Hetta er ein søguligur dagur. Breiða politiska semjan, sum formenninir í politisku flokkunum komu ásamt um, er einmælt samtykt av løgtinginum í dag. Leingi er tað, ið væl skal vera, sigur orðatakið, tí Eysturoyartunnilin og Sandoyatunnilin hava leingi verið á veg, men eg fegnist almikið um, at tað eydnaðist politisku skipanini at finna eina loysn, ið er kjølfest í løgtinginum.
Eysturoyartunnilin
Arbeiði við at útbyggja Eysturoyartunnilin byrjaði í 2000, tá nakrir einstaklingar í Eysturoynni ætlaðu at gera undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna, sum eina privat verkætlan. Ætlanin fekk eitt skot fyri bógvin í 2008, tá fíggjarkreppan byrjaði. ABDH samgongan helt lív í ætlanini við at festa Eysturoyartunnilin í samgonguskjalið, har ætlanin var at royna privata loysn. Eg tók undir við at gera tunnilin privat, treytað av, at tað var á hóskandi støði, tá tað kom til prís. Tá tað ikki eydnaðist, var politiska ynskið at finna eina almenna loysn fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnil. Eg eri nøgdur við loysnina, sum nú er samtykt. Vit, ið búgva í norðurparti av Føroyum, síggja fram til, at koyrandi verður undir Tangafjørð um umleið fýra ár.
Breið semja
Tað er ikki at gera ov nógv av, tá eg sigi, at landsstýrismaðurin hevur gjørt eitt gott arbeiði. Flokkarnir vóru so langt frá hvørjum øðrum, at vandi var fyri, at undirsjóvartunlarnir vórðu av ongum, men Jørgen Niclasen savnaði politisku skipanina, tá flokkarnir vóru longst frá hvørjum øðrum. Eg fegnist almikið um, at tað eydnaðist okkum at finna breiða semju, sum fór tvørtur um flokkar, andstøðu og samgongu soleiðis, at tað er eitt samt løgting, ið fer undir størstu og dýrastu byggiætlanina í Føroya søgu.
Framtíðin
Ringt er at spáa um framtíðina, men tað er mítt størsta ynski, at Eysturoyar- og Sandoyartunnilin verður veruleiki. Verkætlanin hevur nógvar møguleikar við sær. Tað er eyðsæð. Tí er neyðugt hjá lands- og kommunupolitikarunum at brynja seg til stóru broytingarnar. Tað er av størsta týdningi, at vit fyrireika okkum til broytingarnar, tí undirsjóvartunlarnir koma at hava nógvar møguleikar við sær, sum land og kommunur mugu vera fyrireikaðar uppá.