Lítillætni Petur Alberg

Ungmannafelagið fyri 100 árum síðani:

Í sama viðfangi sum eg nevni tey ymsu løgini hjá mær, má eg eisini skriva nakað um Ung­manna­felagið, tí tað ól so nógvar góðar kenslur fram í okkum ungu, og tann tíðin er so samanknýtt við so at siga øll míni løg.

Havnar Ungmannafelag varð íbirt 6. november 1906. Mads Winther, Nyholm Debes og eg sendu lista runt í Havn og bjóð­aðu ungfólki saman til fund í gamla Sloans Sali. Ein rúgva var møtt, og tó at øll ikki komu við í felagið, sum nú varð stovnað, var tó limatalið stórt (upp til 150).

 

Høvuðsmálið var at vekja ans fyri móðurmálinum

Hvørt mikukvøld skuldi møti haldast frá 9-11. Nyholm Debes kom við uppskoti um, at vit skuldu hava eitt skrivað felagsblað, eins og ungmannafeløg í Noreg høvdu tað. Hetta uppskotið var væl undirtikið, og blaðið bleiv skýrt Baldursbrá. Hvørja viku skuldi veljast nýggjur blaðstýrari, sum so skuldi hava blaðið liðugt skrivað til næsta fundarkvøld, og sum sjálvur skuldi lesa tað upp. Teir felagslimir, sum á nakran hátt vóru førir til tess, skuldu senda greinir og yrkingar til blaðstýraran. Greinirnar kundu vera antin stuttligar ella álvarsamar. So skuldi eisini hvørt kvøld veljast ein orðstýrari, sum til næsta kvøld skuldi finna eitt evni til limirnar at kjakast um. Hann skuldi sjálvur røða fyrst, og so kundi einhvør kjakast um evnið aftaná. Tá limirnir vóru møttir, kl. var sum oftast kvart til ella hálvgum tíggju, bleiv møtið byrjað við einum føroyskum álvarsamum sangi. Sum oftast skipaði eg, tí Mads, ið var formaður, dámdi so væl mítt syngingarlag, og hann bað altíð meg skipa. Hann sjálvur dugdi væl at kvøða í dansi, men ikki so væl at syngja ein sang.

 

Blaðið Baldursbrá

Baldursbrá var skrivað inn í eina innbundna bók í foliostødd. Tær blivu einar fimm, áðrenn felagið sovnaði í 1911. Mads var fyrsti blaðstýrari. Kristin bróður hevði teknað titulblaðið í fyrstu bók. Ikki var alt so gott, ið var skrivað í Baldursbrá gjøgnum árini, men nógvar greinar vóru frálíkar, og av hesum átti Mads meginpartin í. Sum dømi kann nevnast “Eitt heppið bragd”, “Faðir vár”, “Árið runt” o.s.fr.

Fyrsta veturin hildu vit møti frá november til apríl. Um summ­arið 1907 var hvíld, og við oktober mánaða 1907 byrjaði so Ungmannafelagsins annar vetur. Næstan allar greinirnar, sum Mads Winther smíðaði hendan veturin, blivu skrivaðar í felagi við mær. Vit báðir plagdu at sita uppi á ovasta lofti í Geil. Borðið stóð frammanfyri vindeyganum við øðrum endanum móti kaminuni. Frammanfyri sat eg og skrivaði, og við hin borðendan plagdi Mads at sita við vinstra alboga á borðendanum, rygginum móti útvegginum, krosskastaðum bein­um og guva blákardús, meðan hann dikteraði, og eg skriv­aði. Tað “fleyt” frá honum. Á hendan hátt dugdi hann best at skapa smáar søgur og tílíkt, antin tað er álvarsamt ella skemtingarsamt. Her uppi á Ovasta lofti skrivaðu vit millum annað: Árið runt, Stevnumøtið á Penaplássi, Faðir vár, Hvat síðan viðurfórst Petrinu, Tá teir deklareraðu, Byrjandi vár og nógv annað.

 

So væl lá fyri hjá Hans Andriasi

Meðan eg skrivi um “ovasta loft” skal eg her nevna eitt lítið dømi um, hvussu lætt tað fellir Hans Andrias at yrkja. Tað skuldi vera gildi í felagnum. Eg skuldi vera blaðstýrari. Mads og eg sótu nú uppi á loftinum og smíðaðu søgur. Vit báðir sótu sum vant við borðið og Hans Andrias, sum hetta kvøldið eisini var har uppi, sat í seingini hjá mær við beinunum uttanfyri stokkin og legði uppí, meðan Mads dikteraði. Vit bóðu hann heldur taka og yrkja ein sang til Baldursbrá, sum eg kundi syngja á veitsluni. “Ja, vel”, segði Hans Andrias, “gev mær eitt lag at yrkja eftir.” Vit nevndu so Drachmann: “Se det summer af sol over engen”, og Hans Andrias sat nú eina løtu og ruggaði aftur og fram.

So rópar hann: “Skriva nú”, og so dikteraði hann mær trý ørindi í senn. “Nei, sum sólin á fjøllini skínur”. Hann hevði yrkt allan sangin í okkurt um eitt korter og goymdi øll trý ørindini i høvdinum í senn.

Ógvuliga ofta varð eg valdur til orðstýrara. Mær dámdi tað ikki so illa, tí hetta starvið stuttleikaði mær, og Mads vildi helst hava meg at lesa sínar søgur upp. Tá blaðið var fyri hond gingu ofta fleri dagar til at skriva inn í tað og tekna høvd, sum eg altíð gjørdi mær nógvan ómak við. Serliga vóru tað veitslubløðini, sum vit løgdu okkum nær við.

 

Ungmannafelagsgildi í 1907

Leygarkvøld 23. november 1907 var annað gildi ungmanna­felag­s­ins hildið. Eg var valdur til blað­stýrara. Fleri dagar framm­an­undan starvaðust Mads Winther og eg við Baldursbrá. Ta ferðina skrivaðu vit millum annað Bræv frá Bjørn Winther til Brand Alberg og annað. Eg gjørdi mær nógvan ómak við høvdinum yvir blaðnum. Í blaðið hevði eg eisini skrivað Hans Andriasar sang “Eg elski tíni eygu” við nótum omanfyri, eg ætlaði mær at syngja hann. Gildiskvøldið kom, eitt deiligt mánaljóst kvøld, hópur av limum vóru komnir til veitsluna og alt var hugnaligt, ljóst og festligt. Fyrst dansaðu vit inntil kl. 12. So kom kaffi, og tá skuldi blaðið lesast upp, meðan drukkið bleiv. Eg las so tær fyrstu greinirnar, og so kom sangurin.

Eg segði frá, at nú kom ein yrking av Hans Andriasi, sum eg skuldi royna at syngja ístaðin fyri at lesa, men eg nevndi einki um lagið, tað ætlaði eg skuldi vera ein hemmiligheit, hvør hevði smíðað. Men tá reisist Mads upp av beinkinum og segði, at hann vildi bert siga frá, at lagið til hendan sang var originalt, og at Petur Alberg hevði smíðað tað. Eg bleiv hálvilla við, tí eingin av hinum limunum vistu nakað um, at eg hevði gjørt tað, og eg var so bangin fyri at vera grinin í há fyri mína frekheit. Men syngja mátti eg. Áðrenn eg fór at lesa, hevði eg drukkið ein snaps uppi á loftinum frá Mourits hjá Hans Mohr. Salurin glitraði av ljósum, pyntaður við fløggum var hann. Ljósklæddar gentur sveimaðu runt umkring við kaffikannum og køkuføtum. Beinkirnir runt um salin vóru avtaklaðir við glaðum veitslugestum, alt var fest – fest. Eg kom í stemning, og eg sang so hjartaliga, sum eg kundi. Tað var fyrstu ferð, eg sang offentliga, og spenningurin hjá mær var óførur, men væl eydn­aðist, og eg var nógv fagn­aður aftaná. Tað var ein deilig veitsla.

 

Hans Andrias kemur heim

Seinast í november ella fyrst í desember 1907 kom Hans Andrias aftur úr Keypmannahavn við einari slupp, Maritanu. Á heimferðini hevði hann yrkt Heimferð - “Heysið mesan og stórsegl, nú heim eg sigla vil”. Henda yrking var prentað í jólanummarið av Tingakrossi í 1907. Hans Andrias hevði tá verið reiðiliga leingi burtur. Hann skuldi fáast við at studera í Keypmannahavn, men tað bar ikki til. Hann manglaði pening og hvørt av sínum.

Nú kom hann heim, júst sum ungmannafelagið treivst av tí allar besta. Tað var lív fyri Hans Andrias. Hann tók fatt alt fyri eitt at yrkja og skriva. Tað var ein óførur stuðul.

 

Stinuborg

Hann fór nú at halda privatskúla fyri smábørnum um dagarnar. Nøkur kvøld í vikuni helt hann kursus í føroyskum og øðrum fyri vaksin. Serliga vóru tað fólk úr ungmannafelagnum, sum tóku lut. Til at halda skúla í leigaði hann sær eitt hús yviri á Kák, har sum Sámal hjá Sannu og síðan einkja hansara Stina búði. Stina giftist aftur við Elias Johansen í Rættará, og húsið stóð fyri einki. Hetta hús, sum vit góvu navnið Stinuborg, bleiv nú samlingspláss fyri okkum vinmonnunum, t.d. Michael í Dávastovu, Niels á Krákusteini, Óla Jákup í Horni, kollfirðinginum A. E. Djurhuus, Símun Petur (Zachariassen), Andrias Ziska, Nyholm, Mads Winther og eg. Mest var tað eg einsamallur, ið vitjaði Hans Andrias. Stovuvindeygað, ið er 3 rammur ella 1½ fak stórt, vendir suðureftir. Frammanfyri tí stóð borðið, sum Hans Andrias skrivaði á. Í krókinum innanfyri borðið stóð ein stór kista. Við hin borðsendan móti hurðini, sum var í sjálvum horninum, stóð ein stólur. Frammanfyri borðinum var Hans Andriasar sessur. Fram við norðara bróst stóð eitt langt borð við leysari plátu á tveimum bukkum. Hetta var skúlaborðið. Báðu megin vóru beinkir og fyri endanum stólar. Ein lampa hekk uppi yvir hesum borðinum. Á hinum var ein standilampa. Bíleggarovnurin var í stovuni. Veggirnir vóru ómálaðir, men Hans Andrias hevði eina svarta talvu, eina stóra reol og annað inni, so tað var heilt hugnaligt. Her var mong hugnalig løta. Eg vitjaði støðugt yvir í Stinuborg um kvøldarnar. Antin las Hans Andrias nýsmíðaðar yrkingar fyri mær, ella eg sang nýsmíðaði løg fyri honum, ella vit prátaðu um forelskilsi og annað tílílkt “svermarí”. Vit høvdu altíð onkra flammu, sum inspireraði okkum sjálvsagt – stór børn vóru vit báðir tveir. Stundum var hildið kalas í Stinuborg um dansikvøld. Tá gekk tað meira harðliga til, og prátið var ikki so stilt og poetiskt, sum tá skaldið og eg sótu tveir einir. Ja, Stinuborg goymir nógv minnir, mest um hugnaligar stillar løtur, men eisini um kvøld, tá hugurin var kátur.

Sum greitt varð frá í Miðvikuni um 100 ára dagin fyri lagið fyri tjóðsanginum, so var tað eisini í Ungmannafelagshøpi, at Petur Alberg gjørdi lagið til grækarismessusangin Tjaldur ver vælkomið. Hesum greiðir Petur Alberg frá í hesi frásøgn og verður ikki endurtikin.

 

Aftur veitsla

Leygardagin 28. mars 1908 høvdu vit aftur veitslu í Ung­manna­­felagnum. Tað hevur eingin verið síðan 23. november árið fyri. Eg var blaðstýrari og tók nú tveir sangir uppí, “Nú er lotið lýtt” og “Eg saðlaði mær ein hvítan hest” úr Hans Andriasa “Maritu.” Í ein fart smíðaði eg tvey løg og sang teir so veitlsukvøldið. Hetta var eitt vakurt og stuttligt veitslukvøld. Hans Andrias hevði verið fyristøðumaður fyri “dekoreringini” av teatirsalinum, og um hetta hevði Mads og eg skrivað eina grein í Baldursbrá, sum varð lisin veitslukvøldið og var til stóran stuttleika.

 

Avskeðsveitslan

So leið tíðin. Apríl var skjótt at enda, og í mai skuldi eg fara avstað (til Noregs at læra til málara). Leygarkvøldið 25. apríl helt Ungmannafelagið avskeðsveitslu fyri mær í teatir­salinum. Har vóru nógv vøkur orð søgd, helst av Mads A. Winther, nógv ov vøkur fyri meg, so eg sat og rodnaði upp um bæði oyru. Hans Andrias hevði gjørt sína røðu uppá rím sjálvsagt, ógvuliga vøk­ur og hjartalig var hon. Hon er skrivað í einum av teim bókum, eg havi savnað føroyskar yrkingar uppí. [Hana hava vit funnið fram, og er hon tískil prentað í hesi grein].

Eg var so ovfarin og rørdur av øllum hesum, tí eg kendi á mær, at eg hevði ikki fortjent tað. Eg hevði jú so lítið gjørt í Ungmannafelagnum, einans lisið upp nøkur Baldursbrá og sungið nakrar sangir. At skriva søgur dugdi eg ikki. Men orðini, ið søgd vóru, sýntust at vera ærliga meint, og eg hugsi, at tað serliga var sangurin, sum hevði gjørt limirnar so mikið góðar við meg, sum hetta kvøldið sýntist at vera. Tá veitslan var liðug, og eg var heimkomin, sat eg leingi við vindeygað á Ovasta Loft og stardi út á sjógv. Morgunin var so hugtakandi stillur og vakur, sjógvurin lá so spegilsblankur, at eg hevði so lítlan hug at fara til songar, hjartað var eisini so fult av kenslum, at tað var ikki so lætt at sovna.

Mánadagin 11. mai um eftir­middagin, sigldi eg út av Havnar­vág við Eljan á ferð til Noregs at læra at mála. Henda tíðin, ið farin var, hevði verið vøkur og sorgleys fyri mær. Eg hevði einans meg sjálvan at teinkja uppá og kundi tí fjasa við at gera løg og skriva í Baldursbrá og tílíkt. Sinnið var lætt, og einki nívdi sálina. Um nakrar mánaðir skuldi eg fáa at síggja, at lívið ikki bert var spæl og dansur á rósum. Men gott er, at ein ikki sær fram í tíðina, tann stundin, ið er góð, er ikki ring. Hetta hevði verið ein góð stund, og hon gav andaliga barlast á ferðini í teimum komandi árum.

Seinnapartin í september sigldi eg inn aftur á Havnarvág við Prospero. Pápi hevði sent boð eftir mær at hjálpa teimum at mála tey nýggju húsini hjá Finsen og m.a. klubban, sum stóð í gerð. (Tað má hava verið ein umbygging).

Ætlanin var, at eg skuldi fara yvir aftur til mítt kæra Bergen, men pápi bleiv sjúkur um veturin 1908/09, og tann sjúkan vardi til hansara deyða í apríl 1912, og eg fór ikki yvir aftur.

 

Lagasmíð í Bergen

Petur greiðir nokk so nógv frá uppihaldinum í Noregi. Her skal bert takast tað við, sum hevur samband við hesa frásøgn, eisini um sang.

Ein morgun stóð eg og málaði inni. Vindeygað stóð opið, og eg sang av hjartans lysti “Várt fagra heim, várt dýra land”. (Lagið “Og Guð vors lands). Eina løtu seinni fór eg út eitt ørindi, og Wathne kom til mín og segði, at eg hevði eitt frálíkt mál, og hann ivaðist ikki í, at eg hevði sloppið til teatrið, um eg hevði lært at sungið. Hann ráddi mær til at taka tímar í sangi á Bergen Musikkonservatorium, har hann sjálvur hevði gingið. Eg var ógvuliga fegin yvir tað, hann segði, og ætlaði eg mær eisini at tosa við fyristøðumannin, men tað kom ongantíð í lag.

Við hvørt sat eg einsamallur inni, tá regnið oysti niður, og eitt slíkt kvøld (18. juli 1908) gjørdi eg lagið til “Eg elski teg land”. Ein sunnudag eftirmiddag stutt aftaná smíðaði eg eisini her í Bergen løgini til Havið: “So bylgjandi blátt” og “Her er eingin føroyingur at finna”.

 

Løg til sjónleik

Í teimum døgunum fekk eg bræv frá Kristin bróður, har hann bað meg senda sær nótarnar til “Tú alfagra land mítt”, “Tjaldur ver vælkomið”, “Eg elski tíni eygu” og “Legg tínar armar um háls mín”. Teir skuldu nýtast í einum sjónleiki, teir skuldu spæla í Havn á Ólavsøku til 100 ára minning Nólsoyar Pálls. Tá eg sat og skrivaði hesi løgini fyri at senda tey til Føroyar, tá komu fram fyri meg allar tær stundir í Ungmannafelagnum og aðra staðni, har eg hevðu sungið hesar mínar sangir, og eg var eitt sindur sárur um hjarta av longsli. Eisini ynskti eg mær at vera við til sjónleikin og alt starvið frammanundan.

Seinni, aftaná ólavsøku, fekk eg brøv frá Føroyum, frá pápa og Poul bróðuri, sum søgdu frá, hvussu óførur gravgangur hevði verið eftir billettum til sjónleikin, ið bar navnið Ófriðarligar Tíðir. Áh, sum eg sá Havnina og heimið fyri mær í kærum hugnaligum ljósi! At kunna hava verið har uppi um Ólavsøkuna og spælt Løbner, sum ætlanin var, tað hevði verið stuttligt! Og nú gekk eg her og tvassaði og sá ikki ein føroying, dag út og dag inn. Eg var ótolin og longdist, men eg havi jú higartil “dansað á rósum” gjøgnum lívið og kendi ógvuliga lítið til beisku síðuna av lívinum.

Brøvini søgdu mær eisini frá tí stóra brandinum hjá Z. Heinesen 1. august. Tað var ógvuliga interessant at lesa um, ein øgilig hending í tí lítlu stillu Havnini. Tí betri doyði eingin.

 

Baldursbrá kom 105 ferðir

Petur skrivar ikki meira um Ungmannafelagið í síni dagbók. Men hann hevur tó verið virkin í felagnum eftir heimkomuni. Hetta sæst á Baldursbrá, har hann hevur verið ritstjóri á fleiri av bløðunum seinastu tíðina hjá Ungmannafelagnum.

Baldursbrá kom út 105 ferðir. Av hesum stóð Petur Alberg sum ritstjóri á 16 av hesum bløðum. Samlaða síðutalið er omanfyri 1.000. Her er nógv spennandi tilfar, sum vit uttan iva fara at koma aftur til. Fyrst og fremst lýsir hetta tilfar tey áhugamál, sum ungdómurin í Havn hevði.

Eins og í dag var fótbóltur eisini eitt av tí sum áhugi var fyri. Her kann til stuttleika endutakast frásøgn frá ársveitslu hjá HB í 1906.

 

------------------------------

 

Gildið í fótbóltsfelagnum

Havnar Fótboltsfelag helt sítt triðja ársgildi seinasta leygar­kvøld­ið. Øll gildini hava verið stuttlig og hugnalig, tí haldi eg hetta seinasta bar av, og tykir mær, at ungdómurin í Havn dugir at koma saman til stuttleika í góðum lagi. Tað tykir mær, at tað er ein broyting í mátanum at stuttleika sær og haldi eg, at tann broytingin er góð.

Væl var fyristaðið, bæði við mati, stuttleika og skemtan. Teatursalurin var vakurt skrýddur, vakrari enn nakrantíð fyrr og sinnið var ljóst og kátt hjá øllum. Tað var dansað føroyskur, eingilskur og norskur dansur. Skiftandi sangur, sungin av sangfelagnum Ljómur, røður hildnar og ymisk spøl spæld.

Eitt kvøld við góðum minnum og hopandi, at fleiri slík máa eydnast ungdóminum í komandi tíðum.

 

------------------------------

 

Summarnáttin

Røða hildin leygarkvøldið 25da apríl 1908 í teatirsalinum av H A Djurhuus. (tá eg skuldi fara avstað til Bergen).

 

Henda røða er umrødd í frásøgnini hjá Peturi, og

sum tað sæst er hon uppá rím.

 

Summarnáttin er dreymanna stund,

tá lýður ein fegin á alt,

kenslurnar vakna og trygg kennist lund

og mangt finnist, ið áður var fjalt.

Tá valdar hitt dulda í sálini býr,

mót víðskygdum hægdum sær fóturin snýr,

hvar lotini leika so svalt.

Hoyrir tú mutla streymandi á?

Hvat man tað vera sum hon sigur frá?

Skilir tí kvæðið? Hon kvøður

um ferð yvir fjøllini há.

 

Settist tú nakrantíð fossinum hjá

á nátt meðan alt var kvirt.

Hoyrdi tú ikki eitt kvæði tá,

sum náttin sjálv hevur yrkt.

Væl var tað hulið, hitt dragandi ljóð,

djúpt tá hvørt orð seg í sálina gró,

og tú kendi sinni títt styrkt.

Fagurt var kvæðið, sum nykurin kvæð,

hugtikin satst tú og lýddi á tað.

Kendi tú ei slíkar løtur

teg mentan at kvøða eitt lag.

 

Hoyrdi tú ljóðið hitt hulda, sum fer

leikandi fram sína leið?

Kendi tú føgur ein summarnátt er?

So svíkir eydnan teg ei.

Skilti tú rætt hin alfagra sang,

sum vindurin ber yvir tindar og ong

so verður framferðin greið;

tí fatar tú náttina, hennara rødd,

so verður í vanda ei sálin tín stødd,

tá fær tú sigrandi vónir

og øll tíni sár verða grødd.

 

Summarnáttin er meginar stund,

tá setist mangt verkið á stovn.

Summarnáttin er kenslunar stund,

hon veitir tær treystastu vón.

Bygdi tú ikki tær skýhøga høll

meðan dimmið, hitt hvílandi, eymt fevndi fjøll

og sást manga dárandi sjón.

Elskar tú náttina, hennara song

setur tær nykur á harpuna strong

so lærir tú fossakvæðið

og áarløgini mong.

 

Og fert tú enn burtur til onnur lond,

hvar alt tykist stórt tær og nýtt

ljósnættarkvæðið, hin ljósnáttar ond

fylgir so langt tær og vítt,

dregur teg aftur at heimligu strond,

tí okkara summarnátt eigur trý bond,

ið draga hvønn aftur til sítt.

Skilti tú kvæðið sum fossurin kvæð,

kendi tær nykurin náttana lag,

veit eg, at tú kemur aftur

eins og tú nú fert avstað.

 

So ynski eg tær eina góða ferð,

ein bjartan ein sólríkan dag.

 

------------------------------

 

Mads Andrias Winther, undangongumaðurin

Mads doyði bert 52 ára gamal í 1923.

M.A. Jacobsen skrivaði millum annað um hann:

Øll tey fyrstu árini var Mads Andrias Winther oddamaður (ungmanna) felagsins, og tað treivst væl undir hansara hondum. Hann elskaði ungdómin og dugdi sjáldsama væl at vera saman við teimum ungu, altíð í góðum hýri, fryntligur og skemtingarsamur, og so átti hann hetta barnsliga álvara, ið gjørdi tey ungu trygg og opinskárað. Hann var eingin røðari, men hansara bjarta lívsáskoðan, ið elvdi honum sjálvum ljósar vónir um framburð land og fólk, skygdi gjøgnum orð hansara og vermdi ungar sálir, og sjálvur yngdist hann upp í samveruni við teim ungu og kendi sær hvíld og ugga í ungdómsarbeiðnum. Á felagsfundunum var tað upp­­lest­urin av hinum skrivaða blaðnum Baldursbrá, ið elvdi mestan áhuga og stuttleika. Øllum var tað forkunnugt at hoyra móðurmálið nýtt í yrking og skaldsøguskriving. Og blaðið gjørdi tað, at flest øll máttu royna seg við penninum. Og merkiligt er, hvussu hugaðir limirnir vóru at skriva. Bløðini fylla seks stórar foliobøkur, ið nú eru til skjals á Landsbókasavninum. Hetta er ein stakmerkilig Havnarsøga frá árunum 1906-1912, skrivað av unga ættarliðnum í Havn, og nógv av hesum, ið her er skrivað, hevur skaldskaparligt og bókmentaligt virði.

Mads var føddur 23. november 1871 á Sandi og doyði 8. februar 1923. Hann var á sorinskrivara­skriv­stovuni í eitt mannaminni.

Foreldrini vóru Elisabeth Marianna f. Mohr, Hoyvík og Niels Christoffer Winther av Sandi. Kona hansara var Sigrið Thorbjørg f. Mohr í Havn. Hann var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1906-23. Fyrst fyri Suðurstreymoyar val­­dømi til 1918 og síðan fyri Sand­oy­ar valdømi, tá ið hann var sýslu­maður í Sandoyar Sýslu. Hann var limur í Tórshavnar býráð 1909-16 og formaður 1909-13. Hansara Úrvalsrit komu út í 1932. Mesta tilfar í hesi bók eru greinir, hann skrivaði í Baldursbrá.

 

-------------------------------------

 

Dømi úr Baldursbrá

Tað er eingin ivi um, at tað finst nógv áhugavert tilfar í Baldurs­brá, tá hugsað verður um øll tey megnarfólk, sum hava skrivað í blaðnum. Í hesum umfari er bert pláss fyri einum lítlum broti.

Í november 1907 situr Petur Alberg og skrivar eitt bræv, sum hann dagfestir í Tjørnuvík 26. mai 1972. Her letur hann bræv­­skrivaran eita Bjørn og móttak­­aran eita Brand, og so spælir hann sær við, hvussu umstøðurnat fóru at vera í Føroy­um 65 ár seinni. Brandur hevur búð í Amerika í 10 ár og er nú á vitjan. Vit endurgeva brot úr brævinum:

 

Góði vinur,

Tað er skomm av mær, at eg skal hava latið teg bíða so leingi at frætta frá mær, men eg havi havt so nógv at tikist við, síðan eg kom aftur til Føroyar, at eg neyvan havi fingið tíð at sovið og enn minni fingið tíð til at hugsa um teir, ið burturi eru. Eg vóni, at tú hevur fingið ta heilsu, sum eg sendi tær yvir til San Francisco yvir tann tráðleysa. Ferðin higar til Føroyar frá Chicago við ballónini gekk sera væl, undantikið, at vit tann dagin í storminum fingu eitt lítið brek í róðurgreiðirnar. Eg kom higar til Tjørnuvíkar við jarnbananum í Havn, og ætli eg at steðga her á hotellinum í tveir dagar.”

Sum tann sjónleikarhugaði saknar hann teatur í Tjørnuvík, men á Eiði er tó eitt frálíkt, sum hann kann fara til.

“Meðan eg steðgaði í Havn, hevði eg tað so frágera gott, tað var valla, at eg kendi Havnina aftur, tó eg ikki hevði verið burtur í meira enn 10 ár. Har búgva um 75.000 fólk, og alt sær nýtt og moderna út. Teatur og variteir eru 1. klassa, og Tivoli kann sammetast við líknandi av sama slag aðra staðni.

Eitt kvøldið var eg í Ungmanna­felagnum. Har las ein limur upp úr einari gamlari bók. Teir søgdu, at tað var felagsins fyrsta blað­bók. At hugsa tær til, hvussu lítið fólk kravdi tá. Nú kemur blaðið út, prentað sjálvsagt, hvønn dag og er nú felagsblað fyri øll ungmannafeløgini i Føroyum.

Tað stendur hart poltiskt stríð í hesum døgum, tí nýggj valg skulu vera til Føroya Ríksdag. Væntast, at sosialistarnir nú koma at eiga flest allar sessirnar.

Ja, her er nógv umbroytt, og tann gamli havnamoli, sum fyrr gekk frá Skansa út á Argir, er nú bygdur av nýggjum og gongur frá Hoyvík og suður á Glyvursnes. Men tað tørvar eisini, tí bæði er skipaflotin hjá føroyingum stórur, og so hava tey skipini, ið sigla til Grønlands og londini við Norðpólin uppløgu her og størri parturin vetrarstøðu.

Kirkjubøreyn er nú avvaksið við viðskóg, men tað hevur verið drúgt arbeiði.

Nú hoyri eg, at Amerikabáturin pípar 1. ferð. Tað er væl best, at eg fái endað hetta brævið. Vit síggjast aftur í Washington í heyst.

 

Vinarlig heilsan

Bjørn

 

---------------------------------

 

 

 

Næstu ferð

Í komandi Miðviku verður greitt frá ferðini hjá Niels R Finsen heim úr Grønlandi í 1939 við 250 útróðrarmonnum. Høvuðskeldan er Aksel Dalsgaard úr Skálavík. Aftaná verða fýra partar av spennandi tilfari um Daniel J. Danielsen, sum var trúboðari í Congo 1901-03