liga loysn upp á, hvussu øll samferðsla í Føroyum verður borin av øllum herðum her á landi, soleiðis at tað kostar tað sama at koma runt í Føroyum - líkamikið, hvørjum heraðshorni fólk koma úr. Tær risaíløgur [...] stóran part av Føroyum. - Í nógv Harrans ár varð baksast politiskt fyri at fáa Sandoyartunnilin samtyktan. Á vegnum vóru onkrir smáir sigrar, men eisini nógvir ósigrar og nógv vónbrot. Politiska skipanin [...] Sandoyartunnilin er, á politisku skútuni gjøgnum nógv valskeið. Í myndatalu segði Brandur Sandoy, at viðhvørt hevði hesin kalvi verið uppi í hálvum sjógvi, men so hevði hann rent seg á botn aftur við øllum
brosandi rødd um, tá tvørámenn talsterkir vóru farnir á Svangaskarð at heiðra býarbarni teirra, tá Føroyar tóku móti Wales. - Tey róptu á meg allan dystin á tamb, og eg var sera fegin um hetta. Hesir fjepparir [...] alt var eftir bókini og eingin ivi var um nakað sum helst. Hatta var man ikki vanur við á Sevmýru, á Tórsvølli ella á Svangaskarði. Í øllum førum ikki í eins stóran mun. - Eisini minnist eg rættuliga væl [...] 100%, so kann eg ikki spæla á landsliðnum, tí har krevst at ein er púra klárur til hvønn dyst, greiðir Óli Johannesen frá og leggur afturat, at hann hevði ætlað at steðga á landsliðnum eftir hesa EM-u
einari nátt? Hvussu við framtíðini hjá Hvalba? Hvat er Hvalba uttan eitt flakavirki? - Vit hava bara fiskin. Vit hava trolarar, og teir hava givið nógv av sær. Og teir hava givið bygdini nógv. So kanska [...] at vera trupult at hugsa um eina framtíð á hesum støðum. Ein teirra, sum varð uppsøgd í farnu viku, var Marianna Poulsen í Hvalba. Hon hevur í mong ár arbeitt á flakavirkinum í Hvalba, men kann nú skráseta [...] stjórin í Fiskavirking boðaði teimum frá, at einki arbeiði varð til teirra á virkinum í Hvalba. Hetta virkið sum týðir so nógv fyri bygdina. Og hetta virkið sum í veruleikanum eigur lívið í nógvum heimum
av pørtunum um, hvat ið gongur fyri seg á tí politiska pallinum og hví, sigur Søren Christensen. Hvussu stóran týdning hava frágreiðingarnar hjá ríkisumboðnum á danska stjórnarpolitikkin? - Tær hava sjálvsagt [...] Norðurlandahúsið, eins og hann er við í arbeiðinum á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Ítøkiligu royndirnar við Føroyum hava sum so onga beinleiðis ávirkan á hansara leiklut sum ríkisumboð - heldur eru tær [...] fødd, sigur hann - helst fyri at vísa á, at hann ikki følir seg heilt sum útlending. Lurtar eftir tónleikinum Hóast at - ella kanska serliga tí at - hann hevur havt nógv við Føroyar at gera í sínum starvi
av pørtunum um, hvat ið gongur fyri seg á tí politiska pallinum og hví, sigur Søren Christensen. Hvussu stóran týdning hava frágreiðingarnar hjá ríkisumboðnum á danska stjórnarpolitikkin? - Tær hava sjálvsagt [...] Norðurlandahúsið, eins og hann er við í arbeiðinum á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Ítøkiligu royndirnar við Føroyum hava sum so onga beinleiðis ávirkan á hansara leiklut sum ríkisumboð - heldur eru tær [...] fødd, sigur hann - helst fyri at vísa á, at hann ikki følir seg heilt sum útlending. Lurtar eftir tónleikinum Hóast at - ella kanska serliga tí at - hann hevur havt nógv við Føroyar at gera í sínum starvi
eldist orki eg ikki at hava so nógv niður fyri og vita, at nógv liggur á láni. - Tá ið eg var yngri var eg sjálvsagt meiri spentur og gekk meiri uppí, at selja væl og nógv. Var lítið at gera stúrdi eg fyri [...] skuldi vera á føroyskum. - Føroyabók mátti sjálvandi vera á føroyskum, men eingin hevði brúkt føroysk heiti fyrr fyri kvittan, inntøkuskjøl, skjal, kontoørk og so framvegis. Framman undan var alt á donskum [...] heilt vanlig ting. Tey føroysku vóru har, men fólk dugdu ikki at brúka tey. Fólk søgdu kvittering í staðin fyri kvittan, bilag ístaðin fyri skjal, men fólk komu kortini skjótt eftir at taka tey nýggju føroysku
viðurskifti, sigur Tóra Tóroddsdóttir. - Hetta er eitt serøki og tí verða tað ongantíð nógv fólk, sum dugahetta væl. Nógv fólk hava eina hóming av hesum viðurskiftum, men tey eru fá, sum hava stóra vitan. Tess [...] støðugt ella á ferð. - Barnakonur, sum av eini ella aðrari orsøk ikki kunnu røra seg so nógv, kunnu vera í vanda fyri at føða børn, ið eru afturúrsigld viðvíkjandi sansaskipan, og heilt nógv børn, ið eg [...] síggja tekin sum hesi. Nógv børn verða uppdagað, tá ið tey koma á stovn, men tað eru altíð nøkur børn, sum ikki verða uppdagað og sum koma í skúla við sansaskipanartrupulleikum. Nógv verða ongantíð viðgjørd
yvir, hvussu nógv og hvørji fólk hyggja eftir filmunum - upplýsingar, tú eisini vanliga skalt gjalda nógv fyri at fáa. Higartil vísa tølini, at eini 50.000 fólk kring allan heim hava klikt seg inn á filmarnar [...] ovfarin av, hvussu væl Youtube egnar seg til at kasta krókar í alskyns fólk kring allan heimin At byrja við helt hann tað nevniliga virka í so amatørkent at marknaðarføra hesar filmarnar á You T ube, har [...] Hann er lítil og sjarmerandi og livir sítt egna lív á netinum. Filmurin Marglittu húsini í Havn er bara ein av 40 enskum stuttfilmum, sum í løtuni eru á veg ella longu ferðast kring heimin umvegis netmiðilin
hjá Skandinavisku Barnamissiónini ikki fest á bussin. Hóast hetta hava fólk longu vant seg við unga prestin við tí hvíta bussinum. Tey vita, at tá hann kemur á gátt, so er tað altíð við tí góða: Tað kann [...] Vitalie er fult greiður yvir, at hetta er ein alt ov stór ábyrgd at leggja á ein tanáring, og tí hevur hann skipað soleiðis fyri at fólk úr kirkju hansara gera reint her og geva teimum mat hvønn einasta dag [...] ella Rusland at arbeiða, men Gud vísti mær ístaðin á støðuna hjá børnunum í Cornesti. Her ynskti eg at verða, men tann stóri spurningurin var: Hvussu í víðu verð byrjar ein fremmandur í býnum eitt arbeiði
uppgávu vaksin, hvørt á sínum øki. Tað eru alt ov mong, ið skjóta handikappmál yvir á almannamál, men tað er sanniliga ikki bara eitt mál hjá Almannamálaráðum. Innan øll øki finnast fólk við breki, og tí eigur [...] er lætt, kann vinnast á øllum, sigur 42 ára gamla, Leila Solmunde. Sum blaðung genta fekk hon staðfest liðagikt, og eftir at sonurin var føddur í 1983, tók sjúkan rættiligt dik á seg, og í dag er hon bundin [...] bundin at koyristóli. - Tá fólk siga við meg, at tað er gott, at eg havi okkurt at takast við, má eg flenna og hugsi um, at eg havi eitt nógv ríkari og fjølbroyttari lív enn tey, sigur hon. Leila sigur