Allastaðni í Europa verðru sagt, at grundlógin ikki er deyð og at tær fólkatkvøður, ið ætlanin er at hava, verða hildnar. Tann næsta verður í Hollandi longu mikudagin, og tað verður áhugavert at síggja, hvussu leikur fer. Óansæð hvat hollendarar og hini londini siga, so má eitt franskt nei metast at verða eitt álvarligt skot fyri bógvin hjá ES Grundlógini, eftirsum tað er ringt at ímynda sær, at nakað verður framt í ES uttan franska medvirkan antin so ella so.
Undanførslurnar fyri franska nei?ið eru nógvar, harímillum generell ónøgd við Chirac og misnøgd við ætlanini at loyva Turkalandi uppí ES. Tað kann verða, at hetta eru faktorar, ið hava ávirkað, men um hesir faktorar hava givið útslagið, so hevur undirtøkan verið ov lítil óansæð. Spurningurin er, um ikki hetta er eitt gott dømi um fremsta trupulleikan við ES, ið er væntandi fólkslig undirtøka. Hetta skal ikki skiljast sum mótstøða móti ES sum so, men tað vísir seg, at hvørja ferð ein traktat skal atkvøðast ígjøgnum, so hendir tað so at siga altíð við sera smølum meiriluta. Vit kunnu bert minna um Maastricht avtaluna, ið so bleiv lappað við Edinburgh avtalini, eftir at Maastricht fall. Kann eitt samstarv millum 25 lond verða bygt uppá, at man hvørja ferð akkurát fær skavað ein meiriluta saman í teimum ymsu londonum? Hvussu kann undirtøkan tryggjast uppá sikt, um marignalarnir altíð eru einstøk prosent? Hetta eru spurningar, ið ES londini mugu tosa um komandi tíðina.
Fyri okkum her í Føroyum var eitt franskt nei ikki óbetingað ring tíðindi. Uppá stutt sikt kemur franska nei?ið at ávirka okkara búskap. Euro gjaldoyrað fall mótvegis dollarnum eftir fronsku fólkaatkvøðuna, og fer framhaldandi at fella komandi tíðina. Hetta kemur at ávirka donsku krónuna, og sostatt okkum. Fer danski búskapurin at vikna, so fylgja vit við í ein ávísan mun, men tó kunnu eisini fyrimunir verða fyri føroyskan útflutning til ávísar marknaðir, um krónan viknar eitt sindur. Á tí positivu síðini, so er Staturin Europa ein hóttan móti fríhandli við lond uttan fyri múrarnar á tí, ið viðhvørt verður nevnt "Europaskansin". Vit kenna ES protektionismu á okkara kropp sum er, og tað eru eingi tekin um, at henda protektionisman verður minni við øktari integratión. Heldur tvørturímóti. Eisini gevur eitt franskt nei til ES grundlógina okkum eitt skoðbrá, at tosa um, hvussu okkara viðurskifti við Danmark kunnu ávirkast av einari slíkari grundlóg.
Grundlógin var helst yvirmett av bæði teimum bjartskygdu og teimum dapurskygdu. Grundlógin hevði neyvan verið tann kollveltingin, ið hesir báðir áðurnevndu bólkar gera hana til, tí hon hveur ein rættiliga generellan karakter. Tó eru stórveldistankar at síggja í henni við t.d. einum ES forseta og einum ES uttanríkismálaráðharra. Nú fáa vit í hvussu so er nøkur ár, at diskutera hesi tingini í.
Sosialurin










