Reformur ella rán – Bjørn Kalsø?

Landsstýrismaðurin í fiski­vinn­u­m­ál­um, Bjørn Kalsø, hevur lagt fyri tingið løg­tingsmál no. 120/2006, ið er uppskot um broyt­ing­ar í lógini, sum vanliga verður rópt grundlógin undir høv­uðs­vinnu landsins.

Tórbjørn Jacobsen

Leingi hevur ein ser­frøð­ing­a­nevnd sitið undir liðini á lands­stýr­is­mann­inum hjá sam­band­i­num, og róð hevur verið fram­und­ir, serliga tá­ið Tjóðveldis­flokk­ur­in barsl­aði við stóra reform­in­um um Tilfeingisbúðina á ólavsvøku í fjør, at Bjørn Kalsø og fylgið vóru farin í holt við at snikka til koll­­veltandi broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. And­støð­an hevur ikki hoyrt eitt kis síð­ani, hóast hetta varð lovað okk­um. Tó vistu vit, at Javnaðar­flokk­ur­in sambært valskránni fyri valið seinast miðaði eftir eini li­ber­al­i­sering, sum skuldi enda í onkr­um slagi av einum fiski­dag­a­banka, meðan Fólkafloksins sjón­ar­mið í málinum eru alkend, og ó­neyðugt skuldi verið at nevnt tey, táið sterkasta lobby'in til eina og hvørja tíð rættar kumpassina av í so máta. Og tað plagar í øll­um málum at røkka langt. Eisini inn í hinar báðar sam­gong­u­flokk­ar­nar. Tí bíðaðu vit í størsta spenn­­ingi, nú syðradalsmaðurin var ávegis við fráboðaðu bylt­ing­ini.
Í søguligum afturskyni skal stað­festast, at í gald­andi lóg um vinn­u­ligan fiski­skap, løgtingslóg no. 28 frá 10. mars 1994 um vinn­u­ligan fiskiskap við seinri broyt­ing­um, er ásett í § 2., at livandi til­feing­ið á føroysku landleið­u­num og tey rættindi, føroyska heim­a­­stýrið við samráðingum hev­­ur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku land­leið­ir­nar, eru ogn Føroya fólks.
Í § 3. stk. 2 í somu lóg er ásett, at fiskirættindi latin sambært hesi lóg veita ikki einstøkum bólk­um ella einstaklingum ogn­ar­rætt. Somuleiðis kunnu rættindi til fiskiskap takast aftur uttan end­ur­gjaldsskyldu.
Nevndu ásetingar er greið stað­fest­ing av, at alt livandi tilfeingi í sjón­um og øll fiskirættindi, sum tær al­mennu Føroyar varða av, eru almenn ogn, ogn fólk­sins, og at latin fiskirættindi sambært galda­ndi lóggávu ikki geva ein­stak­ling­um ella feløgum nakran ogna­r­rætt yvirhøvur.
Fyri at tað almenna skal hava møg­u­leika fyri, í veru­leikanum – reelt, at varð­veita lógliga stað­festa ogn­ar­rættin til livandi til­feingi í sjónum, er rætturin hjá ein­stak­ling­um og feløgum, til at gera nýtslu av hesi almennu ogn, í gald­andi lóg­gávu um vinn­u­lig­an fiski­skap, avmarkaður at galda fyri 10 ár í senn.
Í § 13. í somu lóg er nevni­liga á­sett, at fyri eig­arar av fisk­i­før­um við veiðiloyvi sambært § 5. stk. 3, og fiskiførum við fiski­loyvi í bólki 5 sambært § 28. stk. 1 hev­ur rætturin til fiskidagar, egn­an kvotupart og egna hjá­veið­i­kvotu gildi 10 ár í senn, leggi til merk­is vendingina “í senn”, smb. tó § 14 og § 15. stk. 2. Lands­stýr­is­mað­ur­in kann taka avgerð um, at rættur til egna hjáveiðukvotu kann verða latin fiskiførum í høv­uðs­bólki 1 og 6 sambært § 28. stk. 1 við gildi í 10 ár í senn.
Reglan sigur sum nú er, at loyv­ini eru galdandi fyri 10 ár á gang­in, og kunnu harvið loypandi set­ast úr gildi við 10 ára freist.
Upprunaliga var áramálið ó­frá­vík­i­ligt – absolut, skilt á tann hátt, at táið 10 ár vóru liðin, fóru loyv­ini av sær sjálvum úr gildi.
Seinri var hetta broytt til at galda fyri 10 ár “í senn”, sum bar í sær, at vit fingu rullandi skip­an­ina, sum hevur havt mikið hóv­a­sták við sær hesi seinru árini, og sum hevur verið tulkað sum eitt nær­um endaleyst loypandi 10 ára loyvi, ið var galdandi so leingi hetta ikki var uppsagt av tí al­­menna myndugleikanum, Fisk­i­mál­a­ráð­num sum út­skrivar loyv­ini.
Farið er longu langt út um hetta 10 ára markið, og Lands­stýr­ið, ella rættari Fisk­i­mál­a­ráð­ið, hevur enn ikki fingið í lag, at sagt hetta sokallaða ókeypis “brúks­lánið” upp, við tí úrslitið at vinnan, av góðum grundum, hev­ur fingið tað skeivu fatan av støð­uni, at loyvini mest sannlíkt eru galdandi í óavmarkaða tíð.
Fyri at koma hesum gra­ver­andi og mikið útbreidda mistaki til lívs, og fyri at staðfesta almenna ogn­­ar­rættin til livandi tilfeingi í sjónum, - sum tað so flott eitur, hev­ur lands­stýris­maðurin í fiski­vinn­u­málum lagt uppskot fyri ting­ið um broytingar í lógini um vinn­u­ligan fiskiskap hesum við­ur­skiftum viðvíkjandi.
Í feska uppskotinum frá lands­stýris­mann­i­num í fiski­vinnu­m­ál­um, sum er dag­fest 18. apríl 2007, verð­ur skotið upp at orða:
§ 7 b. stk. 1. soleiðis: Veið­i­loyvi, latin sambært hesi lóg, hava gildi til 1. januar 2018.
§ 7 b. Stk. 2.: Tá veiði­loyvi fer úr gildi sambært hesi lóg, fella samstundis ­øll fiskirættindi burt­ur, her­undir fiskidagar, egnir kvot­u­­part­ar, egnar hjá­veiði­kvotur og onnur fiski­rætt­indi, ið latin eru sambært lógini.
§ 7 b. stk. 3.: Hóast stk. 1 fær eig­ari av fiskifari, ið hevur fingið av­markað fiskirættindi sambært § 7. stk. 5, bert tey í fiski­loyv­i­num fyribils ella av­mark­aðu rætt­ind­ini tað ávísa fiskiárið. 
§ 7 b. stk. 4.: Fiskiloyvi, latin í bólki 5, hava gildi til 1. januar 2018.
§ 7 b. stk. 5.: Veiðiloyvi og fisk­i­loyvi kunnu ikki setast í veð.
Sambært. § 7 b. er greitt, at nú er orðingin “í senn” farin úr gildi, og rullandi skip­anin er har­við avtikin. Ístaðin er eitt fast ár­a­mál ásett fyri gildistíð og er hend­an galdandi fyri øll fiskirættindi.
Innihaldið í § 7 b. er í so máta greitt, og er í grundini í samsvari við verandi áset­ingar um ognarrættin.
Tað sum hinvegin og í rætti­liga álv­ars­ligan mun ør­kymlar tann, sum fer í takholt við at nærlesa nýggja lógaruppskotið, ella rætt­ari uppskotnu broyt­ingarnar til verandi lóggávu um vinnuligan fisk­i­skap, eru ásetingarnar í § 7 c.
§ 7 c. avtekur nevniliga stórt sæð ætlan og endamál í und­an­farnu grein, um at avmarka gild­i­s­tíð­ina fyri útskrivað fiskirættindi.
§ 7 c. stk. 1.: er nevniliga orð­að soleiðis: Hóast áset­ingarnar í § 7 b. verður veiði­loyvi end­ur­nýggj­að, um loyvishavari fram­hald­andi lýkur treytirnar sam­bært hesi lóg og treyt­um, ið sett­ar eru í veiðiloyvi og fiskiloyvi. Lands­­stýr­ismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyr­i­siting í sambandi við end­ur­nýggj­an av veiði­loyvi.
§ 7 c. stk. 2.: Veiðiloyvi, ið verða endurnýggjað, hava gildi í 5 ár. Onnur veiðiloyvi, ið verða latin eftir 1. januar 2018, hava gildi í 5 ár.
§ 7 c. stk. 3.: Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri endurnýggjan av fisk­i­loyv­um til bólk 5, sambært § 5, stk. 4 og § 7 b.” 
Tað gongur týðiliga og greitt fram av hesum, at eru nakrar ob­jektivar treytir loknar og fylgd­ar sam­svar­andi galdandi lóg og regl­um, so hevur rættindahavarin krav uppá, at loyvið verður end­ur­nýggj­að í 5 ár, og ikki bara í 5 ár, men loypandi í 5 ár í tað óendaliga, táið onki stendur ella er skil­markað um, at loyvið gong­ur út eftir loknu 5 árini. Ístaðin fyri tulkingina um rullandi skip­an­ina í 10 ár hevur Bjørn Kalsø nú skotið upp, at loyvini rulla inn í æv­inleikan. Hetta varð vorið sum reformur. Meira átøkt einum ráni, ei dáni í, at Jákup Sólstein var so hjartans fegin í út­varp­i­num í gjárkvøldið, nú ognar­rætt­ur­in lá á løgtingsins bismara og skuldi flytast frá fólk­inum til teirra, sum nú av ymsum or­søk­um sita við út­skrivaðu loyvunum. Loyv­­i­s­handlarnir í tí stóra keyps­skál­a­num kunna nú fara í gongd av álvara, táið Javn­aðar, - Sam­bands, - & Fólkaflokkurin um nakrar fáar dagar hava atkvøtt hend­an fatala brølaran ígjøgnum ting­ið.
Omanfyristandandi tulk­ing av ver­­andi orðing í lógar­upp­skot­i­num verður eisini í stóran mun stuðl­að av vi­ð­merk­ingunum til upp­skotið,
Har stendur: Um loyv­ishavari fram­haldandi lýkur allar treytir sam­bært hesi lóg og treytir í veið­i­loyvi og fiskiloyvi, hevur hann rætt til at fáa loyvið end­ur­nýggjað 5. hvørt ár.
 5. hvørt ár í hesum førinum merk­ir, alt annað líkað, tað átti at verið logikkur fyri búrhønur, at tal­an er um áhaldandi end­ur­nýgging uttan avmark­ing.
Hetta er eitt greitt og full­komið brot á ásetingarnar í galdandi lóg­gávu, um ognarrættin til til­feingið, táið hetta ber í sær, at bæði ræðisrættur og nýtslurættur verð­ur latin privatum at umsita utt­an nakra veruliga tíð­ar­a­v­mark­ing,
Eitt krav um endur­nýgg­ing 5. hvørt ár merkir í veruleikanum, at rættindini endaliga eru latin av hond­­um, og ikki kunnu sigast upp uttan fulla endur­gjalds­skyldu úr almenna kass­anum.
Verandi uppskot er tí eitt álv­ars­ligt afturstig fyri hinar almennu Føroyar og eigaran av livandi til­feing­­­inum í sjónum, - Før­oya fólk.
Verandi lóggáva, sum inni­held­ur eina “rullandi” tíðaravmarking upp ­á 10 ár, er harvið, av tveim­u­m illum, munandi frægari fyri eig­aran, um endamálið veruliga er at røkja almenn áhugamál.
Kanska er endamálið kortini eitt­hvørt annað. Nú samgongan stend­ur úti á plankanum, letur til, at hon onkursvegna ætlar at be­­ganga eitt kollektivt nationalt har­akiri. Jóannes Eidesgaard & Co. tykjast hava tikið eina eks­i­s­t­e­ns­i­ella avgerð um, at forera allar lands­ins ognir burtur. Hetta er ikki ókent fyribrigdi, har des­pot­ar­nir rýma yvir háls og herðar und­an egnum dárskapi, og sum brenn­i­­vargar renna teir undan rúk­andi toftunum. Vit sótu við tí merk­i­ligu fatan, heilt fram til dag­in tá ið Bjørn Kalsø legði frá­boð­aða uppskotið um broytingar í fisk­i­vinnulóggávuni fram, at onk­ur bati mundi fara at vera. At Sam­bandsflokkurin fyri einastu ferð í hálvt­fjórða ár hevði rullað við vødd­unum og yvirørm­un­um, og tikið hvørkratak um Fólka­flokk­in og hansara sterku lobby. So­leiðis skuldi tó ikki verða. Jørg­en og teir hava enn einaferð – fyri hálvtrýssins tjúgundu ferð í hesum valskeiðnum - framt eina sjen­i­striku, og hava tikið Kaj Leo, Kalsø og Jóhan so dyggiliga við reyvini. Nú standa teir sum din­o­saurar smokkaðir í mýr­u­lendinum. Uppskotið bleiv sum Jørg­en vildi hava tað, og teir trígg­ir standa nú við brókunum niðri á øklu­num. Ímeðan hetta rán­ið av fólksins ognum fer fram, er Javn­aðarflokkurin farin undir at seta ein danskan pylsuvogn upp uppi í Grasa­garði, soleiðis at arbeiðarin kann leskast við eini bay­erskari og ketsjuppi á sínum egna degi, og samstundis fáa eina falsaða kenslu av, at gjógvin kanska ikki er so nógv breiðkað av monetæra og mest ósosiala skatt­a­­politikki rikin í Føroyum nakr­an­tíð – undir sosial­dem­o­krat­isk­ari leiðslu. Nú ar­beið­ar­a­fel­øg­ini ikki vilja vita av teimum á Vagl­inum, á almenna haldinum, mega onnur sníkjararáð takast fyri í nærumhvørvinum. Eitt slag av geykapolitikki.
Til endans fær ein ikki gjørt ann­að, enn at skjóta upp, at ver­andi lóggáva verð­ur varðveitt ó­broytt, hvat ilt ið hon annars er, um so er at meiriluti ikki fæst fyri at broyta orðingina í verandi upp­skoti til broyt­ingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Sum broyt­ingin nú fyriliggur, er hon eitt klokkureint rán heldur enn ein reformur. Og hetta varð svein­as­tykkið hjá Bjørn Kalsø og Sambands­flokk­inum.
Ímeðan má fólkið í tolni bíða eftir Tjóðveld­is­flokk­inum. Og Til­feing­is­búðini, sum er einasta boð­ið higar­til, um hvussu vit liberali­sera høvuðsvinnuna, hvussu markn­að­arbúskap­urin til fulnar kann stjórna henni og samstundis er hetta einasti mátin sum greitt til­skilar, at ognin og ogn­ar­rætt­ur­in ganga saman í eitt – hjá fól­k­i­num. So­leiðis sum lógarsmiðirnir upp­runa­liga ætlaðu tað.