KÍ er framvegis við í steypakappingini. Fjórðingsfinaluna vunnu teir 3-1 á ÍF, og fyri klaksvíkingar var talan um eitt væl betri úrslit, enn tað var, tá teir fimm dagar frammanundan vóru í Fuglafirði, har teir vóru glaðir fyri at sleppa til hús aftur við einum stigi eftir málleysan javnleik.
Fuglfirðingar, sum høvdu Piotr Krakowski á forstopparanum, tí Torstein Joensen var leikbannaður, høvdu lyndi til at detta aftur á vøllin, verjan var sein út aftur, tá teir endiliga høvdu fingið tak á bóltinum, og tí gjørdist álopsparturin fyri tað mesta tunnur.
KÍ hevði bóltin nógv mest, men teir spældu seg ikki til nógvar upplagdar málmøguleikar. Tað gekk illa at fáa ferðina nóg høga, og tað darvaði, at ov nógvar sendingar vóru ov lítið neyvar.
Arnold Joensen royndi at seta ferð á, tá hann bjóðaði seg til í borðunum, har Harley Bertholdsen og John Hansen vóru álopshugaðir, men tað var rár hending, at teir við ferð komu til baklinjuna og sendu innfyri.
Heðin á Lakjuni var á toppinum saman við Rógva Jacobsen. Stóra styrkin hjá Heðini er skjótleikin, og skal nytta fáast burturúr honum, so skal uppspælið leggjast soleiðis til rættis, at bólturin við stórum neyvleika verður stungin innum, soleiðis at tað ber til hjá skjóta álopsmanninum at kapprenna við verjuna.
Tað vóru fáir ella ongir sovorðnir bóltar, men allíkavæl var tað Heðin, sum setti hol á, tá fyrra umfarið var hálvrunnið. Fyrst tiltuskaði hann sær eitt horna í vinstru, og so var hann fyrstur á innlegginum við fremra stólpa og stútaði hegnisliga í kassan.
KÍ dovnaði
Eftir málið dovnaði heimaliðið, ÍF kom meiri við, og hóast teir so at siga ikki spældu seg til møguleikar, so megnaðu teir at javna. Bartal Eliasen smekkaði til úr 28 metrum, og bólturin sat í nettakinum aftanfyri ein í hesum førinum ov passivan málverja.
Seinna umfarið var leingi rótut. Marek Wierzbicki ? hevði týdning á sentrala miðvøllinum, men megnaði ikki nóg væl at snara spælinum við síðuskiftum ? legði KÍ framum aftur, tá hann sendi flatt og spakuligt úr 21 metrum og dygst inn við stólparótina. Erling Joensen í ÍF málinum mundi síggja bóltin ov seint, og tað er ein spurningur, um hann ikki hevði megnað at runnið bóltin upp, um hann ikki hevði verið darvaður av vøddaskaða, sum hevði við sær, at hann so at siga ikki sparkaði bóltin men bara tveitti hann. Fyritreytirnar hjá ÍF versnaðu uppaftur meiri, tá landsliðsmaðurin Bartal Eliasen fór av vøllinum við koyktum fóti. KÍ skifti Fríðin Ziskason og Olgar Danielsen inn, og hesin seinni stútaði tríggjar minuttir fyri leiklok upp um málverjan til 3-1, eftir at Marek hevði vunnið bóltin á miðvøllinum og stungið til Rógva Jacobsen, sum legði uppá tvørs til Olgar.
KÍ-ÍF 3-1 (1-1)
1-0: Heðin á Lakjuni
1-1: Bartal Eliasen
2-1: Marek Wierzbicki
3-1: Olgar Danielsen









