Minningarorð um Marjun E. Joensen, Klaksvík

“Brátt er deyðanum um”, verður tíðum tikið til og kunnu vit, sum kendu Marjun staðfesta, at stutt er frá einum virkisfúsum arbeiðslívi, til at sjúka leggur ein til viks, og alt varðar um dystin við lagnuna, vælvitandi um hvørjir kostirnir eru.

Tó tað er í slíkum tíðarskeiðum av lívinum, at vit einabest megna at grípa løtuna, liva í løtuni, og njóta løtuna, vitandi at tað er bert hana vit eiga.


Hetta megnaði Marjun, ikki bert hetta seinasta árið av æviskeiði sínum, men alla ta tíð mær untist at kenna hana sum starvsfelagi, gjøgnum meir enn 20 ár. Hóast hervilig sjúka nú rakti hana, gjørdi hon tað hon gjøgnum alt lívið hevði havt sum sítt fremsta mál, livdi í samljóði við øll síni kæru, børn, hjúnafelagar teirra, ommubørn, systkin og øll teirra kæru.


Marjun Elida Joensen var fødd í Klaksvík 23. apríl 1949, og gjørdist sostatt 60 ár 23. apríl 2009, sum hon andaðist 15. august 2009. Marjun vaks upp úti í Krotugrøvini í Klaksvík, elst í einum systkinaflokki uppá 6 hjá Jonu og Malvinus Joensen.


Mamman Jona var fødd í 1927 og pápin Malvinus var føddur í 1928, bæði vóru tey úr Klaksvík. Tey búðu fyrstu árini í Krotugrøvini, beint omanfyri barnaheimið hjá Jonu. Í 1967 fluttu tey í nýggj sethús, ið tey lótu byggja við Bumshamarsvegin í Klaksvík. Umframt Marjun eru systrarnar Súsanna og Katrin, sum báðar eru giftar og búgva í Tórshavn, Bjarni og Davis, sum bæði eru gift og búgva í Fuglafirði. Tað var stórur smeitur fyri bæði foreldur og systkin, tá tey mistu systrina Kristinu, ið var gift og búði í Tórshavn, og sum eftir stutta sjúkralegu doyði av sjúku í 1990.


Eftir lokna skúlagongd byrjaði Marjun sum 17 ára gomul í læru í Sjóvinnubankanum í Klaksvík, undir leiðslu av Mikkjal á Bergi. Hetta var í 1966. Tá lærutíðin var lokin, vóru boð eftir henni frá høvuðsdeildini í Tórshavn, og flutti Marjun tá til Havnar at arbeiða. Har hitti hon mannin hon giftist við, Knút í Gong, og fingu tey 3 synir.


Elsti sonurin Jón í Gong er føddur í 1971. Hann er giftur við Elisu Dam Joensen av Eiði. Tey eiga børnini Rasmus, Jonu og Dánjal, sum eru ávikavist 12, 8 og 2 ára gomul. Tey hava keypt sethús og búgva í Hoyvik. Jón er álitismaður, og hevur í mong ár siglt sum maskinstjóri hjá Mærsk.


Mittasti sonurin Petur í Gong er føddur í 1973. Hann er giftur við Sonju Zacharissen úr Klaksvík. Tey eiga børnini Elmar, Marjun Elida og Malvinus, sum eru 12, 10 og 8 ára gomul. Tey búgva í nýggjum sethúsum, sum tey fyri kortum hava bygt beint omanfyri heimið hjá Marjuni á Bumshamri. Petur er stjóri í egnari fyritøku, MP Teknik, sum hann eigur og rekur saman við yngsta bróðuri sínum Malvinus og øðrum. Petur er dugnandi leiðari, og hava teir eftir fáum árum megnað at gerast ein týðandi fyritøka í Føroyum á sínum virkisøki.


Yngsti sonurin Malvinus í Gong er føddur í 1976. Hann er giftur við Henny Sofíu Vest úr Klaksvík. Tey eiga børnini Kristoffur og Jóhannu, ið eru 5 og 4 ára gomul. Tey búgva í egnum sethúsum undir Brúnni í Klaksvík. Malvinus er tøkningur og arbeiðir hjá MP Teknik. Malvinus er kendur fyri altíð at vera fúsur til verka, uttan mun til nær boð eru eftir honum, og hevur hann ábyrgdina av tænastuveitingum av tøkni til bæði skip, virki og alivinnuna.


Fyrst í 1976 gjørdi Marjun av at siga starv sítt í Sjóvinnubankanum í Tórshavn upp, og flyta norður aftur til Klaksvíkar við synunum báðum og einum undir belti, eftir hjúnaskilnað. Foreldrini Jona og Malvinus gjørdu beinanvegin rúm fyri at tey komu at búgva hjá teimum, og gjørdu tey stóra og góða íbúð í undirhæddini í húsum sínum til Marjun og synirnar.


Marjun var sera takksom fyri stuðulin frá foreldrunum, og segði hon fleiri ferðir seinni, hvussu gott tað var at hava foreldrini til hjálpar, tá hon einsamøll og við fulltíðar álitisstarvi skuldi fostra 3 smádreingir til mans. Nakað hon eisini mintist tá foreldur hennara gjørdust gomul og orkaðu minni og minni. Tá yvirtók Marjun barnaheimið, og var um foreldrini Jonu og Malvinus alla tíðina til tey doyðu ávikavist í 2002 og 2006.


Eftir at hava fingið yngsta sonin í apríl 1976, hugsaði Marjun beinanvegin um at finna sær eitt nýtt arbeiði í Klaksvík, so hon kundi forvinna til lívsins uppihald. Hon plagdi at siga at barnsburðarfarloyvi ikki var eins langt tá, sum tað nú er vorðið. Ein mánað og so aftur til arbeiðis vóru treytirnar, og arbeiðstíðin var somuleiðis munandi longri tá enn nú.


Tó ikki var sum at siga tað, at finna arbeiði hjá einsamallari kvinnu við 3 smáum børnum. Pápin Malvinus gjørdi sær hetta til bønarevni, at Marjun skuldi finna eitt gott arbeiði. Ein dagin tekur Malvinus, Knút Háberg, sum tá var fyribils settur sparikassastjóri, upp í bilin at koyra hann norður á ferjuleguna. Teir tosa um ymiskt, og fortelur Malvinus honum at Marjun nú býr í Klaksvík, og at hon leitaði sær eftir arbeiði.


Nakrar dagar seinni verður ringt frá sparikassanum, har Marjun verður biðin um at koma til samrøðu. Hon fekk boðið starv, og byrjaði hon soleiðis í lívsstarvi sínum sum útlánsleiðari í Norðoya Sparikassa tann 13. september 1976. Hon var í hesum starvi líka til hon andaðist tann 15. august 2009, og náddi tí bæði at halda 25 ára starvsdag í 2001, og 30 ára starvsdag í 2006. Pápin Malvinus greiddi frá, at hann tók hetta sum eitt bønarsvar.


Marjun fekk beinanvegin stóra ábyrgd og nógv at gera í sparikassanum. Skjótt komst eftir, at talan var um ein rættuligan fong hjá Norðoya Sparikassa at hava fingið Marjun í starv. Hóast sín unga aldur vísti hon ábyrgd og tók ábyrgd. Hetta var jú tað hon var vand og von við, og gjørdist hon beinanvegin ein nátúrligur leiðari, í eini tíð har tað var meira sjálvsamt at kvinnum yvirhøvur góvust slíkt høvi.


Ígjøgnum hesi stívliga 30 árini hendi ógvuliga nógv í arbeiðinum hjá Marjun. Frá at alt skuldi avgreiðast við hond, til nýggju tøknina har alt antin verður gjørt sjálvvirkandi ella av kundanum sjálvum. Slíkar stórar broytingar krevja nógv av starvsfólkinum, men Marjun óttaðist ikki broytingar. Kanska tí at hon visti, at tað sum hevði stórstan týdning var tað menniskjaliga, at duga, at vilja og at elska at hava við fólk at gera, og hjálpa teimum í teirri støðu tey einaferð vóru í. Marjun dugdi alt hetta, sum vit onnur í dag ganga á skeið fyri at læra, tað verði seg kundarøkt, at seta kundan í fokus ella hvat vit nú einaferð velja at kalla tað í dagsins samfelagi.


Vit vilja øll verða góðtikin, vit vilja øll verða avhildin, og vit vilja øll hava at onkur skilur okkum, og við støði í hesum er okkum til hjálpar í tí okkum tørvar. At finna slík eyðkenni hjá fólki kann vera forkunnugt, men tá so er svitast dygdin ikki. Soleiðis var Marjun, hon hevði henda sermerkta eginleika at skilja fólk, góðtók øll sum tey eru, og tí hevði hon eisini so avbera gott fólkatekki.


Tað ein er, nýtist einum ikki at tosa um. Soleiðis dámdi Marjuni als ikki at nakað skuldi gerast burturúr henni, nei hon gleddist nógv meir um at tað gekk øðrum væl. Minnist sostatt nógvar løtur, har hon gjørdi meir enn vanliga væntast av einum kundaráðgeva. Tungar løtur tá deyði, sjúka ella hjúnaskilnaður vitjaði, har hon saman við kundanum hóast sváru umstøðurnar fekk avgreitt tey fíggjarligu viðurskiftini. Somuleiðis gleðistundirnar, tá nýggju húsini stóðu liðug ella krevjandi útbúgvingin var lokin. Minnist at ein flogskipari einaferð fortaldi mær, tá seinasti túrurin var flogin og próvtøkan staðin, var hann ovurfegin og mátti ringja og siga frá hesum gleðitíðindum, og tann fyrsta hann ringdi til var Marjun.


Soleiðis ynskja vit okkum, at slík menniskju koma á okkara leið, og tori eg væl at siga, at Marjun var eitt slíkt menniskja, sum kom á leiðina hjá mongum, har hon við sínum serstøku menniskjaligu eginleikum, lætta lyndi og dugnasemi mangan var góð í ráðum. Ei undur í at eingin hevði so mangar kundar at tosa við sum hon, og hon gleddist yvir og sá virði í hvørjum einstøkum.


Marjun var øll árini partur av leiðaratoymi sparikassans. Hon setti seg væl inn í viðurskiftini, hevði avgjørdar meiningar og dugdi væl at grundgeva fyri teimum, bæði fyri og ímóti, um so var. Hon var semjusøkjandi og visti, at tað sum hevði stórstan týdning var ikki at tøva í tí, men at handla og náa úrslit.


Tí var tað einki meir enn nátúrligt, tá umboð fyri starvsfólkið á fyrsta sinni skuldi veljast í nevnd sparikassans í 1993, at hon var kosin sum fyrsta starvsfólkavalda umboð í nevndina. Hon sat tvinnanda valskeið í nevndini ella 8 ár, men ynskti at onnur skuldu taka yvir í 2000.


Marjun arbeiddi sostatt í fíggjarvinnuni alt lív sítt í heili 43 ár. Tí tók hon fyri fleiri árum síðani avgerð um, at hon ætlaði at gevast tá hon fylti 60 ár. Tá ætlaði hon at taka sær meira av løttum og vera um tey 8 ommubørnini, sum eru í aldrinum 2-12 ár.


Tað gjørdist tíverri ikki sum hon ætlaði, og vit høvdu unt henni. Marjun kendi seg ikki so væl til passar, og ein sólskinsdag í juni 2008 fór hon úr arbeiði til lækna. Hon var send beinleiðis til víðari kanningar, har tað skjótt gjørdist greitt, at álvarsom sjúka hevði rakt hana. Hon kom ongantíð aftur til arbeiðis, tóat hon vitjaði inn á gólvið í sparikassanum nakrar ferðir, umframt at starvsfólk høvdu høvi at vitja hana. Spakuliga gekk aftur á hond likamliga, men kundi hon gleðast um at hava øll síni rundanum seg. Eins og hon so mangan var tykkum góð og holl í umstøðum, kundu tit nú fjálga um hana, sum veikurin alsamt linkaði. Serstakt var at eyðleiða sterku ættarbondini millum tykkum systkin og børn hennara, serstakliga millum vinkonurnar og mostrina Ellu og Marjun.


Tá eitt mannalív endar, er tað gott at kunna siga takk. At kunna takka fyri alt tað sum tann, ið farin er undan, hevur verið fyri ein. Slíkt takksemi rennur upp í hjørtum okkara tá vit minnast Marjun, og hvør gott tá at vita, at Marjun var sera takksom fyri lív sítt, tað hon hevði upplivað, og tað hon hevði fingið givið. Góð foreldur og systkin, 3 raskar synir og 8 elskulig ommubørn, men mest av øllum eitt ævigt lív í trúnni á Jesus, sum Marjun setti sítt álit á longu á ungdómsdøgum, og sum hon gjøgnum lívið hevði sína styrki og gleði í, sum hon visti nú lívsneistin skuldi slókna, at tað besta var eftir, at møta Jesusi.


Kæru tit synir og øll hennara kæru. Tit kunnu við stoltleika og takksemi minnast Marjun og alt hon var fyri tykkum, og hóast saknurin framvegis er svárur, kunnu tit liva við fullari vissu um, at ein dag skulu tit møtast aftur.


Ærað verður minnið um mín kæra vin og starvsfelaga Marjun Elidu Joensen.


Eyðfinn Reyðberg