Nýggj Planet í ringrás

Sosialurin kann í dag bjóða lesarum sínum vælkomin á eina nýggja Planet ? eitt ungdómsblað. Harafturat hava Sosialurin og Føroya Tele í felag tikið stig til ein nýggjan ungdómsportal á internetinum ? planet.fo.

Sosialurin hevur dagliga ein breiðan og fjølbroyttan tíðindaflutning um øll viðurskifti í samfelagnum ? eisini viðurskifti, sum viðkoma og snúgva seg um ungdómin. Sosialurin dekkar tónleikalívið, ítrótt, mentan og onnur øki, har ungdómur er við og fylgir við. Men umframt vanliga tíðindaflutningin fer Sosialurin frameftir at hava serligar ungdómssíður í blaðnum aðru hvørja viku. Hetta vil Sosialurin gjarna gera sum eina serliga tænastu til teir ungu lesararnar, sum vit vita eru sera nógvir í tali.

Umframt sjálvt blaðið, sum verður í Sosialinum annan hvønn hósdag, hava Føroya Tele og Sosialurin í felag gjørt ein nýggjan ungdómsportal, sum verður dagførdur fleiri ferðir um dagin við tíðindum um tónleik, móta, tey kendu og annað. Hesin ungdómsportalur skal verða nýggja heimstaðið hjá føroyskum ungdómi á netinum og fer at avloysa Pop.fo, sum hevur verið ein tónleikaportalur burturav. Frameftir verður tað besta hjá Pop.fo samantvinna við annað á Planet.fo.

Í blaðnum Planet ber til at lesa um spennandi fólk, sum hava gjørt vart við seg, tíðindi verða um tónleik og tey kendu, á mótasíðum fara føroysk modell at sýna fram klæði, sum eru frammi í tíðini, og aðrir tættir verða eisini við. Ætlanin er eisini, at Planet á prenti og neti í felag skulu skapa kjak um viðkomandi evni millum ungdóm.

Blaðið í dag er fyrsta royndin at gera ungdómssíður í Sosialinum, og samstundis er ungdómsportalurin Planet.fo farin í ringrás um føroyskan ungdóm. Vælkomin á eina nýggja Planet.