- Eg skilji føroyingar

Søren Christensen, ið tekur við starvinum sum ríkisumboð 1. august, er ein royndur maður - bæði tá tað kemur til norðurlendskt samstarv og føroysk viðurskifti. Tað metur hann vera ein týdningarmiklan fyrimun, nú hann skal virka sum millumlið millum Føroyar og Danmark.

Um fáar dagar stígur nýggi ríkisumboðsmaðurin á land í Føroyum. Við sær hevur hann drúgvar royndir bæði úr Føroyum, øðrum norðurlondum og fjarskotnum londum uttan úr heimi.
At kenna og skilja føroyska mentan er avgerandi í starvinum sum millumliður millum Føroyar og Danmark, og júst hetta metir Søren Christensen vera sín størsta fyrimun.
Eftir nógvum árum í donsku fyrisitingini og sum aðalskrivari í Norðurlanda Ráðharrastovninum, kennir hann føroysku skipanina innanífrá. Hann var millum annað við til at gera bygnaðarbroytingarnar, ið fylgdu av nýggju stýrisskipanarlógini síðst í 90unum, og sum aðalskrivari í Norðurlanda Ráðharrastovninum hevur hann verið við til at taka avgerðir um Norðurlandahúsið, eins og hann er við í arbeiðinum á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
Ítøkiligu royndirnar við Føroyum hava sum so onga beinleiðis ávirkan á hansara leiklut sum ríkisumboð - heldur eru tær við til at hjálpa honum at skilja føroyingar og føroyska mentan, sigur Søren Christensen millum annað í samrøðu við Sosialin í dag.
Hann hevur í nógv ár javnan verið í Føroyum - tríggjar ferðir higartil í ár, og hann skilur sostatt eitt sindur av føroyskum, eins og hann hevur føroysk vinfólk.
- Lat okkum siga tað soleiðis: Eg dansaði føroyskan dans, áðrenn tú var fødd, sigur hann - helst fyri at vísa á, at hann ikki følir seg heilt sum útlending.

Lurtar eftir tónleikinum
Hóast at - ella kanska serliga tí at - hann hevur havt nógv við Føroyar at gera í sínum starvi í donsku fyrisitingini, leggur Søren Christensen serligan dent á ikki at siga nakað, sum kann hava ein politiskan undirtóna. Hann hevur millum annað lært, at tað kann vera eitt viðkvæmt evni, tá danir siga sína hugsan um føroysk viðurskifti og ætlar tí at halda sínar meiningar fyri seg sjálvan.
- Eg ætli mær at lurta eftir tónleikinum, hvørki at stjórna orkestrinum ella at spæla við í tí, sigur hann sum tað fyrsta í samrøðuni um nýggja starvið. Hann leggur tó aftrat, at um nakar er áhugaður at tosa við hann um nøkur av teimum viðurskiftum, sum hann hevður royndir við ella biður um ráð, vil hann fegin vera til hjálpar.
- Mítt starv kann deilast í tríggjar súlur. Ein er tann reint fyristingarligi parturin, sum snýr seg um at veita føroyingum góða tænastu á teimum økjum, sum hoyra til ríkisumboðið, ein er at vera millumliðið, sum ger at tingini glíða eitt sindur lættari, og ein er at gera frágreiðingar til donsku stjórnina, greiðir Søren Christensen frá. Hann leggur serliga dent á tað týdningarmikla í at skilja føroyska mentan, tá hann skal senda frágreiðingar til Danmarkar um politisku støðuna, men eisini tá tað kemur til onnur meira fyrisitingarlig viðurskifti.
- Tá eg skal greiða frá politisku støðuni í Føroyum, er tað av týdningi, at eg dugi at seta meg ínn í, hvat ið tað er, sum gongur fyri seg - og eg haldi, at eg eri førur fyri tí - ikki bara tí eg havi eina langa fortíð í Norðurlendska Ráðharrastovninum, men tí eg havi starvast saman við nógvum føroyingum og havi nógvar royndir við at samstarva við fólki frá allari verðini, sigur Søren Christensen.

Fyrimunur at hava ríkisumboð
Søren Christensen heldur, at tað heilt vist er ein fyrimunur at hava eitt ríkisumboð í Føroyum, so ikki ov nógvar misskiljingar standast millum londini, tí ein dani betur kann greiða dønum frá tí sum fer fram í Føroyum.
- Tað er vist, at ein persónur sum er millumlið og skilir báðar partar betur kann greiða frá, hvussu støðan er. Eg kenni bæði danir og føroyingar, og eg trúgvi, at ein dani hevur lættari við at náa - ella treingja ígjøgnum hjá tí donsku stjórnini enn ein føroyingur - ja, tað eri eg vísur í, sigur nýggja ríkisumboðið, sum eisini sær tað sum sína uppgávu at gera samstarvið millum danir og føroyingar lættari sum heild, til dømis tá tað kemur til fyrisitingarligar uppgávur.
- Vit hava nógv samstarv á øllum møguligum økjum landanna millum. Eitt nú Landssjúkrahúsið og Ríkissjúkrahúsið - tað kunnu vera trupulleikar við samskiftinum - kanska við sjúklingum, sum skulu av Landssjúkrahúsinum til Ríkissjúkrahúsið til dømis. Smálutir kunnu seta kílar í millum og órógva samstarvið. Misskiljingar av ymiskum slagi, sum standast av, at danir kanska ikki kenna til føroysku mentanina. Tað er til dømis mín fatan, at tað skal nokkso nógv til, áðrenn føroyingar klaga, meðan danir eru vanir við at blaka alt á borðið beinanvegin, sigur Søren Christensen og leggur aftrat:
- Eg síggi tað sostatt eisini sum mína uppgávu at vera "maðurin við oljukannuni", sum fær tingini at glíða eitt sindur lættari í samstarvinum millum Føroyar og Danmark.

Hattin av fyri tunlunum
Søren Christensen heldur, at tað ofta kundi verið størri forstáilsi millum partarnar og manglandi vitan um Føroyar førir summar tíðir til politiskar trupulleikar.
- Eg haldi ikki, at danir vita serliga nógv um føroysk viðurskifti, og teir vísa ikki serliga stórt forstáilsi fyri serføroyskum viðurskiftum. Eitt nú í fjølmiðlunum og tá fólk tosa sína millum hava tunnilbygging og vegabygging verið umtalað, sum nakað, sum er óneyðugt. Tað er sjálvsagt tí, at fólk ikki skilja, at støðan í Føroyum er annaðleiðis enn í tí flata Danmark, sigur Søren Christensen og leggur aftrat:
- Tað er av avgerðandi týdningi, at infrastruktururin í Føroyum verður bygdur út, og eg taki hattin av fyri tí, sum er gjørt á tí økinum í Føroyum. Hann samanber støðuna við Noreg, og heldur at tað er størri forstáilsi í Oslo fyri at Norðurnoreg hevur tørv á vegum og tunlum, enn tað er í Danmark fyri tílíkum serføroyskum tørvi. Hetta er ein týdningarmiklil partur av uppgávuni sum ríkisumboð - at formidla føroyskan politik í Danmark og greiða frá føroyskum viðurskiftum, so danskir politikarir og embætismenn skilja grundarlagið undir føroyskum avgerðum.
- Tískil er tað tað mín týdningarmesti førleiki, at eg havi royndir við Føroyum. Um eg ikki kendi til føroyska mentan og føroysk viðurskifti, vildi tað helst verið ofta, at eg ikki hevði verið førur fyri at givið eina frágreiðing, sum var serliga góð fyri nakran av pørtunum um, hvat ið gongur fyri seg á tí politiska pallinum og hví, sigur Søren Christensen.
Hvussu stóran týdning hava frágreiðingarnar hjá ríkisumboðnum á danska stjórnarpolitikkin?
- Tær hava sjálvsagt týdning, men danska stjórnin hevur nógv samband við føroyingar á øllum møguligum økjum, so tær eru bara ein partur av samskiftinum, sum ávirkar danska politikkin.

Norðurlendski samleikin
Umframt at kenna til føroysk viðurskifti gjøgnum sítt starv í donsku miðfyristingini, hevur Søren Christensen havt nógv við føroyskar politikarar og embætismenn at gera í sínum yrki sum aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharrastovninum.
Her hevur hann millum annað havt nógv við Norðurlandahúsið at gera, eins og hann er limur í umboðsráðnum í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
- Føroyingar hava sera sterkan norðurlendskan samleika, og tað tykist sum um, at her er eitt stórt ynski um norðurlendskt samstarv. Tað er náttúrligt, tí í Føroyum eru fá um at loysa nakrar rættuliga stórar trupulleikar, sum eru tengdir at náttúru og øðrum serføroyskum viðurskiftum, og tað er sjálvsagt nógvir fyrimunir við at samstarva við lond, sum hava líknandi trupulleikar - til dømis trupul samferðsluviðurskiftir. Tað eru nógv norðurlond kunnu brúka hvønn annan til - og eiga at gera tað í størri mun, sigur Søren Christen og tekur Smyril Line sum dømi:
- Smyril Line hevur gjørt eina góða felags loysn fyri at fáa ferðafólk til norðurlond við sínum pakkaferðum millum Hetland, Føroyar, Ísland og Noreg. Tað er ein loysn, sum gagnar øllum, og vit skuldu kanska havt meira av tílíkum felagsloysnum, sigur hann og leggur dent á Norðurlandahúsið, sum eitt portur til útheimin.
- Norðurlandahúsið er somuleiðis við til at lata Føroyar upp fyri umheiminum og umheimin upp fyri Føroyingum, og eg haldi veruliga, at tað gevur góða meining, at tað liggur í Føroyum, sigur Søren Christensen, ið gleðir seg til at koma til Føroyar at búgva.
- Eg havi vinfólk her, og mær dámar væl náttúruna - mær hevur altíð dámt sera væl í Føroyum, og eg gleði meg til at flyta hagar - tú kanst siga, at tað er eitt slag av dreymastarvi.

MYNDATEKSTUR

Søren Christensen var millum annað við til at gera bygnaðarbroytingarnar síðst í 90unum, sum fylgdu eftir nýggju stýrisskipanarlógini í Føroyum. Hetta merkir, at hann er betur førur fyri at skilja føroyingar og er bert ein fyrimunur í nýggja starvinum, sigur hann í samrøðu við Sosialin í dag. Mynd Marjun Dalsgaard



Í BOKS

Fakta um Søren Christensen
Søren Christensen hevur seinastu árini starvast í uttanríkismálaráðnum, og áðrenn tað hevur hann millum annað verið aðalstjóri í fíggjarmálaráðnum og aðalskrivari í Norðurlanda Ráðharrastovninum. Hann kennir tískil nógv til Føroyar - eisini í norðurlendskum høpi. Harumframt hevur hann drúgvar royndir í donsku miðfyrisitingini og við kommunal- og amtspolitikki.


Blá bók Søren Christensen

Føddur 31.10.1940
1964Giftur við Inge Christiansen, fødd 22.10.1940
1968 cand. jur frá Lærda Háskúlandum í Keypmannahavn

Størv
1968-71 Skrivari í skrivstovu yvirborgarstjórans
1968-72 1971-73 Varaskrivstovustjóri smst.
1973 Skrivstovustjóri hjá Randers Kommune
1979-86 Kommunalstjóri í Randers
1986 Aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum
1988-94 Fyrisitingar- og starvsfólkaaðalráðið
1994-96 Stiftsamtmaður yvir Keypmannahavnar stift og statsamtmanður yvir Keypmannahavnar amti
1997-03 Aðalskrivari fyri Norðurlanda Ráðharrastovnin
2003 - Kommiteraður í uttanríkismálaráðnum og umboð fyri ráðharran fyri norðurlendskt samstarv.

Nevndararbeiði o.a.
1984-86 Formaður fyri "Kommunaldirektørforeningen i Århus Amt"
1985-86 Næstformaður fyri "Kommunaldirektørforeningen i Danmark"
1986-88 Formaður fyri nevndina í I/S Datacentralen
1986-90Limur í nevndini fyri "European Institute of Public Mangement" og fyri "Danmarks Forvaltningsskole" - formaður frá 1990.
1988-94 Formaður fyri "Centralrådet for Statens Samarbejdsudvalg"
1988-94Formaður fyri lønarráðnum
1988-94Dómari í Arbeiðsrættinum
1988-Formaður fyri "Udetillægsnævnet"
1990-92 Limur í nevndini fyri ATP
1994-96 Næstformaður í nevndini fyri "A/S Datacentralen"