Sagt verður, at ein góður látur kann leingja lívið, og at tað øvuta styttir lívið. Longu í Bíbliuni nevnist gleði sum heilsufremjandi. Eisini í gamla Grikkalandi skuldi tú duga at spæla minst eitt ljóðføri fyri at kunna gerast lækni. Tað má hava verið, tí kenslurnar eisini hava verið hildnar at hava havt týdning fyri lekidóm
Kortini kunnu vit nokk øll verða samd um, at í okkara mentan hava kenslur altíð verið undirmettar í mun til vit og skil. Líka frá fyrstu skúlaárum fáa vit at vita, hvussu umráðandi tað er at duga at brúka síni evni at hugsa logiskt og lata kenslurnar koma í aðru røð.
Í dag er vísundin komin eftir, at kenslur hava stóra ávirkan á okkara likamliga trivnað. Tað vísir seg, at tá kenslusentrið í heilanum verður stimbrað, við at vit hoyra eini góð tíðindi, fáa rós ella annað, sum ger okkum glað, so fossa endorfinir út í kroppin, sum ger, at blóðtrýstið hækkar á ein nátúrligan hátt, at immunverjan verður styrkt, og at vit verða minni stressað. Og í Danmark eru tey farin at brúka klovnar á eitt nú barnadeildini og skurðdeildini á Ríkissjúkrahúsinum, tí tað vísir seg, at tá fólk verða glað, kenna tey eisini minni pínu.
Sjálv gangi eg til láturskeið, har vit flenna og flenna, so eg mest sum fari dansandi eftir vegnum heimaftur. Vit flenna ikki at nøkrum, vit flenna saman tað er eisini tað, sum er so týdningarmikið.
Hví gloyma vit at smílast og vera glað? Hvat er tað, sum ger, at vit eru so skjót at kritisera okkum sjálvi?
Okkurt bendir á, at hetta situr djúpt í okkum. Vit minnast søguna um Klokkeblomst, sum situr fangað í torninum, har heksin allatíðina situr og fortelur henni, hvussu mishátt og ljót hon er. Klokkeblomst trýr henni til ein dagin, ein prinsur kemur og sigur henni, hvussu vøkur hon er. Og í eygunum á prinsinum sær Klokkeblomst umsíðir, at hon jú er vøkur.
Allar søgur hava okkurt at siga. Hendan sigur okkum, at Klokkeblomst í roynd og veru ikki sat fangað í torninum men í síni egnu negativu fatan av sær sjálvari. Ikki fyrr enn onkur kom og fekk broytt hesa fatan, varð hon frígjørd.
Sum menniskju eru vit ofta sera skjót at halda lítið um okkum sjálvi. Vit kenna tað jú øll. Sigur tú við eina vinkonu: Sum hasin frakkin er flottur, skuldi tað ikki undra, um hon svarar: Oys, hetta er bara okkurt, eg keypti á útsølu fyri tveimum árum síðani. Og hugsa bara um, hvussu vit ganga og grenja: Altíð gongur tað út yvir meg, maður mín lurtar ongantíð eftir mær, eg havi arvað alt tað keðiliga frá mammusa familju ... Við at blíva við at fortelja okkum sjálvum sovorði niðurbrótandi, enda vit við at trúgva uppá tað. Tað fer inn í okkara dulvitsku, og vit missa álitið á okkum sjálvi.
Tí er tað so umráðandi, at vit at læra okkum at taka ímóti vinarligum orðum og siga takk fyri, heldur enn at kveistra tey burtur.
Av onkrari orsøk eru vit eisini alt ov skjót at plága okkum sjálvi við slíkum, sum er hent fyri mongum árum síðani: Bara eg hevði havt ein betri barndóm; um bara eg hevði verið skild ella ikki skild frá manninum; bara eg hevði uppdrigið míni børn øðrvísi; hevði hon bara givið mær eina umbering fyri hatta, hon segði, so ...
Ella vit hoppa inn framtíðina: Um bara eg fái eina nýggja íbúð; um nú dóttir mín flytur eitt sindur nærri; tá eg fari á pensjón, tá verður tað heilt vist betri ...
Og so duga vit so ómetaliga væl at samla uppá fornermilsir. Rós gloyma vit ofta eftir fáum minuttum, meðan tað, sum onkur gjørdi skeivt ímóti okkum fyri 30 árum síðani, situr fast. Vit kenna jú søguna um konsentratiónslegufangan, sum møtti einum medfanga nógv ár seinni og spurdi, hvussu hann hevði tað, og hann svaraði Nei, eg havi tað ikki gott, tí eg kann ikki fyrgeva teimum. Kanst tú ikki tað, so ert tú framvegis fangi hjá teimum, svaraði hin so aftur.
Um vit ikki duga at vera til í degnum í dag, gera vit hann ikki bara lítisverdan. Vit síggja heldur ikki gleðirnar, hann hevur at bjóða og lata í staðin fortíðina og framtíðina oyðileggja okkara nútíð.
Tað ber faktiskt til at trena seg at leita fram tað góða heldur enn tað keðiliga úr fortíðini og ímynda sær, hvørjar spennandi avbjóðingar framtíðin hevur at bjóða, heldur enn at stúra fyri henni. Men eg kann ikki vænta, at onnur gera hetta fyri meg. Eg má taka fyrsta stigið sjálv, byrja við at fortelja mær sjálvari ymiskt gott um meg sjálva.
Carpe Diem gríp dagin! Hugsa um, hvat ommubarnið júst segði við teg, legg merki til, hvussu væl døgurðin smakkar og øll tey smáu, góðu tingini, sum allatíðina eru at leggja merki til. Forkela teg sjálva, bjóða tær sjálvum út at eta. Og ger so ein lista yvir alt, tú dugir væl. Tað er ríkiligt at taka av. Tú dugir væl at baka bollar, at ansa ommubørnunum, at syngja, gera fimleik ... Hvørja ferð tú byrjar at halda, at tú ikki er góð nokk, so hygg uppá listan. Tað geri eg sjálv, og tað riggar.
Men glaðir tankar og smíl ávirka ikki bara okkum sjálvi. Sum heimspekingurin, K.E. Løgstrup segði: Tú hevur ongantíð við eitt annað menniskja at gera, uttan at tú hevur ein part av teirra lagnu í tíni hond Sig við teg sjálvan, at ímorgin fari eg at smílast til seks fólk uppi í SMS. Vita eftir, hvussu glað tey blíva ...
Greinarøð:
Greinarøðin, Ábyrgd fyri egnari heilsu, tekur støði í átta fyrilestrum, sum vórðu hildnir í Tilhaldinum í Tórsgøtu í fjør og fyrrárið. Út frá ymsum sjónarhornum viðgera fyrilestrarnir spurningin: Hvat kanst tú sum eldri sjálvur gera fyri at varðveita eina góða heilsu so langt upp í árini, sum gjørligt?
Teir átta fyrilestrahaldararnir eru:
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
Leila á Lofti, fysioterapeutur
Jógvan Róin, lækni
Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur
Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi
Jógvan Fríðrikson, prestur
Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi
Anna Jacobina Ellingsgaard, mentanarberi á Eiði