Nú siti eg her, ein løgin kensla at tú ikki ert ímillum okkum longur. Aftaná langa sjúkralegu bleiv tú fluttur heim og tíni kæru vóru rundan um teg, tad var eitt gott farvæl. Vit fingu at síggja hvussu tú fórt herfrá vid einum smíli um varrarnar og pínan fór. Vit sum sita eftir, vita gott at tú ynskti at verða hjá okkum longri men sum tú so ofta segði ”Gud er tann sum ræður, um hann gerð meg frískan ella tekur meg heim” tú hevði ein innarligan frið, sum ikki var til at skilja. Tað kann bara hava veri frá tínum Harra og Frelsara sum tú hevdi sett tít álit á og tad sermerkti tína sístu tíð á ein serligan hátt óansæd hvar tú vart um tad vóru sjúkrasystrar, læknar ella vinir so vitnaði tú um Jesus.
Vit hava nógv góð minnir um teg, tad var familjan sum tú elskadi og tá ið abbabørnini komu vart tú so stoltur, tað vóru ongantíð ov nógv børn rundanum teg og tú brúkti alla tínar kreftir uppá tíni børn. Tad var eisini ein sorg fyri teg at tú ikki kundi uppliva at geva tær allar burtur, tá ið tær skulu giftast .
Tá ið eg sum kona tín skal lysa teg sum persón vart tú arbeiðsamur sum fáður, trúfastari vin kundi man ikki fáa, gløggur sum fáur, tað var ikki eitt ting sum tú ikki dugdi at seta teg inn í. Tú elskaði títt arbeiðspláss Bakkafrost sum var tað tín egna fyritøka og tú fylgdi við hvussu tað gekk har til títt síðsta.
Ein lítil hending frá okkara heimi tú serliga elskaði at argað meg við, ein dagin skuldu vit í føðingardag og sum vanligt var eg tann sísta út í bilin, seti meg inn í bilin vid tveimum lagkøkum, so sigur ein av gentunum ”mamma umskylda, men eg havi gloymt at sløkkja vatnið í baðikarinum so nú flýtur tað yvur”. Eg út úr bilinum, legði lagkøkunar frá mær og renni inn, takið øll handklæðir og alt sum kan brúkast til at turka upp við, renni uppá loft inn á wc men til mína stóra undran var alt sum tað skuldi. Í øgini bleiv eg, fór út í bilin og gloymdi aðru lagkøkuna sum eg hevði sett á gólvið í bilinum og trakkaði á hana. Tú og genturnar flenna ”apríl, apríl mamma”, soleiðis var tað so mangaferð og ongantíð uppdagaði eg at tit spældu bytt vid meg. Takk fyri alt mín skattur, tú ert saknaður og æra verði títt minnið.
----
Kona tín