Dagny Joensen
?????
Eftir at hon sum 20 ára gomul fór undir útbúgving sum sjúkrasystir og starvaðist í heilsuverkinum í 30 ár, tey seinastu 18 árini sum lærari á Sjúkrasystraskúla Føroya, broytti 53 ára gamla Marianna Norðoy yrkiskós og stovnaði Galerie Focus í Grím Kambansgøtu í Havn.
Hóast tað kann tykjast at vera eitt langt lop millum hesi bæði yrkini, so eru tey ikki ólík, heldur Marianna Norðoy.
- Tá um listina ræður, so snýr tað seg um at síggja og sansa. Tað havi eg eisini lært innan sjúkrarøktina. Tosa vit listarætningar ella "ismurnar", eitt nú um expressionismu og impressionismu, sum gevur listini úttrykk og inntrykk, so ganga hesi hugtøkini aftur í báðum førum. Í veruleikanum kann eg brúka lærdómin frá mínum gamla yrki og føra tað yvir á tað, sum eg í dag fáist við, sigur Marianna Norðoy.
Fyri trimum árum síðani stovnaði Marianna Norðoy Galerie Focus, sum er franska heitið, ið verður brúkt í Evropa.
Skiftandi framsýningar
Um skipanina í arbeiðinum, sigur Marianna, at hon hevur valt at hava skiftandi framsýningar, sum eru umleið átta ferðir árliga. Í samband við framsýningar, er galleríið opið 14 dagar aftaná, har fólk hava møguleika at síggja og keypa listaverk. Marianna er kortini altíð tøk, og fólk kunnu ringja til hennara. Er hon ikki heima, eru onnur fólk, sum taka yvir.
Skráin yvir framsýningar í Galerie Focus er løgd eitt ár fram í tíðina. Í innbjóðingarkortum og faldara sæst, hvørji listafólk framsýna og nær. Oftast eru tað tey kendu føroysku listafólkini sum sýna fram, tó at nøkur norðurlendsk listafólk eru á skránni.
Um virksemið annars, sigur Marianna Norðoy, at hon ger avtalur við listafólkini og skrivar sáttmála í samband við framsýning, setir upp og ger plakat til hvørja framsýning sær, umframt faldara um verkini hjá listafólkinum, eins og honsendir eini 400 - 600 innbjóðingar út, tá ferniseringar eru.
Annars geri eg alt fyrifallandi arbeiðið í framsýningarhølinum, máli og spartli og tílíkt sum skal til, sigur Marianna Norðoy.
Enn er eingin heimasíða gjørd, men kortini fær Marianna Norðoy nógvar fyrispurningar úr Danmark, Noregi og Íslandi, um at sleppa at framsýna í Galerie Focus.
- Eg geri sjálv av, hvørjar framsýningar skulu vera og tað er sjáldan, at eg taki av fyrispurningum, sigur Marianna Norðoy, sum næstan altíð verður móttikin við vælvild, tá hon vendir sær til listafólk
Hvítu tuflurnar gjørdi munin
Marianna Norðoy er fødd og uppvaksin, sum miðlingur av níggju systkjum, á Stongunum í Klaksvík. Har gekk hon í barna- og realskúla, og giftist blaðung við Amariel Norðoy, listamanni, sum tá var í læru sum skipstimburmaður. Tey fingu ein son, áðrenn tey bæði fóru undir víðari útbúgving.
- 14 ára gomul setti eg mær fyri at lesa til sjúkrasystur. Tað minnist eg av tí at, tá vit vildu sleppa í realskúla, skuldu vit grundgeva fyri tí.
- Orsøkin var, at mær dámdi so væl hvítu tuflurnar hjá systur míni, sum var sjúkasystir, sigur Marianna
Tá hon hevði fingið prógvið, fóru hjúnini til Danmarkar. Marianna fór at lesa medisin og Amariel á listaakademiið í Keypmannahavn. Bert eitt ár seinni gavst Marianna, av tí at henni dámdi ikki tað fakliga í útbúgvingini.
Marianna fekk starv á innkeypsmiðstøðini á Ríkishospitalinum. Eitt ár seinni fekk hon starvið sum deildarleiðari á miðstøðini, har hon var í nøkur ár.
Heimafturkomin fekk hon starv sum sjúkrasystir á psykiatrisku deild. Tá hon varð biðin um at undirvísa í psykiatriskari sjúkrarøkt á sjúkrasystraskúlanum, førdi tað til, at hon seinni fekk útbúgving sum lærari. Hon var á sjúkrasystraskúlanum í 18 ár.
40 ára gamlar hugsa øðrvísi
Spurd hvussu tað ber til, at hon skifti yrkiskós, sigur Marianna Norðoy, at tað ikki var avgerð sum varð tikin í einum. Talan var um eina prosess yvir longri tíðarskeið og um at umstøðurnar vóru til staðar júst tá.
Hon heldur, at hugsanin um at gera okkurt annað, kom um 40 ára aldur, men ikki, sum so ofta verður tikið til, av tí at børnini vóru vaksin og flutt heimanífrá.
- Eg haldi at kvinnur júst í hesum aldri broytast. Tær fáa ein innari frið og hvíla meir í sær sjálvum. Í hesum tíðarskeiðið í lívinum, byrja kvinnur at síggja øðrvísi upp á tingini, sigur Marianna.
- Harnæst havi eg alt lív mítt lagt merki til, at munur verður gjørdur á gentum og dreingum, ikki tí at nakar beinleiðis vil gera mismun á kynunum. Hinvegin, so helt eg, at tíðin var til, at eg gjørdi nakað við tað, fyri at menna meg persónliga, sigur Marianna Norðoy.
Heimspeki og ymsar trúarlærur
Hon fór undir serliga áhuga sín at lesa sálarfrøði, serliga gestaltpsykologi og heimsspeki, eitt nú Kierkegaard, Løgstrup og Sartre.
- Eg setti eg mær fyri at lesa slík verk, fyri at mennast sum menniskja. Tað førdi meg víðari til átrúnaligan lesnað. Upprunaliga eri eg uppald í Brøðrasamkomuni, men av tí at mær ikki dámdi moralsku og etisku trúarlæruna, skúgvaði eg fyri nógvum árum síðan til viks alt, sum hevði við átrúna at gera.
- Fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag, fór eg at lesa um aðrar átrúnalærur, eitt nú um Islam og Buddismu.
- Eg haldi, at tær fremmandu religiónirnar oftani verða misskiltar, men í veruleiknaum er talan um ein og sama lærusetning - nevniliga kærleiksboðið. Tað hevur einki við lærusetningarnar "Tú mást ikki" og "tú mást" at gera, sum vit oftani hoyra.
- Harnæst verður okkara fatan av Bíbliuni og øðrum trúðarlærum, serliga lagt eftir kvinnunum. Tær verða ikki tiknar í álvara og kunnu t.d. ikki ráða yvir sínum kroppi.
- Eitt nú hava fundamentalistarnir peikifingurin á lofti í spurninginum um fosturtøku. Tað haldi eg er skeivt. Um kvinnur og rættindi stendur í Bíbliuni: Tað at vera menniskjað merkir tað sama um tú ert maður ella kvinna. Bæði kynini hava ábyrgd fyri sær sjálvum, og á evsta degi skal hvør einstakur standa til dóms fyri Gudi.
Ikki brúk fyri dómara
- Tað merkir í mínari verð, at vit ikki hava brúk fyri dómarum á jørð, sum vilja kúga kvinnurnar.
- Hví sigur tú tað?
- Tað kemst av at vit hava átrúnaligir bólkar, sum halda seg eiga rættin at taka kvinnuna av ræði. Gott dømi um hetta er spurningurin um fosturtøku.
- Hetta er mál, sum bert kvinnan kann taka støðu til. Tað skal hon í øllum øðrum førum í sínum lívi. Bert kvinnan hevur ábyrgd av sínum kroppi, og tí kann eigin annar siga, hvat er best fyri hana. Tað veit hon best sjálv, sigur Marianna Norðoy.
Hon heldur ikki, at kristindómurin og buddisman eru ólík. Boðskapurin er tann sami, og snýr seg um kærleiðiksboðið.
- Hvat er størsti munurin í tínum núverandi starvi og tí gamla?
- Mítt samskifti við fólk er sjálvandi øðrvísi, og eg havi ikki samband við so nógv fólk, sum tá eg hevði nógvar næmingar. Kortini er samskiftið, sum eg havi við viðskiftafólk og listafólk ikki so ólík.
Inntrykk og ávirkan
- Í Galerie Focus tosa vit um tað, sum í listini ræður, um at síggja og sansa og at hava umsorgan. Tað havi eg eisini lært í sjúkrarøktini. Viðvíkjandi listafólkunum, so snýr listin seg eisini um at sansa og fata. Tosa vit um ymsu listarætningarnar ella "ismurnar", eitt nú expressionismu og impressionismu, sum gevur listini úttrykk og úttrykk, ganga hugtøkini aftur í báðum førum. Í veruleikanum kann eg føra lærdómin í mínum gamla yrki yvir á tað, sum eg fáist við í dag, sigur Marianna Norðoy.
- Hvat heldur tú um orrustuna innan listaheimin í seinastuni?
- Sjálvandi skuldi stjórin á tjóðarsavni okkara havt listfrøðiliga útbúgving.. Eg haldi ikki, at tað átti at verið ein spurningur um persónligar eginleikar ella royndir, men um listfrøðiliga vitan og innlit.
- Listaskálin er so lítil og nýtist ikki ein fíggjarstjóra, sigur Marianna Norðoy.