Minningarorð um Kára á Rógvi

(1973 – 2015)


Leygardagin 14. februar fingu vit boðini um, at Kári á Rógvi var farin frá okkum, einans 41 ára gamal. Tað er framvegis ófatuligt, at hesin hugdjarvi, gløggi og vitandi maðurin ikki longur er okkara millum.

Kári var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tíðarskeiðnum 2008 til 2011. Og nú hann legði árarnar inn, var hann professari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Virkin sum hann var, hevði hann eisini nógv onnur álitisstørv, so nógv, at vit mangan hugsaðu, hvussu nógvar tímar samdøgrið hjá Kára mundi hava.


Vit komu at kenna Kára í okkara politiska arbeiði. Kári var okkara løgtingslimur, og vit royndu at stuðla og hjálpa, hóast honum ikki tørvaði hjálp. Kári hugsaði skjótari og djypri enn tey flestu, harumframt var hann ágrýtin og sera arbeiðssamur, og tí var ofta ringt hjá okkum at fylgja við. Men Kári var eisini tolin og lurtandi, hann tók fegin móti góðum og kanska eisini minni góðum ráðum, hann vildi, at politikkurin skuldi umboða flokkin og ikki einans hansara sjónarmið. Tí var stuttligt at taka lut í politiska arbeiðinum saman við honum, og úrslitið gjørdist ofta ítøkilig lógaruppskot og altíð eitt gott og mennandi politiskt kjak. Vit minnast eisini mangar góðar løtur heima hjá Kára, har var bæði gestablídni, hugni og hjartarúm.

Kári var ein úrmælingur á nógvum økjum. Hann visti nógv um søgu og mentan, var áhugaður í útbúgving og skúlaskapi, hevði stóran áhuga í landbúnaði og samfelags-viðurskiftum - og so var hann løgfrøðingur um ein háls.


Kári var ongantíð hálvur, har hann var. Hann var ikki altíð semjusøkjandi, tí hann vildi hava loysnir, praktiskar loysnir, sum hóskaðu til okkara samfelag. Kári kundi onkuntíð vera bersøgin, men hann var altíð erligur. Hansara hugsan var merkt av rættvísiskenslu. Hetta eru eginleikar, sum alt ov lítil dentur verður lagdur á, og hesir eginleikar eru tíanverri ikki teir, sum eyðkenna flestu politikarar.


Kári var ein sjáldsamur politikari, men hann var avgjørt eisini ein góður politikari. Hann tordi at siga sína hugsan, hóast hann visti, at hann fekk mótstøðu. Hann var víðskygdur í einum mangan snævurskygdum samfelag. Hann leyp ikki um garðin, har hann var lægstur, og hann lá ongantíð á latu síðuni.

Kári er tikin frá okkum alt ov ungur, vit hava mist ein vin, ein gløggan partamann og samstarvsfelaga; Fróðskaparsetrið hevur mist ein eldhugaðan og dugnaligan undirvísara.


Ofta verður tikið til, at maður kemur í mans stað; vit vænta ikki, at nakar kann koma í Kárasa stað. Hann verður saknaður av mongum; Føroyar hava mist ein av sínum bestu synum. Ongin ivi er tó um, at kona, børn og familja sakna hann nógv mest. Vit vóna, at øll tey góðu minnini, sum vit hava eftir Kára, fara at gera tað lættari hjá tykkum at liva við sorgini og sakninum. Tit hava okkara stóru samkenslu.

Vit enda okkara minningarorð við ørindinum úr Hávamáli:

Doyr fæ,

doyggja frændur,

doyggi eg sjálvur samur;

eitt eg veit,

sum aldri doyr,

dómur um deyðan mann.


Kári er farin, men minnini liva.


Kristianna W. Poulsen, Teitur Vágadal, Karl A. Olsen