Johan Dahl løgtingsmaður seksti

Í gjár fylti Johan Dahl, nývaldur løg­tings­mað­ur, seksti.
Hann er føddur 19. september 1959, son­ur Jógvan Dahl úr Vági og Ebbu Albinus úr Fámjin. Johan, vaks upp í Fámjin, er gift­­ur við Lindu Herdalur.
Áðrenn Johan Dahl kom upp í politikk var hann vinnulívsmaður. Hann hevur banka­út­búgv­ing og ávís prógv innan merc­o­nom.
Sum ungur arbeiddi hann í Sjó­vinnu­bank­anum, og í 1982 gjørdist hann stjóri í Vágs Skipasmiðju, sum A/S J. Dahl átti.
Tað vóru ættfedrar hansara í Vági, sum stov­n­aðu fyritøkuna á Gørðunum. Hann var stjóri har til 1990. Síðan var hann stjóri í World Seafood 1991–1992, stjóri í Sp/f Far­o­mar frá 1997, stjóri í Faroe Coldstores frá 1998, stjóri á Kollafjørð Pelagic og stjóri fyri fryst­i­goymsluna Kloosterboer Term­i­n­al Faroe Islands í Kollafirði.
Síðani hann gavst í politikki í 2015 hev­ur starv­ast hjá kinesiska telerisanum Hu­a­wei.
Johan Dahl kom upp í landspolitikk, tá hann varð valdur á ting fyri Sam­bands­flokk­in í Suðuroyar valdømi í 2002. Hann var aft­ur­valdur í 2004, í 2008 og í 2011. Men á val­i­num í 2015 gavst Johan Dahl í poli­tikki og stillaði ikki uppaftur.
Men tongdin kom á hann. Sum hann sjálv­­ur sigur, tá tú hevur fingið politikkin í blóð­­ið, so er hann ringur at sleppa av­aft­ur við.
Hóast mangur hevur sannað, at torført er at koma aftur á ting, um tú fyrst er giv­in, so hevur hann, eins og nýggi løgmaður, prógv­að tað øvugta.
Johan Dahl hevur verið lands­stý­r­is­mað­ur í fleiri umførum. Fyrst var hann bara í nakr­ar dagar lands­stýr­is­mað­ur í fisk­i­vinnumálum ­í februar í 2004, til Jó­­ann­es Eidesgaard koyrid hann frá, tí full­veld­­isb­­laðið Fregnir koyrdi so hart á hann við ymsum skuldsetingum, sum ong­an­tíð vórðu prógvaðar.
Men hann gjørdist aftur lands­stýr­is­mað­ur í 2008, í vinnumálum, og helt fram í 2011 til 2015.
Johan Dahl var staddu í Shanghai í Kina føðingardagin. Og meðan hann hev­ur ver­ið burtur, hevur Løgtingið valt hann til fyrst næstformann løgtingsins.
Hjart­aliga tillukku við degnum Johan Dahl!