? Hetta er »óalmindiliga« gott. Og eg seti stórt álit á, at hetta verður framt.
Poul Michelsen, fyrrverandi løgtingsmaður og býráðsformaður í Havn fyri Fólkaflokkin, tekur fult undir við ætlanunum í nýggja samgonguskjalinum um føroyskt sjálvstýri.
Og hann heldur eisini, at hetta er tað fyrsta, sum eigur at verða gjørt.
? Eg rokni við, at allar kreftir verða brúktar uppá at fáa tey ríkisrættarligu viðurskiftini avgreidd, tí eg haldi, at tað er fyrst og fremst hetta, sum samgongan stendur fyri.
Poul Michelsen sigur hinvegin, at tann búskaparliga og vinnuliga partin í samgonguskjalinum hevur hann ikki sett seg so nógv inn í tí hann heldur, at tann parturin er komin í aðru røð.
So breitt sum gjørligt
Poul Michelsen var býráðsformaður í Havn frá 1980-92 og hann var løgtingsmaður frá 1984-90.
Men harumframt hevur hann havt nógv álitisstørv fyri Fólkaflokkin.
Hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at tað verður so stór undirtøka sum gjørligt í Løgtinginum fyri teimum ríkisrættarligu broytingunum, sum skulu gerast.
Tí heldur hann, at tað hevur stóran týdning, at Javnaðarflokkurin onkusvegna kemur uppí arbeiðið, og fær sett síni fingramerkið á tað, sum støða skal takast til á fólkaatkvøðunum, soleiðis at tað eisini hevur ein møguleika at fáa undirtøku frá einum stórum meiriluta í fólkinum.
Sjálvur heldur hann, at vit eiga at fáa okkum so nógv sjálvstýri sum gjørligt.
Men eftir, hvat hann skilir, liggur Javnaðarflokkurin so tætt at teimum semjum, sum eru gjørdar í samgonguni, at tað eigur at bera til at hann fær ein virknan leiklut í arbeiðnum, so at hann eisini fær ávirkan á tað.
? Men tað má verða eitt veruligt samstarv. Tað skal geva eina meining, annars skal hann ikki takast við. ? Men vil javnaðarflokkurin veruligar broytingar, er eingin sum helst orsøk til at halda hann uttanfyri, tvørturímóti.
Kann ikki prógvast
Poul Michelsen sigur, at tað politiska arbeiðið, sum skal gerast tey komandi árini, fer at krevja nógv av politikarum.
? Men tað ber ikki til at prógva við tølum, at sjávstýrið »ber seg«.
? Tað ber ikki til at rokna seg fram til, hvussu eitt sjálvstýrið skal »bera seg« fíggjarliga. ? Sjálvstýrið er nakað, tú mást trúgva uppá. Men eg eri eisini púra vísur á, at sjálvstýrið fer at føra við sær, at fólkið fer at kenna størri ábyrgd á sær, so at vit vera dugnaligari til tað, vit gera.
Ætlanin at forkoma samgonguni
Annars harmar tað Poul Michelsen, at Dagblaðið, serliga nú í eini samráðingarstøðu, prentar eina grein, sum hana, ið stóð í blaðnum í gjár, har formaður Tjóðveldisfloksins á tingi, Heini O. Heinesen, verður kallaður óbrúkiligur sum landsstýrismaður.
? Hatta harmar meg, at slíkt stingur seg upp - uttan so, at greinskrivarin veit okkurt, sum eg ikki veit.
? Men hatta virkar so »malplaserað«, sum tað yvirhøvur kann vera.
? Hvør hevur rættin til at ráða hjá sær sjálvum. ? Heldur Fólkaflokkruin seg hava rætt at avgera, hvør skal umboða flokkin í landsins stjórn, má hann geva Tjóveldisflokkinum tann sama rættin, tað er ongin ivi um tað.
Poul Michelsen heldur, at tað einasta rætta er, at formaður Fólkaflokksins, Anfinn Kallsberg, boðar frá, at flokkurin tekur ikki undir við skrivingini í Dagblaðnum.
? Tí tað hevði verið stór skomm at latið hesa samgonguna farið nú, heldur fyrrverandi politikarin hjá Fólkaflokkinum
Halda fram í somu suppu
Tað stendur ikki, hvør ið hevur skrivað greinina, men stílurin er so eyðkendur, at fáur ivast í, at tað er sjálvur ábyrgdarblaðstjórin, Óli Breckmann, sum hevur ført pennin.
Poul Michelsen sigur, at eftir hansara tykki kann endamálið hjá høvundanum ikki vera annað enn ein roynd at beina fyri hesi samgonguni.
? Bara skrivingarlagið er nokk fyri meg. Tað er kent og mær dámar tað ikki.
? Eg haldi at tað er skilligt, at greinskrivarin hevur ongantíð viljað havt hesa samgonguna.
? Og tað er væl tí, at hann vil heldur vil hava eina aðra samgongu.
? Heldur hevur greinskrivarin viljað, at vit skuldu hildu fram í somu suppuni, sum higartil, og so fyristilla sær at vit føra borgarligan politikk.
? Men tað ber ikki til at føra borgarligan politikk í nøkrum sum vit slett ikki hava, nevniliga einum landi at føra politikk í.
? Vit kunnu ikki tosa um høgra og vinstra í politikki fyrrenn vit hava staðfest, hvat vit sjálvi eru.
? Og tað hava vit ikki enn. Ístaðin tosa vit í løtuni bara um, hvat danir gera, ella skuldu havt gjørt í Føroyum.
? Tað er heilt burturvið at tosa um vinstra og høgra í politikki, so leingi vit ikki hava avgreitt okkara viðurskifti við Danmark.
? Og nettupp tað er tað einasta, sum hevur týdning í løtuni, tí fortreytin fyri at føra borgarligan politikk er, at Føroyar eru sjálvstøðugar. Tað, sum verður kallað borgarligur politikkur í dag, hevur onki við borgarligan politikk at gera.
? Og táið tað er hent at vit hava fingið fullveldið, síggi eg fyri mær, at tað vera tveir stórir flokkar í Føroyum, Fólkaflokkurin á høgravonginum og Javnaðarflokkurin á vinstravonginum. Tá er tann parturin í føroyskum politikki sum eitur Samband og tjóðveldið burtur.
Nú hevur hetta verið tónalagið í Dagblaðnum seinastu 20-25 árini. Um Fólkaflokkurin er so hart ímóti skrivingarlagnum, sum hann sigur, eigur hann so ikki at gera upp við blaðstjóran og politikaran?
? Ja, vit kenna tónan aftur. Men vit búgva í einum frælsum landi, og pennurin er frælsur.
? Og at gera inntriv í tað, hevði verið tað reina hasard og hevði bara givið slíkari skriving enn meiri vind í seglini. Tá er tað klókari at lata sum onki í mest møguligan mun.
Poul Michelsen sigur, at hann er eisini sannførdur um, at í longdini yvirliva slík bløð ikki leingi. ? Dagblaðið er eisini hildið uppat fleiri ferðir. Og tað av góðum grundum. Eg haldi ikki, at tey flokspolitisku bløðini tæna nøkrum endamáli.
? Eg haldi, at tess meiri ein pressa virkar sum pressa, tess gagnligari er hon.
? Hinvegin kunnu flokkar hava eitt slag av »floksblaði«, ella »limabaðið« at upplýsa limir og stuðlar um ymisk viðurskifti. Og øðrvísi enn tað meti eg ikki Dagblaðið.
? Men tann skrivingn er litað av hondini, sum førir pennin. Og har kemur so bara tann eina meining fram, og. Og greinin um Heina var so ein meining, uttan at tað harvið er floksins meining, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at nú fáa vit at síggja, hvussu leingi Dagblaðið heldur á.
? Eg vóni tað heldur fram. men eg vóni, at stílurin verður lagdur um til tað, sum vit eru meiri von við seinastu árini og at mál verða lýst frá ymsum síðum.