Lítil flokkur við stórum valdi

Fosturtøkurnar skulu burtur. Samkynd skulu ikki fáa loyvi at fara í skrásett parlag. Televarpið hevur svartan skíggja, tá porno verður sent. Miðflokkurin hevur sett síni týðiligu spor, síðan hann kom upp í samgongusamstarvið í fjør. Vit fara aftur um flokkin, sum er fortreytin fyri, at sjálvstýrissamgongan helt fram

6. juni í fjør skrivaðu Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin undir samgonguskjalið. Herrópini vóru sjálvstýri, sosial trygd og framburður. Valið var 30 apríl, men ikki fyrr enn 6. juni varð samgonguskjal endaliga undirskrivað. Henda góða mánað vóru nógvir samgongumøguleikar havdir á lofti, men úrslitið var, at sjálvsstýrissamgongan frá 1998 samdist um at leggja Miðflokkurin afturat sær, og harvið framhaldandi tryggja avgerandi meirilutan í løgtinginum
Tað gjørdist tíðliga føroyingum greitt, at partin við sosialu trygdini hevði nýggi flokkurin í samgonguni fingið við í samgonguskjalið.
Miðflokkurin kom alt fyri eitt í andglettinum við sterkum úttalilsum um fosturtøku og samkynd, sum vaktu mikla øsing millum stóran part av føroyingar. Fjáltur kom á nógv fólk, tí stór óvissa varð um, hvat flokkurin við avgerandi atkvøðuni hjá samgonguni ætlaði at nýta sína ávirkan til. Miðflokkurin dylir ikki fyri, at hann ætlar troyta teir møguleikar, sum flokkurin fær sum avgerandi atkvøða í tinginum
Miðflokkurin hevur, síðan valið í fjør, rættiliga verið í fokus. Við jøvnum millumbili hevur flokkurin sagt sína hugsan um samkynd, fosturtøku, rúsdrekka og pornografi. Hetta eru evnir, ið størsti parturin av føroyingum hevur eina støðu til, og áskoðanirnar hjá Miðflokkinum fella ikki í góða jørð hjá nógvum føroyingum.
Nýggjasta skotið hjá Miðflokkinum er afturvendandi kjakið um fosturtøku. Bill Justinussen, landsstýrismaðurin í heilsumálum, sendi í farnu viku kommunulæknunum eitt skriv um at teir skulu fylga gjøllari ásetingunum um fosturtøku. Javnan, tá Miðflokkurin sigur sína hugsan um etisk mál sum fosturtøka og samkynd, reisa fólk, ið ikki taka undir við sjónarmiðjunum hjá flokkinum, spurningurin, um hetta er prísurin, føroyingar skulu gjalda fyri at núverandi samgongu framhaldandi skal sita við politiska valdinum.
Fyri at koma nærri at skilja lítla flokkin við stóra valdinum, hava vit valt at fara afturum Miðflokkin. Sum politiskur flokkur, ið byggir á kristiligu lívsáskoðanina, er Miðflokkurin heilt serligur í føroyskum høpi. Hjartamálini hjá flokkinum eru fyrst og fremst bygd á etisk mál, og tískil víkir Miðflokkurin heilt frá øðrum politiskum flokkum í Føroyum.

Baldrut søga
Søgan við kristiligum flokkum í Føroyum er rættiliga baldrut. Eitt eyðkenni við kristiligu flokkunum er, at teir eru klovnaðir fleiri ferðir. Kristiligi Fólka-Føroya-Framburðs og fiskivinnuflokkurin (KrFFFF) kom fyri fyrstu ferð á ting í 1984. Flokkurin var ein samanrenning av Framburðs- og fiskivinnuflokkinum hjá Kjartan Mohr og Adolf Hansen, og fólkum, ið vildu hava ein kristiligan flokk.
Flokkurin fekk tí heldur langa navnið Kristiligi Fólka-Føroya-Framburðs og fiskivinnuflokkur. KrFFFF var fyrsti flokkurin í Føroyum, ið segði seg fyrst og fremst arbeiða fyri, at kristiliga lívsáskoðanin fekk størri rúmd í føroyskum politikki.
Fyrstu ferð flokkurin klovnaði var stutt eftir valið í 1984, tá Adolf Hansen tók seg úr flokkinum, og setti Framsóknarflokkin á stovn. Í 1991 var aftur galið. Stríð tók seg upp millum Niels Paula Danielsen og Tord Niclasen um, hvørja kós, KrFFFF skuldi hava. Endin var, at flokkurin klovnaði enn einaferð, og Tordur Niclasen valdi at seta Miðflokkin á stovn.
Fyrst í nítíárunum vóru sostatt tveir flokkar í tinginum, ið søgdu seg arbeiða eftir kristiligu lívsáskoðanini. Fram til 1998 høvdu báðir flokkar umboðan í løgtinginum, men eftir løgtingsvalið í 1998, hevur bert Miðflokkurin verið umboðaður.
KrFFFF er ikki virkin longur, og tískil er bert Miðflokkurin, ið hevur eina stevnuskrá, ið fyrst og fremst arbeiðir eftir kristnu lívsáskoðanini. Í stevnuskránni er stórur dentur lagdur á familjupolitikk, har kjarnufamiljan verður mett at verða rætta samfelagsmynstrið fyri borgararnar.
Flokkurin arbeiðir miðvíst ímóti rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu, og er hart ímóti fosturtøku. Á skúlaøkinum skal kristni undirvísingin raðfestast høgt.

Liggur í miðjuni í floksskipanini
Í politisku skipanini verður Miðflokkurin vanliga flokkaður í miðjuni. Í stuttum kann sigast, at Miðflokkurin er konservativur og sosialur við stórum denti løgdum á tey kristiligu virðini. Vanliga bera flokkar í miðjuni í Føroyum orð fyri at hava stórt vald. Sjálvsstýrisflokkurin er eitt frálíkt dømi, tí hóast lítil í stødd, hevur flokkurin verið í flestum samgongum í Føroyum gjøgnum tíðina.
Um sama støða er galdandi fyri Miðflokkin er torført at siga nakað um, tí flokkurin er nýggjur, og hevur bert verið í einum samgongusamstarvi. Kortini skerst ikki burtur, at Miðflokkurin hetta valskeiðið, sum avgerandi atkvøða hjá sjálvstýrissamgonguni, hevur fingið sett sítt merkið í samgonguskjalið, har fleiri aðalmál hjá flokkinum er høgt raðfest.

Ætlar sær tingmann í Eysturoyar valdømi
Miðflokkurin stillaði fyri fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í 1994. Øll løgtingsvalini hevur flokkurin stillað upp í øllum sjey valdømunum. Flestu valevnini eru uppstillað í Suðurstreymi og Eysturoy, ið eru tey størstu valdømini. Flokkurin stendur seg eisini best júst í teimum valdømunum. Jenis av Rana hevur havt sess í tinginum síðan 1994, og hann hevur øll árini verið meir enn nakar annar verið myndin hjá flokkinum úteftir.
Valið á Bill Justinussen sum landsstýrismann, og ikki Jenis av Rana, er óivað gjørt við tí fyri eyga, at flokkurin ætlar sær ein tingmann í Eysturoynni komandi løgtingsval.
Sammett við aðrar flokkar, er ilt at síggja fleiri stríðandi vengir eru í Miðflokkinum. Óivað er tað tað andaliga og kristiliga, ið knýtir limirnar saman í flokkinum.
Kristiliga umhvørvið í Føroyum verður oftað sagt at vera spjatt, og í Miðflokkinum eru limir úr fleiri ymiskum samkomum, men kortini er eingin innanhýsis ósemja at fáa eyga á.
Eftir innanhýsis stríðið fyrst í níti árunum í KrFFFF, ið endaði við, at Miðflokkurin varð stovnaður, hevur ikki verið nógv rumbul í kristiligu flokkunum í Føroyum. Hóast limirnir úr Miðflokkinum eru úr ymiskum kristiligum umhvørvi, tykjast teir samdir um yvirskipaðu málini hjá flokkinum.

Kristiligt íslett í øðrum flokkum
Kristiligu flokkarnir í Føroyum hava aldrin fingið stóra undirtøku millum føroysku veljarar. Kjarnuvenjararnir hjá Miðflokkinum eru óivað at finna í fríkirkjunum kring landið. Kortini stendur undirtøkan hjá Miðflokkinum als ikki í mát við samlaðu undirtøkuna, ið fríkirkjurnar hava í Føroyum. Orsøkin er helst, at limir í fríkirkjum í Føroyum atkvøða fyri øðrum flokkum, enn Miðflokkinum, Hetta kann tykjast løgið hjá summum, tí hóast alt er Miðflokkurin einasti flokkur, ið sigur seg fyrst og fremst arbeiða fyri kristiligu lívsáskoðanini.
Høvdu fríkirkjurnar staðið saman um Miðflokkin, hevði flokkurin staðið seg væl betur, enn hann ger í dag. Kortini er tað ein sannroynd, at allir flokkar í løgtinginum í dag hava kristiligt íslett í sær. Hetta sæst týðuliga, tá sonevnd etisk mál eru á skránni tinginum. Tingmenn við kristiligum tilknýti, ið umboða aðrar flokkar enn Miðflokkin, leggja ikki fingrarnar ímillum, og taka ofta undir við sjónarmiðjunum hjá Miðflokkinum.
Ì hesum bólki kunnu nevnast, Alfred Olsen, Jógvan við Keldu, Jógvan á Lakjuni, Gerhard Lognberg, Jákup Mikkelsen og Rúni Hentze, ið allir hava tilknýti til kristiliga umhvørvið, men umboða aðrar flokkar enn teir kristiligu.
Hóast tað kundi verið ein ynskistøða hjá Miðflokkinum, at fingið savna allar kristiligu kreftirnar í føroyskum politikki í flokkin, so er siðvenjan við kristiligum ísletti í øllum flokkum gomul, og verður ikki løtt at bróta niður.

Minnir mest um kristiligu flokkarnir í Norðanlondum
Hyggja vit út um landoddarnar, so eru kristiligir flokkar at finna í flestum londum í Evropa. Tað er kortini rættiliga ójavnt, hvussu teir verða skipaðir og eru í stødd í teimum ymisku londunum. Størstu kristiligu flokkarnir eru í Italia og Týsklandi, ið fleiri ferðir hava sitið við stjórnarvaldið.
Kristiligu flokkarnir í Føroyum minna tó mest um teir norðurlendsku í stødd. Vit hava staðfest, at føroyski Miðflokkurin vanliga verður bólkaður í miðjuni í føroysku floksskipanini. Í Noregi og Svøríki verða Kristeligt Folkeparti og Kristen demokraterna bólkaðir sum mið-høgra flokkar.
Í báðum londum hevur Javnaðarflokkurin verið einaráðandi eftir annan veraldarbardaga, meðan kristiligu flokkarnir í Noregi og Svøríki hava, saman við øðrum flokkum, roynt at skapa ein mótblokk til sterku Javnaðarflokkarnar.
Í Danmark líkist støðan tí føroysku. Kristiligt Folkeparti er ein typiskur miðflokkur, ið kann samstarva bæði við Sosialdemokratiet og teir borgarligu flokkarnir, og hevur eisini gjørt tað. Kristuligu flokkarnir í Svøríki, Danmark og Føroyum hava til felags, at teir eru rættiliga smáir. Tað hevur fleiri ferðir verið um reppið, at kristiligu flokkarnir ikki hava fingið nóg stóra undirtøku til at fáa umboðan í tingið.
Í Noregi er kortini støðan heilt øðrvísi. Kristiligi flokkurin er stórur, og stendur seg vanliga rættiliga væl. Í dag situr kristiligi fólkaflokkurin í Noreg við Kjeld Magne Bondevik sum forsætisráðharra við stjórnarvaldinum. Ein orsøk til, at Noreg hevur ein sterkan kristiligan flokk er at finna í kristiliga arvinum .
Svøríki og Danmark eru uttan iva mest verðsligu samfeløgini í Norðanlondum. Noreg hevur, saman við Føroyum, tvørturímóti ein sterkan kristiligan arv. Í Noregi og Føroyum hevur samfelag og kristiliga lívið gingið hond í hond, har kristindómur hevur verið mettur at vera ein náttúrligur partur av gerandisdegnum. Eitt eyðkenni við kristiliga umhvørvinum í londunum báðum er, at fólk eru skjót at standa saman ímóti eini verðsliggering av samfeløgum teirra.
Hetta er ikki galdandi í Svøríki og Danmark, har samfelag og kristiliga lívið eru atskild. At Svøríki og Danmark verða mett at vera meira verðslig enn Noreg, hevur við sær, at tað er væl torførari hjá einum kristiligum flokki at fáa fótafesti í Danmark og Svøríki enn í Noregi.

Danir sama trupulleika sum Miðflokkurin
Eins og í Føroyum hava aðrir flokkar í danska fólkatinginum enn Kristeligt Folkeparti eitt kristeligt íslett í sær. Systkini Margrethe og Svend Auken, ið umboða SF og Sosialdemokratet, hava sterkt tilknýti til donsku fólkakirkjuna. Flokkurin Venstre hevur eisini gjøgnum tíðina havt nógvar kristiligar veljarar. Fyrrverandi forsætisráðharrin hjá Venstre, Poul Hartling, var útbúgvin prestur, og tað varð sagt, at stórur partur av hansara veljaraskarða kom úr kristiliga umhvørvinum
So seint sum seinasta fólkatingsval, vórðu tveir prestar valdir í fólkatingið. Teir báðir Søren Krarup og Jesper Langballe vórðu valdir fyri Dansk Folkeparti, so siðvenjan við prestum í donskum politikki heldur fram. At aðrir flokkar fara við sonevndum kristiligum veljarum ger tað ikki lættari hjá kristiligu flokkunum. Tað er avgjørt ein orsøk til, at flokkurin í Danmark eru so lítil-eins og Miðflokkurin.

Serligur føroyskur retorikkur
Eftir at hava samanborið Miðflokkin leystliga við flokkarnar í Norðanlondum, fara vit at hyggja nærri at, hvussu føroyski Miðflokkurin ber síni sjónarmið fram í politiska kjakinum. Javnan hoyrist millum manna, at retorikkurin hjá flokkinum er rættiliga hvassur, samanborið við aðrar kristiligar flokkar í eitt nú í Norðanlondum.
Fólk hava sett spurning við, um politikkurin hjá Miðflokkinum ikki ofta hevur ein meira missiónskan dám enn politiskan dám, tá etisk mál eru á skránni. Hinir kristiligu flokkarnir tykjast lata nógv meira um seg ganga, enn okkara kristiligi flokkur í Føroyum. Sjálvsagt skal hetta síggjast í ljósinum av, at Norðanlondini sum heild eru meira verðslig enn Føroyar.
Eitt annað eyðkenni við Miðflokkinum er, at hann hevur ilt við at virðurkenna onnur virðissett enn hansara egnu. Kjakið um samkynd, fosturtøku, rúsdrekka og pornografi tykjast ofta hava meira fólkaligan og sakligan dám í øðrum londum, meðan Miðflokkurin í Føroyum ikki viðurkennir aðrar áskoðanir, og vil ikki kjakast um málini á sama hátt, sum vit síggja aðrar kristiligar flokkar gera tað.
Fyri at finna líknadi retorikk sum tann hjá Miðflokkinum, eru vit noydd at leita okkum yvir til Amerika. Í bíbliubeltinum eru eitt ótal av kristiligum rørslum og bólkum. Bólkarnir eru harðliga ímóti fosturtøku, samkyndum, pornografi og rúsdrekka.
Kristiligu bólkarnar í bíbliubeltinum vilja endurfinna gomlu virðini og eru hart ímóti tí verðsligu humanismuni. Samkynd, fosturtøka, pornografi os.fr. verða sædd at oyðileggja kjarnu familjuna, og tí mugu tey undir ongum umstøðum fáa fastartøkur í Amerika. Gomlu virðisnormarnir skulu innførast, og meinlíkt Miðflokkinum er virðisettið ókjakbart,og humanisman má fyri alt ikki fáa fótafestið