Leiting eftir 17 ára gomlum í Upernavík er steðgað

Síðan leygardagin hevur verið leitað eftir einum 17 ára gomlum dreingi í Grønlandi

Grønlands Politi sigur í tíðindaskrivi, at tað tíverri ikki hevur eydnast at finna hin 17 ára gamla, hóast dúgliga hevur verið leitað.

 

- Tískil er leitingin nú steðgað, og tey avvarðandi hava fingið boðini, verður lagt aftrat.

 

Tað var seinasta leygarmorgun, at løgreglan fekk boðini um saknaða dreingin í Upernavík.

 

Grønlands Politi setti í verk umfatandi leiting í samstarvi við Arktisk Kommando.

 

- Vit takka teimum mongu sjálvbodnu, sum hava luttikið í leitingini, sigur løgreglan í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur.