TILVERUNNAR GOLDBERG-VARIASJÓNIR

Framførslan á the Duchess Theatre í London av THE BIRTHDAY PARTY eftir Harold Pinter er ein listarligur stórsigur

Eftir Hanus Kamban
?????????????????

HUGSA TÆR ein frítíðarbý í Onglandi, onkustaðni úti við strondina. Í einum fátæksligum húsum, har til ber at hýsa fremmandafólki, búgva hjúnini Petey og Meg. Petey hevur til arbeiðis at vara av teimum legustólum, har ferðafólk kunnu sita ella slanga sær niðri við sjóvarmálan. Meg er húsmóðir, fjálgar um mannin og um teirra einasta búfasta gest - tann einsliga og arbeiðsleysa Stanley, ið nærkast teimum fjøruti.
Tá ið tjaldið fer upp, situr Petey og fær sær morgunmat, meðan Meg gongur honum til handa. Samrøðan hjúnanna millum er innantóm, men ikki óvinarlig. Tað er týðiligt, at Meg hevur størri áhuga fyri sínum gesti enn sínum manni. Stanley er ikki morgunmaður, húsfrúan ótolnast meira og meira, til end-ans kann hon ikki bara sær, men fer upp á kamarið hjá gestinum og mest sum rívur hann av songini. Nøkur opinbering er tó ikki í tí harra, sum nú trínur inn á pallin - skitin, frísutur, órakaður og við skjúrtuni hangandi uttan fyri buksurnar. Ikki tí, hansara fesjuta útsjónd rímar við umhvørvið, eina lítið hugnaliga stovu við grønmynstrutum tapeti og slitnum, bíligum innbúgvi.
Tá ið Petey er farin til arbeiðis, tekur eitt spæl seg upp millum gest og húsfrúu, eitt slag av koksan, har tey orð ið verða søgd ofta merkja tað øvugta av teirra innihaldi, við sjónskum kynsligum undirtónum. Stanley minnir mest um ein gamlan drong, sum hevur damlað sær burtur úr samfelagsins vandasjógvi og inn á deyðavatn - og har funnið eina tiltaksmammu, sum hann kann arga og samstundis fáa trygd og ugga frá.

YVIR TEIRRI heilagu grøvini valdar enn friður. Oidipus og Iokaste, í lurvutari East End-útgávu, sleppa at hugna sær í náðum heima við hús, meðan (um vit toyggja samanburðin) Laios kongur røkir sítt ábyrgdarstarv sum stólavørður niðri á sandinum. Hesin Petey tykist vera komin beinleiðis úr onkrari søgu eftir Herman Bang, nógv er ikki um hann, men hann hevur, vísir tað seg seinni, rankari rygg enn nakar annar í hesum leiki.
Longu tíðliga sníkir ein feril av órógv seg inn í leikin. Áðrenn hann fer til arbeiðis, fortelur Petey fyri konu síni, at hann hevur hitt tveir harrar niðri á strondini, sum sóknast eftir taki yvir høvdið. Tá ið Meg ber Stanley hesi tíðindi, skilst straks, at nú verður brátt annar, og álvarsamari, táttur tikin upp.
Eg veit ikki, hvussu onnur føla ella hugsa í eini slíkari støðu, men sjálvur havi eg hug at grípa um stólin, tá ið Pinter førir greipuna Goldberg-McCann inn á pallin. Tað er sum at sita í flogfari og brádliga dumsa niður í eitt lufthol, ið er sum ein sloka - líkst niður í helviti. Ikki tí, at síggja til eru hesir feðgar ikki øðrvísi enn teir streymlinjaðu mótajunkarar, tú hittir á almennum móttøkum.
McCann, tretivu ár, í bleikgrønum klædningi og við grønum slipsi, sær kanska eitt sindur snubbutur út, ikki maður, tú so-leiðis ósjálvrátt flýgur um hálsin á. Men Goldberg, harafturímóti, er - hóast farin um tey hálvthundrað - ein rættur sjarmørur, spelkin, brosandi, sloktur, tungan sum smør, í ljósagráum klædningi við prangandi stríputum slipsi. Hesin fínibeiggin kundi fyri tí verið italienskur mafiubossur, ráðharri í Hvíta Húsinum ella forseti í Usbekistan.
Eftir at nøkur - at síggja til høvisk - inngangsorð eru fallin, skilst, at hesir harrar eru ikki ørindaleysir, og enn minni at spæla við. Tað er Stanley, teir vilja koma í takholt við, hetta veit Stanley, angistin seyrar inn í hann og drepur inn í hvønn blett og hvørja rivu í stovuni, og var tað ikki so, at replikkirnar hjá Pinter - líkasum tær hjá Shakespeare ella Ibsen - goyma í sær deldir av komiskum møguleikum, hevði ivaleyst mangur hyggjari slept sær á dyr, tá ið Stanley av álvara kemur fyri rættin.
Avhoyringin av Stanley - har spurningarnir, hann verður undirdíktur í, gerast alsamt meira høpisleysir og samstundis fáa dám av vaksandi grimd - er dømi um djúpt ímyndaðan skaldskap, eina lýsing av andaligari terrorismu, sum neyvan hevur sín líka í heimsins bókmentum.

MEN HVØRJA misgerð hevur hesin neyðar maður gjørt? Hví verður Stanley avhoyrdur og ákærdur? Lyklar til svar upp á hesar spurningar finna vit í persónleikunum hjá Goldberg og McCann, í teirra málburði og tilsipingum.
McCann er íri, og av tilsipingum til t.d. Oliver Blunkett, sum var írskt halgimenni, og Drog-heda, har Cromwell í 1649 á blóðugan hátt beindi fyri írskum uppreistrarmonnum, skilst, at hann umboðar írskan katólskan átrúna. Goldberg, hinvegin, sum tosar um gefilte fish og pyntar sín slokta, afturhorvandi orðafloym við øðrum jiddiskum heitum, umboðar jødadóm av Cockney slag. Báðir venda í heilum aftur til trúnna, slektina, mammuna, fortíðina, til tað halga og óspilta. Teir umboða sostatt patriarkatið, tolkað á jesuittiskan hátt, í tveimum monoteistiskum útgávum.

LEIKURIN ER sostatt, innan fyri eitt ávíst mark, eitt neyvt realistiskt verk. Vit fáa enntá ábendingar um, at Goldberg og Stanley hava kenst fyrr. Men samstundis er greitt bæði at evnisviðgerðin fatar um annað enn átrúnaðarligan yvirgang, og at leikurin í øðrum parti víðkar seg út um tað veruleikakenda og verður allegoriskur og lutvís surrealistiskur.
Hesir garparnir, sum hava leitað Stanley upp, eru á ein hátt ímyndir, holdgerðir av tankans ella samvitskunnar røringum. So fjaðursárur hann annars er, er Stanley á ein hátt ein hetja. Hann hevur gjørt ta stóru misgerð at vilja definera seg sjálvan, skapa sínar egnu reglur - ella óreglur - og liva sambært teimum. Hann er ein, ið noktar at akta, normbrótari, konformitetsrýmingur. Vit, sum upplivdu sekstiárini, vita, at eina slíka leið gongur tú ikki órevsaður. Tá ið The Birthday Party varð framførdur á Lyric Hammersmith í London í 1958, tók kritikarin Harold Hobson soleiðis til í sínum ummæli í Sunday Times:

Okkurt er í tíni fortíð - sama ger hvat - sum fer at fáa teg aftur. Hóast tú rýmir út í heimsins fjarastu avkrókar og krógvar teg í tí ókendasta høli í tí mest burturgloymda býi, so er ein dagin møguleiki fyri, at tveir menn fara at koma. Teir fara at leita eftir tær og tú sleppir ikki burtur. Og onkur fer eisini at leita eftir teimum. Ræðsla er allastaðni.

Eftir er at nevna tað mest sjálvsagda tematiska brigdið í hesum leiki: hansara beinraknu og framskygdu politisku staðfesting. Tá ið tann ójavni dysturin um valdið millum øðrumegin Stanley og hinumegin feðgarnar Goldberg og McCann seinast í 50-árunum losnaði undan dulvitsvæðingini hjá einum vreiðum unglingi úr Thistlewaite Road 19 í East End, lýsti Pinter samstundis neyvt 20. og 21. aldar politiska gerandisdag. Stanley, riknan í tronga av maktini, við bankandi títlingshjarta, finna vit í pínslukjallarunum hjá Saddam, Stalin ella Hitler, í kirkjunum í Rwanda í 1994 (sum ofta einki skjól veittu), í Usbekistan og Abu Ghraib.

EG VAR so heppin at hava fingið sess í øðrum rað á gólvinum í the Duchess Theatre, skamt frá pallinum. Og eina ferð enn mátti ein sanna, at enskur sjónleikur - tá hann er bestur - neyvan verður tikin. Sinead Matthews sum Lulu, Geoffrey Hutchings sum Petey og Finbar Lynch sum McCann leika øll sannførandi. Um Paul Ritter sum Stanley er at siga, at hansara avrik var so fullkomið, at ein frá byrjan gloymdi alt um sjónleik, av teirri orsøk, at identifikasjónin var lýtaleys. Hvussu kann hann fara út á gøtuna eftir hetta? hugsaði eg, tá lógvabrestirnir fullu.
Men høvuðsrollurnar høvdu tey bæði Eileen Atkins (sum Meg) og Henry Goodman (sum Goldberg). Um Eileen Atkins er at siga, at hon er millum tey mætu nøvnini í enskari leiklist og hevur havt eitt ótal av leiklutum í sjónleiki, sjónvarpi og filmi. Sjálvur havi eg sæð hana á palli tvær ferðir fyrr - í eini glæsiligari uppseting av Ibsens John Gabriel Borkman - sum dagar upp um flestu sjónleikir, sum ein háreistur tindur, við snjóskørðum og glerknúkum í erva - og, í 1997, í eini ógloymandi framførslu av A Delicate Balance eftir Edward Albee.
Uppgávan í The Birthday Party man vera út av lagi krevjandi, tí Meg skal, við sínum eitt sindur ótýdliga áhuga fyri sínum gesti, vera vakin, men hon skal samstundis sova: hon varnast ikki, hvat veruliga fer fram og veit, tá ið leikurin er av, ikki, at hennara elskaði Stanley er eitt vrak, eitt lívleyst hylki, nú uppstásað, klætt í lýtaleysan borgaraham, kanska enntá tunguleysur. Men Eileen Atkins faftraði ikki á eina løtu.
Henry Goodman er, eins og Pinter sjálvur, føddur og uppvaksin í East End í London. Eisini hann hevur havt eitt ótal av leiklutum, ikki minst úr leikum eftir Shakespeare. Sum Goldberg leikar hann so úrlíka væl, við slíkum neyvleika, við slíkum hegni til at bera fram eitt smikursøtt fínmentað klisjemál, sum samstundis er travesti, óhugnadæmd glasing uttan á barbaríi og morði, at hyggjarin bara situr og gapar. Ber tað til at leika so væl? spyr ein seg sjálvan. Jú, er svarið, har Edward Alleyn og Richard Burbage einaferð virkaðu, ber tað til.

MEN HØVUÐSGRUNDINA til, at ein slík framførsla kann gerast ein stórsigur, finna vit í tí stætti, sum ber steypið, í hondverkinum hjá Harold Pinter. Føðingardagsveitslan varð sum nevnt framførd fyrstu ferð í 1958, í the Arts Theatre í Glasgow. Saman við leikum eftir Brecht, Beckett og Osborne var hesin leikur við til at nútíðargera og umskapa bretska leiklist.
Tað var tó frá byrjan greitt, at Pinter hevði eina rødd, sum var eyðkend og bara hansara, eitt neyvt, myrkt og intenst mál, søkklaðið av hóttan, angist og duldari vreiði. Sum aðrir leikir komu frá honum - eitt nú Húsavørðurin, 1959, og Heimkoman, 1964 - varð greitt, at hann í grundini er yrkjari, ein dapurleikans, trongans, men eisini ein uppreistrarins og frælsisins hásyngjari, ein patriarkatsins lýriski húðfleingjari. Og longu áðrenn hann skrivaði The Birthday Party, hevði høvundurin við eini yrking, ið mest minnir um eitt kvæði ella eina balladu, ímyndað sær allan leikin:

They played at blind man´s buff,
Blindfold the game was run,
McCann tracked Stanley down,
The darkness down and gone

Found the game lost and won,
Meg, all memory gone,
Lulu´s lovenight spent,
Petey impotent;

A man they never knew
In the centre of the room,
And Stanley´s final eyes
Broken by McCann.

Yrkingin ber prógv um, at Føðingardagsveitslan ikki er eitt hugsað verk, men fesklika kveikt og føld list, við persónum úr holdi og blóði. Hinvegin er heldur ikki eitt so satt verk sprottið úr ongum. Harold Pinter hevði, tá hann skrivaði leikin, spælt í eini ørgrynni av meira ella minni kabarettkendum leikum, og greipan Goldberg-McCann kann hava røtur og fyrimyndir í tátíðar music hall mentan, í nú gloymdum teitum og kabarettum.

MEN AÐRAR tilelvingar kunnu eisini hugsast. Á nítjan ára aldri las Pinter skaldsøguna Der Prozess - Sakarmálið - eftir Franz Kafka. Bókin bleiv liggjandi, goymd og ikki gloymd, í hansara andaliga kufferti, og um 1990 varð hann biðin um at skriva handrit til eina filmútgávu av skaldsøguni. Pinter legði tá dent á at lata søgugongdina hava ein - ikki, sum vanligt, ekspressionistiskan - men realistiskan karm, tí, sum hann helt fyri, henda søgan er hvørki abstrakt ella furðulig, men beint frameftir og skilvís. Trupulleikin hjá Jósef K er, at hansara skilvísi, dirvi og vit, so fyrimyndarlig tey annars kunnu vera, ikki gagna honum - av teirri orsøk, at hann, uttan at vita av tí, leikar í einum loyndum handriti, hvørs høvundur er á aðrari, gátuførari, uttanjarðligari bylgjulongd. Handritið tykist, so langt menniskjan kann hóma, høpisleyst:

Ein yvirskrift, eg hevði sett á Sakarmálið er: Hvat spæl leikar Gud? Tað er tað, sum Jósef K í roynd og veru spyr. Og tað einasta svarið hann fær er ógvuliga harðrent ("a pretty brutal one").

Tann, sum sær ella lesur The Birthday Party, hevur ikki ilt við at kenna Kafka aftur. Seinast í skaldsøguni verður Jósef K. av tveimum tignarligum harrum í svørtum diplomatfrakkum og undir hatti førdur út um býin til avrættingar í einum grótbroti. Føðingardagsveitslan kann síggjast sum ein dramatiserað útgáva av skaldsøguni, har hesir garpar hava fingið høvuðsleiklutir, og somuleiðis kann gentan Lulu (møguliga) síggjast sum ein pintersk Frälein Bürstner.
Men ber til at toyggja henda samanburðin longur? Er ein heimspekiligur líkleiki millum skaldsøguna hjá Kafka og leikin hjá Pinter? Tað er ikki lætt - og kanska heldur ikki rætt - at svara beinleiðis upp á henda spurning.
Men eins og ein dómari, hvørs andlit verður verandi fjalt, sveimar onkustaðni uppi yvir teirri villiniborg, har Jósef K. reikar, soleiðis eru bæði Goldberg og McCann í evstu syftu amboð, bæði ómetaliga eirindaleysir og samstundis bangnir og fjálturstungnir boðfretar hjá einum felagsskapi, teir rópa "the organisation", hvørs ovasti harri eisini er krógvaður. Lagnuna hjá Jósef K. ella Stanley kenna vit. Orðaskiftið um Dómaran - høv-undin at tí loynda handritinum - kann so halda fram, kanska so leingi menniskju eru til.

Harold Pinter: The Birthday Party. Duchess Theatre, Catherine Street, London WC2.