og ein kelda til kritiska hugsan. Í eini samtíð, har vit flyta okkum alsamt longur inn í ein talgildan veruleika, har sambondini ofta eru stýrd av algoritmum og skjótum tilfari, hevur hugvísindaliga [...] føroysku tónleikaundirvísingini í dag, í einum samfelagi merkt av óstøðugum geopolitikki, altjóðagerð og broyttum undirvísingarhættum? Ph.d.-verkætlan Seinastu tvey árini havi eg arbeitt [...] eisini minkað nógv seinastu umleið tretivu árini. Musikkskúlarnir kring landið veita spesialiseraða undirvísing í tónleiki, og tað er eitt gott og neyðugt tilboð til tey, sum sleppa framat
Tó vistu vit, at Javnaðarflokkurin sambært valskránni fyri valið seinast miðaði eftir eini liberalisering, sum skuldi enda í onkrum slagi av einum fiskidagabanka, meðan Fólkafloksins sjónarmið [...] málinum eru alkend, og óneyðugt skuldi verið at nevnt tey, táið sterkasta lobby'in til eina og hvørja tíð rættar kumpassina av í so máta. Og tað plagar í øllum málum at røkka langt. Eisini inn í hinar báðar [...] ásetingar er greið staðfesting av, at alt livandi tilfeingi í sjónum og øll fiskirættindi, sum tær almennu Føroyar varða av, eru almenn ogn, ogn fólksins, og at latin fiskirættindi sambært galdandi
Tá brotsverk eru firnað, kunnu vit altíð kjakast um, hvussu rætt og viðkomandi tað er at taka tey uppaftur so nógv ár seinni. Men í hesum føri eigur Føroya fólk at fáa eina frágreiðing frá løgmanni
bíligari og effektivari. Við at taka burtur manuellar mannagongdir og pappírshandfaring, kann tíð og tilfeingi hjá fyritøkum og tí almenna sparast, og samskiftið millum partarnar verður smidligari [...] millión krónur um árið í umsiting. Hetta er eyðsæð eitt got fet á leiðini at rationalisera og gera almennu umsitingina meiri atkomiliga fyri borgaran. Henda broyting er ein win-win loysn fyri brúkarar
sigur orðatakið, tí Eysturoyartunnilin og Sandoyatunnilin hava leingi verið á veg, men eg fegnist almikið um, at tað eydnaðist politisku skipanini at finna eina loysn, ið er kjølfest í løgtinginum [...] ið fer undir størstu og dýrastu byggiætlanina í Føroya søgu. Framtíðin Ringt er at spáa um framtíðina, men tað er mítt størsta ynski, at Eysturoyar- og Sandoyartunnilin verður veruleiki. Verkætlanin
Coldstores frá 1998, stjóri á Kollafjørð Pelagic og stjóri fyri frystigoymsluna Kloosterboer Terminal Faroe Islands í Kollafirði. Síðani hann gavst í politikki í 2015 hevur starvast hjá kinesiska telerisanum [...] hann frá, tí fullveldisblaðið Fregnir koyrdi so hart á hann við ymsum skuldsetingum, sum ongantíð vórðu prógvaðar. Men hann gjørdist aftur landsstýrismaður í 2008, í vinnumálum, og helt fram í
fingið, og nú verður bíðað eftir boðum frá høvuðssætinum í Zurich í Sveits. – Tey brúka altíð nakað av tíð at viðgera slík mál, men vit kunnu ikki bíða ov leingi, ger Virgar Hvidbro greitt. Hann staðfestir [...] Fleiri atfinningarsamar røddir hava ført fram, at nýggi listin er enn ein staðfesting av, hvussu kurrupt altjóða fótbóltssambandið er. Hetta siga fólk, sum Miðlahúsið hevur tosað við og somu boð hava tey fingið
til, Dimma hevur nú einaferð eitt nógv størri trúðvirði, enn blaðstjórin á Sosialinum nakrantíð hevur havt.« Spola vit so tíðina presis eitt ár aftur til 22. august 2011, so hevur løgmaður knapt [...] minuttir eru farnir, síðani ein hvítgløðandi løgmaður var í telefonini. – Eg tosi aldrin, aldrin, ALDRIN aftur við teg!, hevði hann geylað til endans. Og legði so endaliga afturat: – FARVÆL!« Og
hevur Jarðfeingi brúkt langa tíð um at viðgera tvey tilboð, og síðani hevur málið ligið í Vinnukærunevndini og tykist ongan veg ganga. Hendan óneyðuga seinkingin í almennum ráðum og nevndum merkir
hon kann koyra við eini dagligari dagføring, sum er innanfyri teir max 2 tímarnar. Nær teir eru, er altíð óvist og tað er heldur ikki vist, at vit yvirhøvur fáa so frægt av ferð, at tað letur seg gera.