Elendigt, Føroya Tele

Jón Ellendersen
telduvitan.com


Vit hava lagt nógva orku og nógvan kapital í at fáa heima­síðu okkara, Teldu­vitan.com at koyra sum ta fyrstu og størstu føroysku heimasíðuna um og úr teldu­heiminum. Men okkara størsti fíggindi hevur verið Føroya Tele og tað alt ov vánaliga DSL-netið.
Hóast FT reklamerar við, at DSL-sambandið skal eit­ast at koyra við 2Mbit, so uppliva vit so at siga hvønn einasta dag, at sambandið ikki koyrir við meiri enn 0,25Mbit og hetta hevur við sær, at vit støðugt verða stongdir úti frá servaranum. Men hetta er ikki alt! Sam­stundis missa vit hópin av tilfari, tí servarin læsir uttan ávaring mitt í eini process og orsøkin: Vánaliga sam­bandið!
Vit hava vent okkum til ein av teimum kanska fræg­­astu serfrøðingunum í Norð­anlondum, stjórin á Com­puterSweden, sum er ein part­ur av IDG og hansara svar er ógvuliga greitt:
- Koyra tit við kopari, so ber yvirhøvur ikki til at levera vøruna tí koparið megnar ikki at rúma allari ferðsluni. Kopar er avoldað!
Hetta hava vit tíanverri sann­að, og tískil noyðast vit at fara ígjøgnum eina størri umlegging av heimasíðuni so hon kann koyra, hóast vit bert hava einar tveir tímar um samdøgrið, har vit kunnu dagføra síðuna.
Telduvitan hevur mált ferð­­­ina í fleiri vik­ur, so doku­menta­­tión­in er í lagi. Men Før­oya Tele hevur higartil ikki viljað tikið ábyrgd av hesum.
Hetta er ein stór skomm og hon gerst ikki minni av, at vit gjalda fyri 100% av tí, vit bert síggja 25-40% av, nevniliga ferðini á breið­bandinum.
Tað tykist okkum løgið, at ein almennur stovnur kann sleppa at snýta kundarnar fyri so stórar peningaupphæddir, sum talan er um her. Men sum er fáa vit ikki gjørt ann­að enn at umleggja heima­síðuna so hon kann koyra við eini dagligari dagføring, sum er innanfyri teir max 2 tímarnar. Nær teir eru, er al­tíð óvist og tað er heldur ikki vist, at vit yvirhøvur fáa so frægt av ferð, at tað letur seg gera.
Umberingarnar frá Føroya Tele eru mangar, men so at siga allar byggja á, at tað er útgerðin hjá okkum, tað er galið við. Løgið tá vit hugsa, at øll útgerðin er frá Føroya Tele.