Eftir dystin í Gundadali seinasta sunnudag, tá ið B36 noyddist at lúta fyri grannunum í HB, vóru tað nógv, sum høvdu hug til at fílast á álopsspælið hjá B36. Um hesi vóru í Gundadali dýra biðidag, so hava tey ivaleyst broytt hugsan. Skjóta og flótandi álopsspælið hjá meistarunum virkaði til fulnar, og tunga VB-verjan hevði frá fyrsta bríksli trupult við at fóta sær.
Skjót leiðsla
Tað vóru bert fýra minuttir leiktir, tá ið B36 legði seg á odda. VB-málverjin kiksaði eitt útspark til John Petersen, og hann sendi bóltin beinanvegin til Jákup á Borg, sum umvegis handara stólpa legði B36 á odda 1-0.
VB var tvær reisur nær við at javna. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki skeyt Magni Magnussen eitt brandskot á stólpan úr 20 metra fjarstøðu, og bert tveir minuttir seinni skallaði Dan Djurhuus eitt innlegg frá Magna Magnussen á sama stólpa! Hetta var tó nærum tað einasta, sum vágbingar høvdu at borðreiða við í øllum dystinum.
Vertirnir úr Havn løgdu seg á odda 2-0, tá ið 33 minuttir vóru leiktir. Tomislav Sivic, sum minuttin áðrenn hevði rakt stólpan, spældi bóltin úr vinstru inn í málteigin hjá VB, og har stóð John Petersen og prikaði bóltin afturum Bjarna Johansen í VB-málinum til hálvleikstøðuna 2-0 til B36.
Seinni hálvleikur
eitt stórt B36-álop
Í seinna hálvleiki var tað einvegis ferðsla ímóti VB-málinum. Teir svørt/hvítu B36-leikararnir spældu VB-verjuna sundur og saman, og tað vóru bert leiktir fimm minuttir av seinna hálvleiki, tá ið B36 kom á odda 3-0. Jákup á Borg gjørdist leysur, og hann skeyt bóltin framvið Bjarna Johansen og í málið. Hetta málið tók púrasta luftina frá vágbingum, og nógvir teirra hingu við høvdinum og skeldaðust sínámillum.
Heimaliðið økti við jøvnum millumbilum um leiðsluna. Jákup á Borg skeyt sítt triðja mál til 4-0, John Petersen gjørdi tað til 5-0, 6-0 og 8-0, meðan innskifti Sigfríður Clementsen gjørdi málið til 7-0. B36 kundi havt vunnið meira, og tað var stórt spell, at Jens Kristian Hansen ikki fekk mál í 80. minutti eftir frálíkt samanspæl við John Petersen, men í tí førinum bjargaði Bjarni Johansen í VB-málinum. Jens Kristian, sum leikti í miðverjuni hjá B36, kom annars fleiri ferðir í seinna fram í álop, og tað ørkymlaði bara enn meira tí veiku VB-verjuna.
Meistaraspæl
frá meistarunum
Sum áðurnevnt, so sýndi B36 frálíkt álopsspæl ímóti vágbingum, men tað var ikki bert í álopinum, at teir spældu væl. Á miðvøllinum spældi Pól Thorsteinsson ein góðan dyst móti gomlu liðfeløgunum hjá sær, og eisini Mikkjal Thomassen kom væl frá dystinum. Men tað vóru serliga teir báðir Jákup á Borg og John Petersen, sum leiddu tankarnar aftur á seinasta kappingarár, tá ið havnarfelagið vann sítt fyrsta meistaraheiti síðani 1962.
B36-VB 8-0 (2-0)
1-0: Jákup á Borg
2-0: John Petersen
3-0: Jákup á Borg
4-0: Jákup á Borg
5-0: John Petersen
6-0: John Petersen
7-0: Sigfríður Clementsen
8-0: John Petersen