Krevja frágreiðing frá FIFA

FIFA-listin Fótbóltssambandið hev­ur kravt FIFA eftir eini frá­greið­ing, har tey fáa útrokningarnar fyri stigini hjá bæði Wales og Føroyum útgreinaðar. – Vit hava eisini roknað upp á úrslitini og koma fram til, at Føroyar eru frammanfyri Wales, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari.
Virgar Hvidbro er aðalskrivari í Fótbóltssambandið Føroya. Hann hevur bíðað við spenningi eftir at FIFA kunngjørdi styrkislistan – ikki minst tí, at listin hjá football-ranking.info setti Føroyar omanfyri Wales, tí Føroyar hava vunnið sær 0,0691559 stig fleiri eftir teirra út­rokningum.
– Vit hava eisini roknað upp á tað sjálvi. Vit koma ikki heilt sama úrs­lit, men okkara útrokningar seta eisini Føroyar omanfyri Wales, for­telur aðalskrivarin.
FIFA kunngjørdi sín styrkislista mikudagin. Har vóru bæði Wales og Føroyar nummar 114, men Wales var sett omanfyri. Á sama lista, men har bara verður hugt eftir evropeisku londunum, stendur Wales at vera nummar 45 og Føroyar 46.
Tá Virgar Hvidbro sá hetta setti hann seg beinavegin í samband við FIFA, sum kravdi at fáa fyri­spurn­ingin skrivliga. Hetta hava tey fingið, og nú verður bíðað eftir boðum frá høvuðssætinum í Zurich í Sveits.
– Tey brúka altíð nakað av tíð at viðgera slík mál, men vit kunnu ikki bíða ov leingi, ger Virgar Hvidbro greitt. Hann staðfestir eisini, at tey ynskja at fáa allar útrokningar klár­lagtar, soleiðis at einki ivamál er.
Tískil hevur Fótbóltssambandið eisini sett seg í samband við fólkini handan football-ranking.info, fyri at fáa útgreinað, hvussu tey koma fram til síni úrslit, sum seta Føroyar omanfyri Wales.

Ákæra ikki FIFA
Fleiri atfinningarsamar røddir hava ført fram, at nýggi listin er enn ein staðfesting av, hvussu kurrupt al­tjóða fótbóltssambandið er. Hetta siga fólk, sum Miðlahúsið hevur tosað við og somu boð hava tey fing­ið í Fótbóltssambandinum.
Ákærurnar siga millum annað, at í kjalarvørrinum av øllum gøl­unum, sum BBC-journalisturin Andrew Jennings hevur avdúkað, so hev­ur tað lítið upp á seg hjá FIFA at flyta Føroyar eitt pláss niður á list­anum.
– Vit ynskja at fáa alt klárlagt í hesum málinum. Men vit fara ikki at ákæra nakran fyri nakað sum helst, áðrenn vit hava fingið út­grein­ingarnar frá FIFA og hava tikið støðu til tað, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbólts­sam­bandinum.