Rationalisera umsitingina við talgildari innlating av roknskapum

Janus Rein, Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
---------------
Í desember 2013 samtykti løg­tingið broytingar í lógini um ársroknskap. Broytingin hevði til endamáls at gera samskiftið lættari millum virkir, borgarar og almennu umsitingina. Í stuttum snýr tað seg um talgilda innlating av ársroknskapum til Skrá­seting Føroya.
Hetta hevur við sær, at landið sparir eina millión krónur um árið í umsiting, tí framyvir verður lættari og smidligari hjá fyritøkum at lata ársroknskapir inn og hjá Skráseting Føroya at móttaka og umsita roknskapir.

Pappírsleyst
Seinastu tíðina hevur sam­gong­an arbeitt við at gera lands­stýrið og løgtingið pappírs­leyst. Tað er ein liður í at gera almennu umsitingina bíligari og effektivari.
Við at taka burtur manu­ellar mannagongdir og pap­pírs­handfaring, kann tíð og tilfeingi hjá fyritøkum og tí almenna sparast, og sam­skiftið millum partarnar verð­ur smidligari, samstundis sum málsgongdirnar vera betr­aðar bæði hjá fyritøkum og hjá tí almenna.
Skráseting Føroya skrá­­setur øll vinnufeløg og vinnu­rekandi grunn­ar. Í skránni eru skrásett 463 partafeløg, 2241 smá­partafeløg, 9 vinnu­rekandi grunnar og 16 onnur sløg av vinnuvirkjum.

Framyvir
Ætlanin er, at tað skal bera til at lata allar roknskapir inn í PDF sniði árini 2014 og 2015, men at feløg frá og við 2016 skulu senda Skrá­seting Føroya og TAKS rokn­­skapirnar í XBRL-sniði. XBRL er ein standardur, ið verður brúktur í altjóða høpi til roknskaparsamskifti. Við atliti at feløgum v.m., ið ikki eru fevnd av ársroknskapar­lógini, er ætlanin ístaðin fyri XBRL at loyva, at rokn­skapirnir verða latnir inn í t.d. EXCEL-sniði e.ø.
Fyrimunirnir við eini slíkari skipan er, at skrá­set­ingin av roknskap­um verður minni arbeiðskrevjandi og fer at økja um atkomuligheitina til upplýsingarnar fyri borg­arar og vinnu. Skipanin kem­ur at hava við sær, at borgarar og virkir eisini fáa atgongd til roknskapirnar umvegis heimasíðuna hjá Skráseting Føroya.
Við talgildingini sparir landið eina millión krónur um árið í umsiting. Hetta er eyðsæð eitt got fet á leiðini at rationalisera og gera al­mennu umsitingina meiri atkomiliga fyri borgaran.
Henda broyting er ein win-win loysn fyri brúkarar, borgara og umsiting!
Næsta stigið á leiðini er at fáa eina góða talgilda undir­skrift at virka í Føroyum. Inntil tá fer Skráseting Før­oya helst at nýta vinnu­gluggan hjá TAKS sum inn­latingarstað.