varð samgonguskjal endaliga undirskrivað. Henda góða mánað vóru nógvir samgongumøguleikar havdir á lofti, men úrslitið var, at sjálvsstýrissamgongan frá 1998 samdist um at leggja Miðflokkurin afturat sær [...] Sum politiskur flokkur, ið byggir á kristiligu lívsáskoðanina, er Miðflokkurin heilt serligur í føroyskum høpi. Hjartamálini hjá flokkinum eru fyrst og fremst bygd á etisk mál, og tískil víkir Miðflokkurin [...] úttalilsum um fosturtøku og samkynd, sum vaktu mikla øsing millum stóran part av føroyingar. Fjáltur kom á nógv fólk, tí stór óvissa varð um, hvat flokkurin við avgerandi atkvøðuni hjá samgonguni ætlaði at nýta
frá honum. Á hendan hátt dugdi hann best at skapa smáar søgur og tílíkt, antin tað er álvarsamt ella skemtingarsamt. Her uppi á Ovasta lofti skrivaðu vit millum annað: Árið runt, Stevnumøtið á Penaplássi [...] sita uppi á ovasta lofti í Geil. Borðið stóð frammanfyri vindeyganum við øðrum endanum móti kaminuni. Frammanfyri sat eg og skrivaði, og við hin borðendan plagdi Mads at sita við vinstra alboga á borðendanum [...] Hetta sæst á Baldursbrá, har hann hevur verið ritstjóri á fleiri av bløðunum seinastu tíðina hjá Ungmannafelagnum. Baldursbrá kom út 105 ferðir. Av hesum stóð Petur Alberg sum ritstjóri á 16 av hesum
Legði tí leiðina norður í góðari tíð bæði til tess at nýta hetta høvið til eisini at støkka inn á gólvið hjá góðum kenningum og at kunna meg um, hvar hesin listaskáli var. Jú, hann var niðri í Turkihúsinum [...] hann sjálvur veitir bæði høli og privat málningasavn, fyrimyndarliga fjálgar eisini um mentanarlívið á staðnum. Men tað var konsert, vit vóru komin til. Skráin var fjølbroytt og væl sett saman. Hóskandi [...] verður til. Soleiðis her í fyrra parti hendingin við eiturkoppi, sum stillisliga kemur niður undan lofti, og skrúgonga og gøtuveitslurómur í tí seinna. Tónamálandi var eisini Suite de chasons populaires
hava við sær. Her verða evni havd á lofti, sum hava stóran týdning fyri ungdóm - eitt nú kærleiki, sum jú ikki altíð er so lættur at finna út av. Eisini verður komið inn á tráanina eftir ferð og spenningi [...] útgávudagurin hjá bókini er fríggjadagin 29. januar 1998 og í hesum sambandi eru koyrilærarar bodnir á eitt skeið í hølunum hjá Ferðslutrygd Yviri við Strond 21, henda dag kl. 10.00, har kunnað verður um
Khader, sum eftir øllum at døma arbeiðir á café´ini, vit sita í. Tær tykjast at vera rættiliga væl. – Ja í byrjanini missir tú álitið á øðrum fólkum og er altíð á varðhaldi. Men so løgið tað ljóðar, so hava [...] fimm smábørn. Unga sýriska familjan verður við eitt tikin á bóli. Tryggu karmarnir í bygdini í Syria eru við eitt eygnakast skiftir út við eina íbúð á Istedgade. Porno er júst givið leyst í Danmark, og hetta [...] Bente Dalsbæk vísir á, at umstøðurnar seinasta árið hevur havt við sær, at hon er blivin tilvitað um týdningin av, at tey sum familja gera nakað saman. -Sjálvandi ert tú stúrin av og á og hugsar nógv um
medisin og Amariel á listaakademiið í Keypmannahavn. Bert eitt ár seinni gavst Marianna, av tí at henni dámdi ikki tað fakliga í útbúgvingini. Marianna fekk starv á innkeypsmiðstøðini á Ríkishospitalinum [...] deildarleiðari á miðstøðini, har hon var í nøkur ár. Heimafturkomin fekk hon starv sum sjúkrasystir á psykiatrisku deild. Tá hon varð biðin um at undirvísa í psykiatriskari sjúkrarøkt á sjúkrasystraskúlanum [...] síggja øðrvísi upp á tingini, sigur Marianna. - Harnæst havi eg alt lív mítt lagt merki til, at munur verður gjørdur á gentum og dreingum, ikki tí at nakar beinleiðis vil gera mismun á kynunum. Hinvegin
varð fluttur á sjúkrahúsið, har hann vaknaði aftur hálvantriðja tíma seinni við ræðuligari pínu. Hann hevði fingið álvarsligan skaða, og somu nátt varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið. Á landssjúkrahúsinum [...] áðrenn Leivur fekk at vita, hvat bagdi. Tað var í 1992, tá hann fór til fysioterapeutin, Leilu á Lofti, at hann fekk at vita, at hann hevið koyrilsbrest. Vit venda aftur til vanlukkudagin.. Buldrut jól [...] bilin farið útav og lupu niðan at vita, hvussu til stóð. Anna og vinmaðurin fóru niðan á vegin, har tey fingu fatur á fólki. Tað eydnaðist monnunum at lyfta bilin so mikið, at tey fingu Leiv leysan. Hann
minna á, at eins og árstíðirnar hava síni serligu hugtakandi eyðkenni, várið og summarið sítt serliga ljós og litir - á sama hátt kann vøkstur og ljós sanniliga vera hugtakandi litfagurt á heysti og á vetri [...] Eyðun Joensen, sálarfrøðingur Jógvan Róin, lækni Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi Jógvan Fríðrikson, prestur Leila á Lofti, fysioterapeutur Jóhannes Hansen, samfelagsfrøðingur Elsa [...] einfalt mátin, sum fólk á ellisárum velja at liva síni ellisár uppá - tó framvegis alt eftir givnum umstøðum, eitt nú heilsuligum førleika og tí, sum lagnan kann leggja okkum á. Til dømis kann tað svíða
m. Umleið hundrað indiánarar arbeiða á Alcan í Kitimat, og onkuntíð standast trupulleikar. ? Tað kemur fyri, at "you dum indian" setningurin verður havdur á lofti, men sum heild gongur arbeiði væl millum [...] Anfinn Mikkelsen at enda, sum síðani 1965 hevur starvast á risafyritøkuni Alcan í Kanada og verið álitismaður á eini av heimsins størstu konsernum. Lívið á toppinum hevur sambært honum verið náðileyst og krevjandi [...] inum. Hann hevur arbeitt á náðileysa tindinum í áratíggjur. Og ger hann eitt mistak, verður hann spakuliga og tilvitað trýstur úr valdssirklinum. Jú, tað er hart at arbeiða á eini multinationalari risafyritøku
blóðtrýstið hækkar á ein nátúrligan hátt, at immunverjan verður styrkt, og at vit verða minni stressað. Og í Danmark eru tey farin at brúka klovnar á eitt nú barnadeildini og skurðdeildini á Ríkissjúkrahúsinum [...] fyrilestrahaldararnir eru: Eyðun Joensen, sálarfrøðingur Leila á Lofti, fysioterapeutur Jógvan Róin, lækni Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi Jógvan Fríðrikson [...] logiskt og lata kenslurnar koma í aðru røð. Í dag er vísundin komin eftir, at kenslur hava stóra ávirkan á okkara likamliga trivnað. Tað vísir seg, at tá kenslusentrið í heilanum verður stimbrað, við at vit