staðfestir Kaj Leo. Hann ivast ikki í, at fíggjarnevndin er samd um týdningin av at hava ein vælutbúnan ungdóm. ? Tað sigur seg sjálvt, at vit vilja ikki forða nøkrum í at sleppa í skúla og fáa eina útbúgving [...] aftur eftir, at skúlin er byrjaður. ? Jógvan á Lakjuni hevur eisini verið í miðlunum og úttalað seg um, at hetta málið er ein stormur í einum vatnglasi, og at trupulleikarnir ikki eru so stórir, vísir Kaj Leo [...] orsakað av vantandi peningi. Tað haldi eg ikki, at nakar í fíggjarnevndini ynskir. Er trupulleikin veruliga til staðar, so eigur landsstýrismaðurin í mentamálum at boða fíggjarnevndini frá sum skjótast. Tað
Tó eru stórveldistankar at síggja í henni við t.d. einum ES forseta og einum ES uttanríkismálaráðharra. Nú fáa vit í hvussu so er nøkur ár, at diskutera hesi tingini í. Sosialurin [...] Allastaðni í Europa verðru sagt, at grundlógin ikki er deyð og at tær fólkatkvøður, ið ætlanin er at hava, verða hildnar. Tann næsta verður í Hollandi longu mikudagin, og tað verður áhugavert at síggja [...] saman í teimum ymsu londonum? Hvussu kann undirtøkan tryggjast uppá sikt, um marignalarnir altíð eru einstøk prosent? Hetta eru spurningar, ið ES londini mugu tosa um komandi tíðina. Fyri okkum her í Føroyum
at veiða stórhval í 1993. Í einum brævi til Kongressina skrivaði Clinton, at norska stórhvalaveiðan var í andsøgn við amerikanska lóg, og at tað var nóg mikið til at seta handilstiltøk í verk. Meiri hendi [...] koyra nógv í bili, og at svenski landbúnaðurin dálkar illa. Dagens Nyheter skrivar, at dálking og ovveiða eru orsøkin til, at toskastovnurin í Eystrasalti er í vanda fyri at doyggja út. Spenningur í Bolivia [...] Sunday Times, at hann er í Iran. Men tað avsanna iransku myndugleikarnir. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Teheran, Hamid Reza Asefi, segði í gjár, at tað ber ikki til at fjala seg í Iran. Hann legði afturat
ferðaskrivstovurnar hava havt úr at gera í seinastuni, tí nógv fólk vilja sleppa suður í heitari lond at halda summarfrí. Veðrið í Danmark hevur verið rættiliga óstøðugt í seinastuni, og tað hevur fingið uppaftur [...] stovunum fara 768.000 danir suður í heitari lond at halda summarfrí í ár, og tað eru 45.000 fleiri enn í fjør. Tær griksku oyggjarnar tykjast vera sera væl umtóktar í ár, men Turkaland og Bulgaria eru [...] Ósemja í OPEC Á fundi í næstu viku skulu londini í OPEC-felagskapinum taka støðu til, hvussu nógva olju tey skulu framleiða. ES-nevndin hevur mælt OPEC-londunum til at økja framleiðsluna eina millión tunnur
prenti og neti í felag skulu skapa kjak um viðkomandi evni millum ungdóm. Blaðið í dag er fyrsta royndin at gera ungdómssíður í Sosialinum, og samstundis er ungdómsportalurin Planet.fo farin í ringrás um føroyskan [...] ungdómssíður í blaðnum aðru hvørja viku. Hetta vil Sosialurin gjarna gera sum eina serliga tænastu til teir ungu lesararnar, sum vit vita eru sera nógvir í tali. Umframt sjálvt blaðið, sum verður í Sosialinum [...] Planet.fo. Í blaðnum Planet ber til at lesa um spennandi fólk, sum hava gjørt vart við seg, tíðindi verða um tónleik og tey kendu, á mótasíðum fara føroysk modell at sýna fram klæði, sum eru frammi í tíðini
Hammersmith í London í 1958, tók kritikarin Harold Hobson soleiðis til í sínum ummæli í Sunday Times: Okkurt er í tíni fortíð - sama ger hvat - sum fer at fáa teg aftur. Hóast tú rýmir út í heimsins fjarastu [...] Saddam, Stalin ella Hitler, í kirkjunum í Rwanda í 1994 (sum ofta einki skjól veittu), í Usbekistan og Abu Ghraib. EG VAR so heppin at hava fingið sess í øðrum rað á gólvinum í the Duchess Theatre, skamt [...] ein stórsigur, finna vit í tí stætti, sum ber steypið, í hondverkinum hjá Harold Pinter. Føðingardagsveitslan varð sum nevnt framførd fyrstu ferð í 1958, í the Arts Theatre í Glasgow. Saman við leikum
búskaparvøksturin í Svøríki verður 2,8 prosent í ár og 3,3 prosent næsta ár, og at inflasjónin verður niðan fyri tvey prosent. Norskur laksur úr Kili Í seinastuni hava fleiri laksavirkir í Danmark keypt laks [...] fyri ein altjóða dómstól. Khodorkovskij og Lebedev vórðu dømdir í eina fongsulslegu, men so leingi málið er í rættinum, sita teir í varðhaldi í Moskva. [...] drátt, men nú er dómurin kærdur til býarrættin í Moskva. Ein av verjunum sigur við Pravda, at dómurin er í stríð við russiska lóg, og at einki hald er í tí, sum ákæruvaldið segði undir rættarviðgerðini
Felagið hevur eisini latið gera nýggjan faldara, ið greiðir frá virkseminum í felagnum. Ein sjúkrarøktarfrøðingur er í fullum starvi í Føroya Felag móti Krabbameini, men av tí at virksemið hjá felagnum er økt [...] um krabbamein og annað í tí sambandi, eru hópin av hentum upplýsingum inni á nýggju heimasíðuna hjá Føroya Felag móti Krabbameini, www.krabbamein.fo. Har fært tú góð ráð um kost í sambandi við krabbamein [...] slóðir eru til nógvar viðkomandi heimasíður. Miðað verður eftir at hava nýggj tíðindi inni á heimasíðuni regluliga, tíðindi, ið eru viðkomandi fyri føroyingar. Føroya Felag móti Krabbameini hevur havt heimasíðu
grein, har hann ger vart við, at fjølmiðlarnir í mestan mun bera hugnalig tíðindi og gloyma sína uppgávu sum vaktari mótvegis politiska valdinum. Hann spyr í greinini: "Men hvar er blaðfólkið? Hvar eru politisku [...] at bera hugnalig tíðindi um rundar føðingardagar og summarstevnur og soleiðis flyta fokus frá ódugnaligu samgonguni í teirri vón, at fólk við tíðini fara at gloyma mistøkini. Tingið í summarfrí Tíverri [...] Tíverri kunnu teir 11 andstøðutinglimirnir í Føroyum ikki seta spurningar og reisa mál á Løgtingi hesa tíðina, tí Løgtingið hevur summarfrí í nærum _ ár. Hesa tíðina eigur samgongan saman við báðum teimum størstu
íslendingar í dag hava ein virðisbrævamarknað, sum í virði svarar til 120% av bruttotjóðarúrtøkuni. Sigurd Poulsen, stjóri í VMF, metir tó ikki, at hetta er eitt tal, sum føroyingar fara at røkka í bræði, men [...] Tað er jú so, at eingi tíðindi skulu út, fyrr enn eigararnir hava fingið tey at vita. Og hesir skulu allir fáa boðini samstundis. Men kunnu slíkar mannagongdir ikki verða truplar í Føroyum, har sambandið [...] Tað ber sjálvandi ikki til at seta dagfesting á, men vit hava eina tíðarætlan, har vit vóna, at tað í 2007 eru níggju føroyskar fyritøkur skrásettar. Vit vita jú, at okkurt alment partafelag kanska kemur