Minningarorð um Linhild Jóhannesen

f. 20.12 1959 - d. 06.04.2006



Mær er sagt um ein stað í tí høga soleiðis byrjaði fyrsti sálmurin í Glyvra kirkju týsdagin 11. apríl  henda dagin, vit skuldu siga farvæl við Linhild, okkara starvsfelaga. Sjálvt um dagurin var so dapur fyri okkum øll, so var hann eisini ein stak vakur dagur við stilli og sólarglottum, júst soleiðis sum vit kendu okkara Linhild.
Linhild, hin stilla og góða, við sínum serstaka smílandi lyndi, sum altíð fekk okkum at minnast tað góða, sum býr í hvørjum menniskja.
 
Linhild var dagrøktari í 14 ár, og røkti hetta arbeiði sera væl. Hon var góð við børnini og tey við hana. Somuleiðis var hon nógv avhildin millum starvsfelagarnar við sínum blíða og hjálpsama lyndi. Linhild var saman við okkum til jólaborðhaldið fyri jól 2005. Tá tyktist alt at ganga rætta vegin, og vón var fyri at sjúkan var bast og lívið kundi ganga víðari.
 
Harrans vegir eru ikki okkara vegir m.a. soleiðis tók Meinhard Bjartalíð, prestur til í síni sera góðu og kenslubornu talu við jarðarferðina.
 
Hesi orð fingu vit so eisini at sanna, nú Linhild ikki longur er millum okkum.
Tað er ikki av tilvild, at sálmurin Mær er sagt um ein stað í tí høga var sungin í kirkjuni við jarðarferðina. Hvørt eitt orð í sálminum er grundað á tað trúgv, sum hevði so sterkar røtur í Linhild og sum hon bygdi sítt lív á saman við síni kæru familiu.
Vit í dagrøktini vilja við hesum minnast ein góðan og hjálpsaman starvsfelaga, ein høgt virdan og góðan dagrøktara og sum hevði  stóra umsorgan fyri okkum øll.
Tankar okkara leita til tín Hera og børnini Louis, Siri og Jannu, sum hava mist so ómetaliga nógv, men eisini hevur eftirlatið so nógv góð minnir og sum tit skulu byggja lív tykkara víðari á.
 
Linhild er tí landi ei tár skulu renna,
eingin pína og sjúka skal níva,
har ei særandi sorg er at kenna,
- um eitt bil, ja, so eri eg har.
Ei skal gleðinnar dagur har halla,
ei skal ivin tá tyngja mítt sinni,
aldri meira vit snáva og falla,
tí tá eru vit heima, o, Gud!
 
Takk fyri at vit eisini fingu lut í tí stóru og gevandi gávu, sum tú, Linhild, var fyri okkum allar.
 
Takk fyri alt, vit síggjast!
 
Dagrøktararnir í Runavík