Tað er vandi fyri fløkjum í Tinganesi

Tann nýggj samgongan hevur gjørt eitt øgiliga óheppið býtið av málsøkjunum. Hetta fer helst at gera umsitingina dýrari, fløktari og óeffektivari, enn hon er frammanundan

­ Eg haldi, at hetta er sera óheppið. Tað er mest sannlíkt, at avleiðingin verður, at fyristingin í Tinganesi verður báði dýrari enn neyðugt og ikki so effektiv, sum sum hon átti at verið.

Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur heldur lítið um tað býtið av málsøkjum, sum sum teir tríggir flokkarnir í nýggju samgonguni blivu samdir um í gjáramorgunin.

Hann sigur at Finn Norman Christensen gjørdi ein nýggjan bygnað í meginfyrisitingini sum byggir á seks aðalstýri.

­ Men nú tykist tað sum um at teir tríggir samgonguflokkarnir ganga og billa sær inn, at tað ber til at sita ein seinan náttartíma og gera tilvildarligar broytingar í bygnaðinum bara fyri at fáa nakrar politiskar kabalir at ganga upp.

Zakarias Wang sipar til, at tann semja, sum teir tríggir nýggju landsstýrisflokkarnir m.a. ber í sær, at summi av teimum seks aðalstýrinum verða býtt sundur.

­ Tað er serstakliga óheppið fyri fyrisitingina, at sami aðalstjóri skal standa til svars fyri tveimum ymsum landsstýrismonnum.

­ Tí tá er stórur vandi fyri at fløkja kemur í, tí í summum førum kann tað vera trupult at fáa greiðu á, hvørjum landsstýrismanni hann skal svara til í ymsum málum. Ikki minst tí tað kemur meiri enn so eisini fyri, at ymisk mál yvirlappað hvørt annað. Av tí sama kann uppgávubýtið blíva ógreitt.


Virkar ikki nóg væl

Stjórnmálafrøðingurin vísir á, at fyrisitingin virkar ikki nógv væl sum er.

­ Hon er, sum sagt, býtt sundur í seks aðalstýri, men tað er onki samstarv ímillum tey.

­ Vit hava ferð eftir ferð sæð, at eitt aðalstýri veit ikki, hvat eitt annað ger, tí tey liva í hvør sínari verð, og samskipanin ímillum tey virkar ikki.

­ Og nú at fara aftur og býta tey ymsu aðalstýrinum sundur, fer bara at gera ilt verri.

Og trupulleikarnir at samskipa arbeiðið ímillum tey ymsu aðalstýrini verða so heldur ikki minni av, at nú verða aðalstýrini í hvør sínum parti av býnum.

­ Okkurt av aðalstýrunum er flutt út á Argir - tað kundi einsvæl flutt til Suðuroyar.

Stjórnmálafrøðingurin sigur, at ein so lítil fyrisiting sum okkara krevur ein sterkan skipara og ógvuliga neyvt samstarv.

­Og fyrisitingin er ikki størri enn so, enn at tað átti at borið til at havt ein mann at staðið á odda fyri henni, sum kundi havt ábyrgdina av, at hon virkaði úti í minstu smálutum.

Hinvegin sær stjórnamálafrøðingurin ikki tann stóra vandan í, at landsstýrið verður so væl mannað, sum tað verður hóast hann heldur, at tað skuldi verið ó-neyðugt at sett átta fólk út í Tinganes.

­ Í veruleikanum verða tað bara ein landsstýrismaður til hvørt av teimum seks aðalstýrinum.

Tann sjeyndi landsstýrismaðurin verður eitt slag av uttanríkisráðharra, uttan eitt ávíst stýri. Og løgmaður fær næstan ongi ávís málsøki, sum ikki hoyra til løgmansdeildina.


Ein fløkja

Zakarias Wang sigur, at avleiðingin av, at býta aðalstýrini i sundur, sum tað nú er ætlanin, kann skjótt blíva ein øgilig fløkja í fyrisitingini, tí nú verður sundurbýtið í bygnaðinum hjá Finn Norman Cristensen broytt og tað kann skjótt gera, at ábyrgdarøkini verða ógreið.

­ Tað er tí vandi fyri, at fyrisitingin verður báði óeffektivari og dýrari, enn neyðugt. M.a. tí, at tann nýggi landsstýrismaðurin væl skal væl eisini hava eina fyrisiting.

­ Men tað er sum sagt ein avleiðing av báði stýrisskipanarlógini og tí bygnaði, sum Finn Normann Christensen hevur skipað.

­ Tað mest nátúrliga eftir skipanini, sum er hevði verið eitt landsstýrið við einum løgmanni, sum ongi málsøki hevði, men sum samskipaði og hevði ábyrgdina av at fyrisitingin virkaði, og so seks landsstýrismonnum, sum stóðu á odda fyri hvør sínum aðalstýri.


Skuldu havt amerikansku skipanina

Zakarias Wang er tí komin til ta niðurstøðu, at at í ávísum førum er nýggja stýrisskipanin ikki serliga heppin.

­ Hon ger ein misjavna ímillum Løgtingið og Landsstýrið, sigur hann.

­ Stýrisskipanin sigur, at Løgtingið skal velja løgmann eftir eini heilt ávísari mannagongd. Síðani útnevnir løgmaður landsstýrismenninar.

­ Men landsstýrismenninir sita bara uppá Løgmansins náði, tí Løgmaður kann koyra teir frá, táið hann vil.

­ Tað hava vit sæð og koma at síggja meiri til.

Zakarias Wang heldur, at tað er merkiligt, at ein løgmaður, sum løgtingið hevur valt, kann koyra landsstýrismenn frá, heilt uttanum løgtingið.

Hann heldur, at tað hevði verið rættari at sett tað amerikansku skipanina í gildið í Føroyum.

­ Eftir er forsetin fólkavaldur og hann útnevnir sínar egnu ráðharrar at stýra hansara vegna.

­ Hann hevur heimild at koyra teir frá táið hann vil. ­ Men skal hann útnevna nýggjar ráðharrar, skal senatið góðkenna teir.

­ Skuldu vit sett eina líknandi skipan í gildið í Føroyum, skuldu vit valt løgmann - ella forseta, táið vit hava fingið sjálvstýrið - beinleiðis.

­Hann hevur so ábyrgdina av stýrinum og útnevnir sínar ráðharrar.

­ Men teir skuldi løgtingið so góðkent.