Tað kom okkum øllum dátt við, tá vit um morgunin 4. juni frættu, at Nancy var deyð 76 ára gomul. Hetta kom so brádliga, tí so seint sum kvøldið fyri hevði hon verið úti í urtagarðinum og fingist við eitthvørt.
Nancy varð fødd í 1933, dóttir Marthu, fødd Hovgaard, ættað úr Hovi, og Albert Matras úr Klaksvík. Blaðung misti Nancy mammu sína av sjúku. Hon varð verandi í barnaheiminum saman við pápa sínum, sum eisini var nívdur av sjúku.
Yngra systir hennara Gottbjørg fór til pápabeiggjan Óla og konu hansara Fíu at vera og vaks upp saman við døtrum teirra Elini og Ingrid. Har hevði hon tað gott.
Hóast lagnan var Nancy hørð á ungum árum, so gramdi hon seg ongantíð, men hevði alt inni við seg sjálva. Hon var hóvlig og friðarlig, stríddi sítt stríð og kom væl undan.
Burtursæð frá einum tíðarskeiði, tá Nancy tænti suðuri í Suðuroy, so búði hon alla sína tíð í barnaheiminum. Har giftist hon inn í 1955 við Sigmundi Langgaard úr Leirvík, sum doyði í 2005.
Tey fingu sjey børn, Magnar, Jórun, Óla, Albert, Petur Jacob, Marthu og Signar.
Áðrenn hon giftist, arbeiddi hon eitt skifti á bollafabrikkini á Stongunum. Tá børnini vóru vaksin fór hon á flakavirkið á Kósini at arbeiða, og í fleiri ár, til hon fór frá fyri aldur, var hon náttarvakt á Húsarhaldsskúla Føroya.
Nancy var avbera trúføst og gestablíð, og nógv hava sitið væl inni hjá henni. Mong vóru tey, sum um morgunin sneiddu niðan við húsunum til ein kaffimunn og eina hugnaløtu.
Eisini var Nancy sera arbeiðssom og røkin. Hon helt alt so snøgt bæði inni og úti. Nú hon fór, var tað sum um, at hon hevði gjørt seg til reiðar at fara – bæði hús og hjallur, tún og urtagarður, alt var væl frágingið.
Hon ynskti at klára seg sjálva og verða búgvandi heima, og lagaði tað seg soleiðis, at hetta ynski hennara gekk út.
Vit eru mong, sum sakna Nancy stórliga. Men allarstørstur er saknurin hjá tykkum børnum, verbørnum, ommubørnum og langommubørnum, sum hava mist tað menniskjað, sum tit í felag kundu savnast um.
Friður veri við minninum um Nancy Langgaard.
Amanda.