- Tað var tátt norðanfyri, men tá vit komu út um tunnilsmunnan oman fyri
Ánirnar, var glerstoytt. Nakað niðri í brekkuni var eingin bilverja. Bilurin fór útav og bóltaði einar tríggjar ferðir runt.
Tá avtornaði, lá eg hálvur út gjøgnum hurðina, kleimdur undir bilunum og einum steini. Sjálvur minnist eg einki av hesum ? vanlukkudagurin er fullkomiliga burtur úr minni mínum.
Soleiðis greiðir Leivur Sørensen av Viðareiði frá ferðsluvanlukkuni, sum fyri smáum 25 árum síðan nærum kostaði honum lívið.
Lívið bjargað - heilsan mist
Øll árini síðan tá, hevur Leivur livað av heilvági fyri høvuðpínu. Hann hevur runnið frá einum lækna til annan. Tað finst neyvan tann viðgerð, hann ikki hevur roynt.
- Allur peningurin, sum vit skuldu havt nýtt uppá húsini, er farin til viðgerð av øllum møguligurm slagi, sigur hann.
Men einki hjálpti, og sama hvat hann royndi, fekk hann ikki verið til fyri pínu.
Ikki bert pínan var ræðulig, men eisini máttloysi um, at hann ikki fekk verið tað fyri familjuna, sum ein maður eigur at vera. Hetta nívdi hann so nógv, at hann meiri enn eina ferð royndi at taka lívið av sær.
Nógv ár skuldu ganga, áðrenn Leivur fekk at vita, hvat bagdi. Tað var í 1992, tá hann fór til fysioterapeutin, Leilu á Lofti, at hann fekk at vita, at hann hevið koyrilsbrest.
Vit venda aftur til vanlukkudagin..
Buldrut jól
Bert 14 dagar frammanundan vóru Leivur og Anna vorðin maður og kona. Nú gleddu tey seg at halda fyrstu jólini í nýggju húsum sínum, saman við ársgamla soninum.
Tollaksmessudagur var, og Anna nýtti høvið at fara við Leivi til Klaksvíkar, tá hann fór at koyra ein vinmann til Ternuna. Um enn allar jólagávurnar vóru keyptar, so kann ein klaksvíkskona á Viðareiði altíð finna okkurt at fara til Klaksvíkar til dagin fyri jólaaftan.
Men hesin túrurin gjørdist ein lagnutúrur, og jólini hjá Onnu vórðu hildin við sjúkrasongina hjá deyðsjúka manninum.
Hildu hann vera deyðan
Úr Ánunum høvdu fólk sæð bilin farið útav og lupu niðan at vita, hvussu til stóð. Anna og vinmaðurin fóru niðan á vegin, har tey fingu fatur á fólki.
Tað eydnaðist monnunum at lyfta bilin so mikið, at tey fingu Leiv leysan. Hann var nú bláur og lívleysur, og tey ivaðust ikki í, at hann var deyður.
Sjúkrabilurin kom, og Leivur varð fluttur á sjúkrahúsið, har hann vaknaði aftur hálvantriðja tíma seinni við ræðuligari pínu. Hann hevði fingið álvarsligan skaða, og somu nátt varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið.
Á landssjúkrahúsinum varð staðfest, at nýrað var so nógv skatt, og 3. jóladag varð hann lagdur undir skurð, og annað nýrað mátti takast.
Alla tíðina var konan hjá honum. Jól og jólagávur var ikki í tonkum hennara, her hon sat hjá manninum. Hann lá og tosaði við ongum skili, orsaka av øllum morfininum hann fekk.
Leivur hevði eisini fingið álvarsligan heilaskjálvta, og tá hann einaferð kom fyri seg, sá út fyri honum, sum lá alt á liðini.
Ein oyðimarkargongd
Leivur var ógvuliga stívur í nakkanum og niður í ryggin, men eingi brot sóust, so einki varð gjørt við tað.
Hann varð útskrivaður 10. januar og fekk at vita, at hann kundi fara til skips aftur út á várið.
Hann gleddi seg eisini at sleppa aftur á sjógvin, tí sjólívið var hansara lív. Sum so nógvir aðrir var hann farin til skips bert 14 ára gamal, og seinni hevði hann tikið skiparaprógv.
Stutt fyri vanlukkuna hevði hann, saman við øðrum, keypt trolara, men enn hevði hann ikki verið nakran túr við Rivkolli, sum báturin kallaðist.
Men tað gekk als ikki hjá honum at arbeiða umborð. Hann lá fyri tað mesta í koyggjuni og var meiri til møði enn føði umborð.
Hann mátti í land, og nú byrjaði ein oyðimarkargongd frá einari kanning til aðra. At enda varð staðfest, at hann leið av posttraumatiskari høvuðpínu.
Fínt navn, men eingin hjálp..
Krubban tømist
Á landssjúkrahúsinum hevði Leivur tosað við ein sosialráðgeva, sum segði, at hann kundi onga hjálp fáa frá tí almenna, fyrrenn hann hevði brúkt hvørt oyra.
- Vit vóru so illa fyri, at okkum kom als ikki í huga at royna heimatryggingina av sjómonnum, sigur hann.
Einaferð út á várið, ringdi svágur hansara til Fiskimannafelagið, og tá eydnaðist Leivi at fáa minstuløn í 3 mánaðar. Men heldur ikki har var nakar, ið minti hann á heimatryggingina.
Tríggjar mánaða minstalønin varð soleiðis einasta inntøkan hjá honum í eitt heilt ár.
Tað gekk long tíð, áðrenn Leivur fekk nakran fíggjarligan stuðul frá tí almenna. Tó sigur hann, at bæði lands- og kommunuskattur var honum eftirgivin.
Seinni eydnaðist honum at koma undir endurútbúgving, og Leivur fór á HF. Men heldur ikki skúlagongdina megnaði hann, orsaka av høvuðpínuni.
Eftir at hava roynt ymiskt annað, gjørdu Leivur og konan av at fara niður til Danmarkar á skúla. Tey fluttu niður til Haslev, har hann byrjaði at lesa á Haslev Teknikum.
Vildi sleppa at doyggja
Alla tíðina hevði Leivur tikið sterkan heilivág móti pínu og hevði stútt ilt í høvdinum, niður í nakkan og í rygginum.
Alt hetta byrjaði at ganga honum uppá á nervarnar, og at enda varð hann lagur inn á psykiatriska deild.
Har hoyrdi hann fyrstu ferð orðið depressión nevnt. Hann hevði sagt fyri læknanum, at hann onkuntíð hevði hugsað um at tikið lívið av sær. Men hóast tað, útskrivaði læknin hann, gav hon heilivág fyri nervarnar og segði:
?Tekur tú hetta glasið í einum, so steindoyrt tú!?
- Eg haldi, læknin segði hetta fyri at ræða meg, so eg ikki gjørdi nakað býtt, sigur Leivur.
Men ein dagin sá alt so vónleyst út hjá honum ? alt gekk illa, og skuldarkensla mótvegis konuni nívdi.
Nú hann sá bara deyðan sum útveg.
Hann skrivaði konuni eitt bræv, fór út um býin og hvølvdi allar tablettirnar í seg í einum.
Hvat síðani hendi, veit Leivur ikki. Hann vaknaði uppaftur á sjúkrahúsinum í Ringsted, har hann varð útpumpaður.
Hetta var ikki einasta ferðin, at Leivur var so niðarliga, at hann ynskti at sleppa burtur. Men til alla Guds lukku, eydnaðist honum ikki at fullføra royndirnar.
Hjálp í eygsjón
Av tilvild hoyrdi Leivur um danska læknan, Øivind Mathiasen, sum niðri verður kallaður, piskesmældslægen.
Leivur setti seg í samband við læknan, og eftir fáar viðgerðir var týðiligur bati hjá honum.
Hann er framvegis í viðgerð hjá læknanum, og brennur nú fyri, at tey her heima, ið líða av hesum sama, skulu fáa sama møguleika, sum hann.
Leivur sigur, at hesi árini hava verið ring at komið í gjøgnum. Skjótt er at gerast beiskur, og nógv kundi verið at funnist at.
- Men tað kann eg ikki brúka til nakað nú. Nú ynski eg at koma víðari við lívi
mínum.
Eg eri konu míni so hjartaliga takksamur fyri, at hon hevur hildið út saman við mær alla hesa longu tíð. Áttu vit ikki gudstrúnna í øllum hesum, so veit eg ikki, hvussu hevði verið vorðið hjá okkum, sigur Leivur at enda.