Løgmaður er illur við blaðstjórar

Tað fellir løgmanni fyri bróst­ið, tá fjøl­miðl­ar skriva um ávís mál, sum ikki hóva hon­um. Eitt dømi er skrivingin í Sos­i­al­i­num um fel­øg­ini, sum løg­mað­ur hev­ur havt á­byrgd­ina av, og sum hava kost­að landi og øðr­um milli­ón­a­tap, tí tey hava verið so illa rikin.

Á Facebook 22. august 2012 skriv­ar løgmaður m. a. so­leið­is:
»Blaðstjórin á Sosialinum held­ur áfram við sínum ó­sann­ind­um um hvat løg­mað­ur skal hava sagt og ikki, og hann er nú eisini lopin á blað­stjór­an á Dimma­lætt­ing, hví hann ikki eisini, er far­in at steina og lúgva uppá løg­mann. Eirikur kann ikki heilt ser­iøst samanbera seg sjálv­an og sítt trúðvirði við blað­stjór­an á Dimma­lætt­ing, tað hevur hann slett ikki stand­ard til, Dimma hevur nú ein­a­ferð eitt nógv størri trúð­virði, enn blað­stjó­rin á Sosialinum nakr­an­tíð hevur havt.«
Spola vit so tíðina presis eitt ár aft­ur til 22. august 2011, so hev­ur løg­mað­ur knapt so stórt álit á blað­stjóra á Dimma­lætt­ing, sum hann ring­ir til seint á kvøldi og skeld­ar og skrálar í telefonini. Vit end­ur­geva blaðstjóran á Dimma­lætting:
»Klokkan er júst farin av 23.00. Tað er mán­a­kvøld 22. au­gust 2011. 20 minuttir eru farn­ir, síð­ani ein hvít­gløð­andi løg­mað­ur var í telefonini.
– Eg tosi aldrin, aldrin, AL­D­RIN aft­ur við teg!, hevði hann geyl­að til endans. Og legði so endaliga afturat:
– FARVÆL!«
Og blaðstjórin á Dimma­lætt­ing greið­ir víð­ari frá, hvussu løg­mað­ur leik­ar í, og end­ur­gev­ur løgmann:
» – At ein so royndur journ­a­l­ist­ur sum tú kanst fáa teg at skriva eina sovorðna grein! Og for­síðan!! Handan for­bann­aða mynd­in, sum er tik­in ...eg veit ikki hvar... tit út­stilla meg sum ein ge­men­an for­bryd­ara!! Á for­síð­uni!! Dimma­lætt­­ing er bliv­in nak­að so ó­fat­i­liga ván­a­lig. Tað eri ikki bara eg, sum haldi tað. Nógv – heilt nógv – siga tað sama!«
Spurningurin er so, hvør er verri, Dimma­lætt­ing ella Sos­ial­ur­in (ella løgmaður?). Bæði bløðini hava traðkað løg­mann og tærn­ar – við at hava skriv­að um viðurskifti, sum honum ikki dámar.
Løgmaður heldur so, at tað ger bløðini vánalig...