søkkja ein brúktan oljupall stutt frá føroyska markinum. Tá hildu vit tað vera rætt at stríðast ímóti hesi ætlan, tí hon umframt at vera dálkingarhóttan eisini kundi skaða føroysk áhugamál, um leiðirnar við [...] um eitt annað mál. Greenpeace vil forða allari oljuleiting og hava teir í hesum sambandi sett trý fólk uppá Rockall. Endamálið við hesum heldur løgna tiltaki er at vísa umheiminum, at felagssskapurin er [...] at vit eiga at taka undir við tiltøkum, sum kunnu minka um dálkingina. Spurningurin er bara, um tað eru Greenpeace og aðrir líknandi felagsskapir, ið hava patent uppá rætta og einasta rætta svarið uppá,
NÚ gjørdist veðrið betri, og fólk fara út í urtagarðin, í býin, hagan, oman í fjøruna, í bátin ella bara leita sær út um teir fýra veggirnar. Fólk fegnast um okkara vøkru náttúru, og okkara góða umhvørvi [...] burtur úr teimum døgunum, tey høvdu arbeitt við ávísum evnum, sum høvdu við náttúru okkara at gera. HESI tiltøk eiga at verða afturvendandi, tí tey kunnu eggja bygdum og kommunum at røkja bygdirnar betur [...] veri seg ikki bara við at halda bygdina ruddiliga, men syrgja fyri, at kloakk- og vatnviðurskifti eru í lagi, og at gomul virði sum bøgarðar, gomul hús og neyst, toftir, bøur og hagi verður hildið viðlíka
eftir at útbúgva fólk til onnur øki enn tey vit hava gjørt higartil. Hesi fólk hava tá stórar møguleikar at fáa arbeiði í grannalondunum men kortini hava bústað í Føroyum. Jú víst eru her nógvir møguleikar [...] føroyskir útbúgvingarstovnar, sum annars kanska ikki hava gjørt nógv við at samstarva, nú hava funnið hvør annan og bráddliga vilja menna útbúgvingingarnar í felag. At sjómansskúlin, maskinskúlin og teknisku [...] til føroyingar og leggja teimum lag á. Tvs. at vit fyri tað fyrsta sleppa undan at senda okkara egnu fólk av landinum á skeið og vit sleppa lutvíst eisini undan at skula taka útlendingar til Føroyar fyri
vitan osfr. Hetta eru svarini. Tað er rætt, at føroyingar hava roynt hetta áður, men at tað hevur ikki borið til. Spurningurin í dag eigur tí at verða: hvør myndugleiki í Føroyum ella hvør instansur sum so [...] eitt so dýrt fiskaslag ikki verður veitt av okkum sjálvum. Farið er farið - og tí er spurningurin: hvør eigur nú at skunda undir, at føroyingar fara undir slíka veiðu. Eiga almennir stovnar, politikarar [...] ber til, at vit hava loyvt útlendskum skipum í kanska fleiri ár at fiska á føroyskum øki, uttan at hesi skipini hava fingið boð um at halda seg burtur ella at gjalda lisens fyri at fiska! Sambart úttalilsi
samráðingarnar eru í trúnaði er lítið ítøkiligt vit kunnu tríva í, treyðugt so, ísakalda klimaiið, sum er íkomið, kann eisini siga okkum nógv og fáa tann, sum hevur fylgt málinum øll hesi ár, at gera sær [...] At teir eru klintraðir ov høgt upp í træið og nú hava ilt við at koma niður aftur og fóta sær er teirra trupulleiki og ikki okkara. Og hví skulu føroyingar hjálpa teimum við eitt nú at slaka! Eru føroyingar [...] borðið.Tá vilja føroyingar ikki spæla við meira og minna bretar á, at tað eru teir, sum hava skapt ein trupulleika, og tí eru tað eisini teir, sum mugu loysa upp fyri honum. Spurningurin tykist í løtuni
kunnu hesi bæð hvítu skipini við Molan í Havn geva boð um ljósari tíðir fyri fiskivinnuna. At tað liggja ikki færri enn 120 japonsk og taiwanesisk skip beint uttan fyri fiskimark okkara jú í hesi tíð sigur [...] farið varð til arbeiðis tíðliga mánamorgunin. Úti á Molanum lógu tvey hvít skip. Søgan aftan fyri hesi skip er bæði spennandi og áhugaverd og eiga vit øll at geva henni gætur - tí hon er ein ljósglotti [...] leita langt burtur í fjarskotin høv at fiska uttan at vit geva okkum far um allar teir møguleikar, sum eru her heima hjá okkum sjálvum. Hetta er so ikki nakað nýtt. Tí soleiðis hava vit altíð gjørt, og kanska
ella alt Føroya fólk uppiborið. Og tá hugsað verður um, at løgmaður, formaðurin í tingbólki sambandsfloksins, tingformaðurin, landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund, allir sum ein eru valdir at umboða [...] minni enn ein skandala fyri land okkara. AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga eitt virki og dugnalig fólk, sum nú í meira enn 30 ár hava arbeitt pelagiskan fisk og sum nú í longri tíð hava ynskt at útbyggja [...] møguleikarnar fyri at troyta fiskasløgini eitt nú sildina, sum svimur framvið oyggjum okkara - og hesi so als ikki verða hoyrd. Tað líkist ongum. ALT hetta málið er ein stór skomm fyri okkara stýrandi
sum vinnulívsfólk og eisini kommunan í Fuglafirði hava lagt í hesa ætlan er alla æru vert og hava hesi fólk ikki uppiborið ta viðferð, sum alt hetta málið hevur fingið frá sitandi landsstýri. FORRESTIN - [...] um ætlanina at gera Fuglafjørð til pelagiskan miðdepil í Atlantshavi. VIT hava her í blaðnum givið hesi ætlan nógva umrøðu og vit hava eisini sagt okkara hjartans meining um hana, nevniliga, at her er talan [...] okki, sum altíð geva seg út fyri at vera veruligu vinnulívsflokkarnir í landinum! Og hvat gera so hesi flokkar við tey initiativ, sum koma frá vinnulívsfólki og kommunum! Jú teir súlta málið. SØGAN er
Tí nøkur viðurskifti eru so grundleggjandi í landsstýrisarbeiðinum og ikki minst í smíðanini av einum fíggjarlógaruppskoti, at tað átti ikki at komið fyri, at landsstýrismenn hvør í sínum lag brigda hvønn [...] ðinum í Tinganesi - og her eru allir landsstýrismenn inklusiv løgmann sekir - er skúladømi um vánaligt arbeiði og tað er í veruleikanum at halda bæði tingmenn og Føroya fólk fyri gjøldur og tað turra spott [...] á nøkur gjøgnumarbeidd uppskot, sum aftur eru partur av einum heildarpolitikki. ÚRLSITIÐ var so eitt sætt pinkpong við glósum og glepsum frá tingmonnum, hvør móti øðrum. Ein gjørdi sær dælt av tí. Finnbogi
in í dag til tey fólk í føroyska samfelagnum, sum fáa ein ella annan stuðul og styrk frá tí almenna. Nú kann onkur siga, at tað er ov erkvisið ikki at tola slíkan málburð, tí orð eru bara orð. Hetta er [...] útbúgving og framstandandi størvum bæði inn tað almenna og tað privata útnytta systemið hvør á sín hátt! Nær verða hesi umrødd við slíkum niðurgerandi orðum og vendingum frá fólkafloksins síðu1 HIGARTIL hevur [...] røttum brúkti hetta orðið. Hetta sigur ikki so lítið um nýggja ættarliðið av fólkafloksmonnum. TAÐ eru helst tey, sum spyrja, hví vit hava so ilt av tí, sum kemur av munni Breckmans! Og til tað kunnu vit