans til. Serliga har víst verður til fólkarættin at Føroyar eru ein tjóð og eitt fólk o.s.fr., og víst verður eisini til ST sáttmálan, at eitt fólk hevur rætt at krevja sjálvstýri, sigur Annfinna V. Hansen.
Føroyar lúka
allar treytir
Føroyar lúka øll krøv fyri at vit kunnu gerast sjálvstøðug. Vit kunnu í prinsippinum staðfesta at vit eru ein tjóð í fyrstu atløgu, fyri síðani at kasta saman aftur við danir. Tað krevur bert, at danir samtykkja hetta. Tað kann eisini gerast uttan at broyta grundlógin.a, sigur Annfinnur V. Hansen.
Hann vísir til grein 19 í grundlógini, har sagt verður, at danska stjórnin kann ikki uttan víðari geva loyvi til at danska landsmarkið minkar, uttan at spyrja Fólkatingið, sum skal góðtaka broytingina.
Danir kunnu hinvegin ikki nokta fyri hesum, tí so koma teir t.d. í bólk við gamla Jugoslavia. Tá bróta teir fólkarættsligu reglurnar. Tað er óhugsandi at teir vilja tað, sigur Annfinnur V. Hansen.
Fyrst sjálvstøðu - síðani samstarvsavtalur
Hann skilir orðingina í samgonguskjalinum soleiðis, at Føroyar verða lýstar sjálvstøðugt ríki, og at samráðingar síðani verða tiknar upp við danir samstundis. Við samtykt í Fólkatinginum og í stjórnini ger Landsstýrið síðan eina samstarvsavtalu við danir.
Eg hugsi at íslendska skipanin frá 1918 er grundarlag undir tí,sum stendur í samgonguskjalinum, sigur Annfinnur V. Hansen.
Óneyðugt við grundlógarbroytingum
Í 1918 lýsti Island seg sum sjálvstøðug tjóð, men samstundis søgdu teir seg hava felags kongshús, verju, úttaríkispolitikk o.s.fr., sigur Annfinnur V. Hansen og vísir til samrøðu við Vagn Wåhlin í Sosialinum, har sagt verður, at málið skal til fólkaatkvøðu í Danmark, av tí at grundlógin skal broytast.
Tað er ikki rætt. Eg hugsi at Wåhlin vísir til grein 20 í grundlógini, at um avgerarrætturin verður fluttur frá grundlógini, sum tilkemur fólki og stjórn, so skulu 5/6 av fólkatingslimunum samtykkja ella skal málið út til fólkaatkvøðu. Hetta verður brúkt í sambandi við ES-limaskapin.
Tað, sum nú er ætlanin er ikki at minka danska ríkið við Føroyum, men at skipa felags umsiting, sum t.d. avtalan við Ísland í sínari tíð.
Tað hevur áður verið sagt, at tað ber illa til at víðka um heimastýrislógina, við yvirtøkum o.s.fr., av tí at nøkur øki ikki standa í lógini. So kunnu vit krevja at fleiri øki verða sett inn í heimastýrislógina, men tá verður hon tambað ov nógv.
Tá ber betur til at taka Føroyar burturúr ríkisfelagsskapinum, fyri síðani at taka tey øki innaftur, sum skulu vera felags.
Í veruleikanum fáa vit tá fleiri heimildir, sum hoyra til eitt land, og síðani kunnu vit gera avtalu við danir um, hvat teir fyribils skulu umsita okkara vegna, til onnur avtala fyriliggur, sigur Annfinnur V. Hansen.
Allir flokkar kunnu góðtaka
Løgfrøðiliga ber tað væl til, men tað er ein treyt sum sagt, at báðir partar góðtaka hetta, fyri at tað løgfrøðiliga og búskaparliga skal ganga upp.
Annfinnur V. Hansen heldur ikki, at hetta samgonguskjalið er øðrvísi ella meir víðfevnandi enn at allir politiskir flokkar kunnu taka undir við tí, eisini at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um stjórnmálanevnd, kann rúmast í hesum skjalinum.
Tann búskaparliga síðan í samgonguskjalinum vísir, at danir skulu gjalda fyri broytingina.
Um vit fáa sjálvstýri, eigur uttanlandsskuldin at detta burtur. Í flestu londum, sum hava fingið sjálvstýri, hevur ogn og skuld verið gjørd upp við móðurlandið.
Dømi er, at tá tvey lond eru saman, er tað t.d. skylda hjá móðurlandinum, at allir partar av ríkinum skulu útbyggjast eins nógv.
Tað er m.a. orsøkin til at danir stuðlaðu peningaliga við at útbyggja vegakrevið í Føroyum, sum í hinum partinum av ríkinum vóru nógv meira útbygt enn í Føroyum í 50 árunum. Tað var kanska meir politiskt enn løgfrøðiligt, at danir hildu sínar skyldur, men ein orsøk var kanska henda.
Kann vera fíggjarligur fyrimunur
Kunnu vit verða blokstuðulin fyri uttan, samstundis sum vit fáa sjálvstýri?
Hugsandi er at vit fáa fyrimunir av at blokstuðulin fellur burtur, og at aðrar fíggjarligar skipanir verða settar í staðin fyri blokkin.
Danir hava júst havt ein fyrimun at vera í rikisfelagsskapi við Grønland og Føroyum. Donsku verjuútreiðslurnar eru eitt nú nógv lægri enn í hinum Norðurlondum, av tí sama.
Íslendingar hava ongar verjuútreiðslur, av tí at teir hava avtalu við USA um at verja landið. Afturfyri hevur NATO fingið verjustøðir í Íslandi, sigur Annfinnur V. Hansen.
Hann heldur, at eisini aðrar áhugaverdar oðringar í samgonguskjalinum tryggjar okkum frameftir.
Sum nú er, eru Føroyar at rokna sum eitt víðkað danskt amt. Í samgonguskjalinum stendur formliga, at henda støðan skal broytast, men tekniskt er ætlanin helst at forða dønum í at taka málsøki aftur, sum teir hava latið okkum.
Tryggja okkum
vunnin rættindi
Vit hava t.d. fingið ábyrgdina av undirgrundini, og kunnu sjálvi ráða fyri, men við hesum samgonguskjalinum er fyrilit tikið fyri, at danir ikki kunnu krevja hetta málsøkið aftur.
Staðfestir hvat hvør hevur til láns hjá hvør øðrum
Við hesum er staðfest, hvat hvør hevur til láns hjá hvør øðrum. Tað er hetta, sum vit vilja gera upp við danir nú. Um tað kallast sjálvstýri ella annað, so er tað í veruleiknaum fyri at tryggja okkara rættindi at vit nú fáa sjálvstýri, sigur Annfinnur V. Hansen.
Væntar tú at vit fáa sjálvstýri um tvey ár?
Um rætt verður farið fram, so vænti eg at meirluti verður fyri tí um tvey ár, tá fólkaatkvøðan skal vera.
Tað krevur planlegging, og at føroyingar fyrireika seg væl til samráðingar við danir.
Onnur týðandi uppgáva hjá Landsstýrinum verður at gera Føroya fólki heilt greitt, hvat tað er, sum vit skulu atkvøða um.
Er tað tá loysing vit skulu atkvøða um?
Nei, talan er ikki loysing, men sjálvstýri, sigur Annfinnur V Hansen.