Í døgunum 26.-29. mai verður Fróðskaparsetur Føroya vertur fyri stóru, altjóða ráðstevnuni, sum kallast UArctic Congress 2026.
Vísindaliga ráðstevnan verður hildin í stórhøllini við Tjarnir, og altjóða luttakaralistin er longu komin upp um túsund fólk. Talan verður sostatt um ta størstu altjóða ráðstevnuna, sum nakrantíð hevur verið hildin í Føroyum.
Í tí sera fjølbroyttu og rúgvismiklu skránni, sum fevnir um tríggjar dagar, vera umleið 200 framløgur á tremur við nýggjari og spennandi vitan. Granskarar og fyrilestrahaldarar fara at hava munnligar framløgur, postarasýningar, pallborðsfundir, rundborðskjak og verkstovur, og alt verður skipað undir fimm høvuðsevnum:
- Burðardygg vinnulig menning og altjóða samstarv
- Hav og havrannsóknir
- Veðurlagsbroytingar í Arktis
- Lívfrøðiligt margfeldi
- Upprunafólk og samfeløg í Norðri
Eisini eru aðalfundur, rektarafundur og onnur tiltøk á skránni. Harumframt verður skipað fyri einum almennum tiltaki í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn, ið verður ókeypis, og har øll eru vælkomin at luttaka.
Havráðstevnan hjá Arktiska Ráðnum
Sum nakað serligt verður havráðstevnan hjá Arktiska Ráðnum, Ocean Connectivity Conference, partur av UArctic Congress 2026. Talan verður tí um tvinnar ráðstevnur við einari samanflættaðari skrá.
Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri havráðstevnuni í tøttum samstarvi við Arktiska Ráðið, Havstovuna og Uttanríkis- og Mentamálaráðið.
Katrín Jakobsdóttir og Costas Kadis á skránnni
Millum høvuðsrøðararnar á ráðstevnuni eru fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir, og ES-kommisserurin í Hav- og fiskivinnumálum, Costas Kadis.
Bæði koma tey á pallin til setanina tann 26. mai, har tey fara at bera fram røðu og seta sjóneykuna á týðandi spurningar um framtíðina í Arktis og í havinum.
Um UArctic
UArctic (University of the Arctic) er eitt altjóða samstarvsnetverk av universitetum, granskingarstovnum og øðrum stovnum, sum arbeiða við gransking og útbúgving í og um Arktis.
Umleið 200 stovnar úr øllum heiminum eru limir í netverkinum. Fróðskaparsetur Føroya er ein av hesum limastovnum.
Atgongumerki
Fólk hava møguleika at keypa atgongumerki til ein ella tveir dagar. Kunnað verður um hetta á www.setur.fo í næstum.
Hetta skrivar setur.fo, og har er eisini nærri kunning um ráðstevnuna.










