“tað gongur nokk”, sjálvt um tað ikki altíð sá so positivt út hjá AB. Kristian, takk fyri alt vit høvdu saman. Takk fyri tey stóru upplivilsir, sum vit í Haldórsvíkar sókn fingu bæði við sjónleiki og kapp-róðri [...] skarpan gang. So kemur tann stóra løtan, sum vit hava bíða eftir, Niels Juul Arge, við síni frálíku rødd, varpar út. Jú, Víkarbáturin var einaferð enn vinnari og øll sóknin gleddist um úrsliti. Góði Kristian [...] tómrúm í míni heimbygd. Mínir tankar leita til tykkum, Lenu og børnini Tórhild, Conny, Johnny, Mariu og beiggjarnar Mikkjal og Pól við familju. Tit hava mist ein góðan mann, pápa, abba og beiggja. Bygdin
giftast, spurdi pápi okkara Kurt, um hann væntaði, at tey blivu í Føroyum, og um so var, um hann kundi hugsað sær eitt starv í Skálabúðini. Tey giftust í 1971, og fingu tey døturnar Ann og Lis. Kurt arbeiddi [...] og amen er kærlighed. Vit hugsa um tykkum Kirstin, Ann, Lis, Fróða og ommu- og abbabørnini, ið hann var so errin av. Harrin styrki tykkum í sorgini. Ære verði minni um Kurt Hansen, ”vit sakna teg.” Ása [...] var inni hjá okkum tá, tók soleiðis til: ”Tit hava mist ein góðan mann, hann hevur verið trúgvur í sínum arbeiði,” og tað mugu vit, ið varða av Skálabúðini, so sanniliga taka undir við – ein trúgvur st
nógvum økjum. Hann visti nógv um søgu og mentan, var áhugaður í útbúgving og skúlaskapi, hevði stóran áhuga í landbúnaði og samfelags-viðurskiftum - og so var hann løgfrøðingur um ein háls. Kári var ongantíð [...] Leygardagin 14. februar fingu vit boðini um, at Kári á Rógvi var farin frá okkum, einans 41 ára gamal. Tað er framvegis ófatuligt, at hesin hugdjarvi, gløggi og vitandi maðurin ikki longur er okkara millum [...] ivi er tó um, at kona, børn og familja sakna hann nógv mest. Vit vóna, at øll tey góðu minnini, sum vit hava eftir Kára, fara at gera tað lættari hjá tykkum at liva við sorgini og sakninum. Tit hava okkara
óansæd hvar tú vart um tad vóru sjúkrasystrar, læknar ella vinir so vitnaði tú um Jesus. Vit hava nógv góð minnir um teg, tad var familjan sum tú elskadi og tá ið abbabørnini komu vart tú so stoltur, tað vóru [...] sjúkralegu bleiv tú fluttur heim og tíni kæru vóru rundan um teg, tad var eitt gott farvæl. Vit fingu at síggja hvussu tú fórt herfrá vid einum smíli um varrarnar og pínan fór. Vit sum sita eftir, vita gott [...] gott at tú ynskti at verða hjá okkum longri men sum tú so ofta segði ”Gud er tann sum ræður, um hann gerð meg frískan ella tekur meg heim” tú hevði ein innarligan frið, sum ikki var til at skilja. Tað kann
er sagt um ein stað í tí høga soleiðis byrjaði fyrsti sálmurin í Glyvra kirkju týsdagin 11. apríl henda dagin, vit skuldu siga farvæl við Linhild, okkara starvsfelaga. Sjálvt um dagurin var so dapur fyri [...] kenslubornu talu við jarðarferðina. Hesi orð fingu vit so eisini at sanna, nú Linhild ikki longur er millum okkum. Tað er ikki av tilvild, at sálmurin Mær er sagt um ein stað í tí høga var sungin í kirkjuni [...] leita til tín Hera og børnini Louis, Siri og Jannu, sum hava mist so ómetaliga nógv, men eisini hevur eftirlatið so nógv góð minnir og sum tit skulu byggja lív tykkara víðari á. Linhild er tí landi ei tár
aftur á hond likamliga, men kundi hon gleðast um at hava øll síni rundanum seg. Eins og hon so mangan var tykkum góð og holl í umstøðum, kundu tit nú fjálga um hana, sum veikurin alsamt linkaði. Serstakt [...] Jesusi. Kæru tit synir og øll hennara kæru. Tit kunnu við stoltleika og takksemi minnast Marjun og alt hon var fyri tykkum, og hóast saknurin framvegis er svárur, kunnu tit liva við fullari vissu um, at ein [...] barnaheimið, og var um foreldrini Jonu og Malvinus alla tíðina til tey doyðu ávikavist í 2002 og 2006. Eftir at hava fingið yngsta sonin í apríl 1976, hugsaði Marjun beinanvegin um at finna sær eitt nýtt
líða órætt. Sjálvt um tit eingi børn fingu, so høvdu tú og Egil Tinu, Inga og Jákup Eli sum tykkara egnu børn. Tú vart sum ein mamma fyri tey øll. Tit snakkaðu um tey, sum um tit áttu tey, og eg veit, [...] tú vart so glað fyri jólini. Sjálvt um tú vart blivin sjúk aftur síðstu jól, so hevði tú alla familjuna úti hjá tykkum jólaaftan, og eg veit, at tú vart so glað fyri tað. Tú vart altíð so kedd um, at tú [...] men tú snakkaði um tey líka til tað síðsta. Tú var so glað um, at Tina, Kára og Hanna komu heim at vitja teg. Eg minnist tann dagin, Allan fór við Sundabergi. Hann var úti hjá tær um dagin og segði farvæl
Vernu og í 1994 fingu tey dóttrina Amandu. Vit eru mong íð minnast samrøðuna, Tórur Mikkelsen morgunin eftir hevði í Útvarpinum við Martin og hansara lýsing av, hvussu eitt barn eftir tveimum so ymiskt littum [...] littum foreldrum kundi síggja út. Eingin íð lurtaði kundi vera í iva um útsjóndina á hesum undurbarni. Í 1999 fingu tey eisini sonin Jónberg. Tað var uttan iva eisini hesi trý – konan og børnini – íð lógu [...] hjá okkum øllum. Hetta hava verið strevnir dagar, men tit hava gingið undan við at vísa okkum, hvussu vit kunnu koma víðari. Vit hava fingið lyftir um, at tað vera ikki lagdar størri byrðar á okkum enn vit
sorgfullur dagur, tá vit fingu boðini um, at tú ikki var her meira. So tað er við tungum hjarta eg skrivi hesi minningarorð um teg, kæra vinkona, men tað hevði verið betur, um tað var ein onnur gleðilig [...] eisini, og at tit vóru ógvuliga glað fyri hvønn annan, ivaðist ongin í, sum kendi tykkum bæði. At tit gleddu tykkum nógv til, at Hans skuldi pensionerast, tit høvdu nógvar planir og so skuldu tit njóta tað [...] føroyskum mati, tí so vildi tú kóka ein góðan bita til okkum. Og so var, og ongin ivi um, at tað kom væl við hvørja ferð og vit føldu okkum sum heima hjá tær og Hans. Tit vistu ikki, hvussu blíð tit skuldu vera
Tað kom okkum øllum dátt við, tá vit um morgunin 4. juni frættu, at Nancy var deyð 76 ára gomul. Hetta kom so brádliga, tí so seint sum kvøldið fyri hevði hon verið úti í urtagarðinum og fingist við eitthvørt [...] tey, sum um morgunin sneiddu niðan við húsunum til ein kaffimunn og eina hugnaløtu. Eisini var Nancy sera arbeiðssom og røkin. Hon helt alt so snøgt bæði inni og úti. Nú hon fór, var tað sum um, at hon [...] verbørnum, ommubørnum og langommubørnum, sum hava mist tað menniskjað, sum tit í felag kundu savnast um. Friður veri við minninum um Nancy Langgaard. Amanda.