Ert tú krabbameinssjúklingur ella avvarðandi, ella vilt tú bara vita meiri um krabbamein og annað í tí sambandi, eru hópin av hentum upplýsingum inni á nýggju heimasíðuna hjá Føroya Felag móti Krabbameini, www.krabbamein.fo. Har fært tú góð ráð um kost í sambandi við krabbamein, kanst lesa um sjálvhjálparbólkarnar undir felagnum og stóra virksemið, sum er í felagnum, umframt kunning um nógv, ið rørir seg innan krabbameinsviðgerð og -røkt.
Allar greinirnar, ið hava verið á heimasíðuni, eru savnaðar, og slóðir eru til nógvar viðkomandi heimasíður. Miðað verður eftir at hava nýggj tíðindi inni á heimasíðuni regluliga, tíðindi, ið eru viðkomandi fyri føroyingar.
Føroya Felag móti Krabbameini hevur havt heimasíðu síðan 2002 og sambært kanningum er síðan væl vitjað. Fólk, stovnar og fjølmiðlar kunnu fara inn á heimasíðuna og tekna seg at fáa tíðindabrævið. Felagið hevur eisini latið gera nýggjan faldara, ið greiðir frá virkseminum í felagnum.
Ein sjúkrarøktarfrøðingur er í fullum starvi í Føroya Felag móti Krabbameini, men av tí at virksemið hjá felagnum er økt so nógv seinastu árini, verður ein sjúkrarøktarfrøðingur settur aftrat - fyribils hálva tíð í eitt ár.