Keypmannahavn:
Á sumri í 1974 kemur ein prúð sýrisk kvinna úr einum flogfari í Kastrup. Maður hennara hevur arbeitt í Danmark í nøkur ár, og nú hevur hon gjørt av at fylgja honum. Við sær hevur hon fimm smábørn. Unga sýriska familjan verður við eitt tikin á bóli.
Tryggu karmarnir í bygdini í Syria eru við eitt eygnakast skiftir út við eina íbúð á Istedgade. Porno er júst givið leyst í Danmark, og hetta merkir sýrisku familjuna alt fyri eitt. Uttan fyri íbúðina ganga skøkjur og mala, meðan sexhandlar stinga upp sum hundalond í grannalagnum. Elstur í sýriska systkinaflokkinum, sum veksur upp á Istedgade, er tann 11 ára gamli drongurin við fornavninum Naser og eftirnavninum Khader.
Lítið veit smádrongurin, at hann góð 30 ár seinni vendir tilveruni hjá donsku kvinnuni og løgfrøðinginum, Bente Dalsbæk, á høvdið.
Líverjar alt samdøgrið
Tað er ikki hissini, Bente Dalsbæk hevur verið noydd at tillaga seg, síðani hon hitti og fall fyri kenda og umstrídda politikaranum, Naser Khader, fyri góðum fýra árum síðan. Í Danmark hava øll eina hugsan um mann hennara. Naser Khader er ómetaliga væl lýddur millum danir, meðan nógvir av muslimsku innflytarunum ikki torga hann. Hetta kemst av, at hann ikki verður mettur at vera ein rætt-trúgvandi muslimur.
Størsta kollveltingin hjá Bente Dalsbæk hevur uttan iva verið, at maður hennara – og harvið familjan - seinasta árið hevur verið undir neyvum eftirliti alt samdøgrið av tveimum PET-løgreglumonnum. Undir Muhamed-kreppuni hevði Naser Khader fleiri útsagnir, sum ikki fullu í góða jørð hjá stórum pørtum av meira víðgongdu muslimunum í Danmark, og úrslitið varð, at hann bleiv hóttur eftir lívinum.
Hesin veruleiki tykist kortini ikki at nerva hendan mánadagin, Sosialurin hittir Bente Dalsbæk á einari hugnaligari café við Nørreport í Keypmannahavn. Her situr ein lívsglað, humoristisk og skilagóð kvinna yvir av mær.
- Hvørja ferð, vit fara til handils í Fakta ella fara ein túr í biograf, hava vit tveir eftirlitsmenn rennandi í hølunum á okkum. Hjá vanligum fólki má hetta kennast ein margháttlig støða, men tað er so okkara veruleiki. Alt, sum vit gera, skal leggjast gjølla til rættis og hetta drepur sjálvandi allan spontanitet í einum parlagi, fortelur Bente Dalsbæk álvarsom, meðan hon festir sær í eina Marlboro sigarett.
Ónormala normalt
Við veipandi ørmum er Bente Dalsbæk júst byrjað at greiða mær frá, hvussu tað ávirkar hana at vera undir eftirliti, tá hon er saman við sínum næstu. Men so steðgar hon brádliga. Hon reisir seg og fer yvir til eina kvinnu, sum hon innarliga klemmar. Kvinnan er systir Naser Khader, sum eftir øllum at døma arbeiðir á café´ini, vit sita í. Tær tykjast at vera rættiliga væl.
– Ja í byrjanini missir tú álitið á øðrum fólkum og er altíð á varðhaldi. Men so løgið tað ljóðar, so hava vit menniskju tann eginleika, at vit kunnu laga okkum eftir umstøðunum. Eg havi onkursvegna vant meg við, at tað ónormala er blivið normalt, sigur hon smílandi.
Svigarinnan hjá Bente Dalsbæk setur tvey gløs av te framman fyri okkum. Samstundis spyrji eg hana, hvussu hon mentalt lagar seg til støðuna at vera undir støðugum eftirliti. Hon fær sær ein stóran slurk av te og svarar:
-Romantikkurin í einum parlagi hvørvur sjálvandi, tá tú altíð er noydd til at hava tvey eftirlitsfólk við tær. Vit bæði kunnu jú ikki fara út einsamøll at eta uttan at tveir løgreglumenn eisini mugu bíleggja borð tætt at okkum. Mín speiski humor hjálpir mær kortini væl. Eg argi javnan PET-løgreglumenninar, áðrenn vit fara í biograf, um teir nú hava sæð henda filmin 17 ferðir, sum eg og Naser ætla at síggja, tí so kann eg gott velja ein annan film. Tann hollendski tinglimurin, Ayan Hirsi Ali, nevndi einaferð, at tað er ein framíhjárættur at vera undir eftirliti. Henda útsøgn setir eisini okkara støðu í eitt nýtt perspektiv, at støðan hóast alt kundi verið verri, greiðir hon frá.
Bente Dalsbæk vísir á, at umstøðurnar seinasta árið hevur havt við sær, at hon er blivin tilvitað um týdningin av, at tey sum familja gera nakað saman.
-Sjálvandi ert tú stúrin av og á og hugsar nógv um støðuna. Okkara støða ger tað enn meira týdningarmikið, at vit javnan fara út at eta saman og taka børnini við til barnavinarlig tiltøk, hóast eftirlitsmenninir eru noyddir at koma við. Gera vit ikki tað, verður støðan ikki til at halda út. Vit kunnu ikki búra okkum inni, tí so hava vinna teir. Og tað vil eg ongantíð vera við til, sigur hon avgjørd.
Tað er framvegis ógreitt, nær familjan Khader sleppur undan at vera undir eftirliti.
Rithøvundur
Tað er ikki bert Bente Dalsbæk, sum hevur havt tørv á at umstilla seg, eftir hon fann saman við Naser Khader. Arabiska familjan hjá honum hevur sanniliga eisini verið noydd at tillaga seg. Bente Dalsbæk er ímyndin av eini nýmótans vesturlendskari kvinnu. Hon er gløgg, er sjálvstøðug, væl útbúgvin og hevur eitt barn úr einum fyrrverandi parlagi. Hetta er ikki júst tað, sum eyðkennir stóran part av kvinnunum í arabiska heiminum.
Mentanargjónna millum arabiska heimin og vesturheimin hevur Bente Dalsbæk roynt at viðgjørt í eini bók, sum hon gav út seinasta heyst. Bókin “Med Underkop – livet med min muslimske svigermor” er ein persónlig frásøgn um, hvussu trúgvandi muslimska vermamman, Sada Khader, og modernaða kvinnan, Bente Dalsbæk, hava lært seg at góðtaka ymiskleikarnar hjá hvørji aðrari.
- Bókin er ikki nakað politiskt stórverk um integration. Hon er hinvegin ein einføld bók, sum byggir á mínar kenslur og mínar persónligu royndir. Bókin er hugnalig, har alt frá ynskinum hjá vermammuni um at fáa ommusonin umskornan – tað verður hann ikki!- til gleðina við at drekka kaffi og ganga á basar í Damaskus, fortelur hon, meðan hon fær sær ein stóran guv av sigarettini.
Hevði tú skrivað bókina, um maður tín ikki var kendur og æt Naser Khader?
-Sjálvandi havi eg hugsað nógv um tann spurningin. Mín størsti trupulleiki var júst tann, at hann var kendur, og eg iðraði meg um, hví hann ikki kundi vera ein vanligur grønmetiskeypmaður? Eg visti fullvæl, at fólk fóru alt fyri eitt at finnast at mær fyri at gera mær dælt av, at hann var væl umtóktur, og tað steðgaði mær næstan at geva bókina út. Men so kom eg fram til, at hetta er mín søga um vermammu, svarar hon avgjørd.
Bókin hjá Bente Dalsbæk hevur fingið misjøvn ummæli. Ummælarar halda, at hon er ov pen og høvisk. Tað leggur rithøvundurin einki í, tí hon vil heldur hava, at bókin fær vánlig ummæli, og fólk lesa hana, enn góð ummæli, og fá lesa hana.
Fimta upplag av bókini er júst prentað, og higartil hevur hon selt 12.000 bøkur.
Feministur
Kvinnurørslur í vesturheiminum hava javnan fremstafingur á lofti, tá tær siga sína hugsan um støðuna hjá kvinnunum í tí muslimska heiminum. Skoðsmálið er, at muslimskar kvinnur verða kúgaðar, tí tær fáa ikki grundleggjandi rættindi sum t.d. útbúgving. Men hvat sigur Bente Dalsbæk til hesar atfinningarnar, nú hon hevur fingið eina verfamilju av muslimskari ætt?
- Sjálvandi taki eg greiða frástøðu frá, hvussu muslimskar kvinnur verða viðfarnar í víðgongdum muslimskum londum sum Saudi Arabia, har tær kunnu verða steinaðar til deyðis. Eg haldi kortini, at vit skulu ikki ræðast fyri at venda kanónina inneftir. Vesturlendsku betong feministarnir hava á ein hátt svikið tær muslimsku kvinnurnar. Orkan hevur bara verið nýtt finnast at, heldur enn at seta seg í teirra støðu og gera eina roynd at skilja, hvaðani tær koma.
Bente Dalsbæk sær seg sjálvan sum feminist. Hon sigur seg altíð hava verið tilvitað um at vera sjálvstøðug, og ikki at vera fíggjarliga bundin av nøkrum manni. Samstundis er hon tann fyrsta í hennara familju, sum hevur fingið eina universitetsútbúgving.
-Vesturlendsku betong feministarnar hava nýtt sama framferðarhátt mótvegis muslimsku kvinnunum, sum vit hava funnist at monnunum at nýta. Vit eiga í framtíðini at nýta orkuna til skilja innflytarakvinnurnar betur. Vit hava ikki vunnið dystin um javnstøðu, fyrr enn javnstøða er tryggja kvinnurnar millum. Vit skulu styrkja samhaldsfestið millum okkum kvinnur, heldur enn bara at nýta orku at finnast at monnunum. So hava vit møguleika at fáa allar við, og samstundis góðtaka, at vit eru ymiskar og hava ymiska bakgrund.
Hvat kunnu vesturlendskar kvinnur ítøkiliga læra av teimum muslismsku?
-Eg haldi, at har er nógv at læra. Eg haldi onkursvegna, at okkara stríð fyri javnrætti hevur havt við sær, at familjan er farin í bakgrundina. Eitt gott dømi um tað eru mongu børnini hjá fráskildum foreldrum. Muslimskar kvinnur hava eitt sterkt praktiskt kvinnunetverk og seta familjuna øgiliga høgt, og tær eru altíð fúsar at hjálpa hvørja aðrari, tá ástendur. Tær duga væl at taka sær av hvørji aðrari, og tað eiga vit eisini at læra í vesturheiminum.
Fakta box:
Navn: Bente Veis Dalsbæk
Aldur: 42 ár
Útbúgving: Løgfrøðingur
Starv: Tekur í løtuni eftirútbúgving innan journalistikk.
Starvsroyndir: Arbeitt í 15 ár sum embætisfólk í Ferðslumálaráðnum og í Fólkatinginum.
Hon heldur fyrilestur í Miðlahúsinum Skírsdag 5. apríl kl. 15.00
Bente Dalsbæk um....
Bente Dalsbæk um Føroyar
Føroya eru sera hugtakandi. Eg havi verið í Føroyum tvær ferðir áður í arbeiðsørindum. Tað er nakað rátt yvir Føroyum, og tað hugtekur meg. Gjøgnum arbeiði í Fólkatinginum kom eg í samband við fleiri føroyingar, og mín varhugi var, at føroyingar eru torførir at koma inn á. Við fyrsta eygnakast tykjast føroyingar at vera varðhaldi, og tú ivast, um tað er nakað persónligt. Men ert tú saman við teimum eina løtu, so broytist myndin skjótt – ikki minst, tá teir hava fingið ein lítlan niðurum.
Bente Dalsbæk um Naser Khader
Eg hámeti hann, og eri ómetaliga errin av honum. Eg gevi honum kortini ikki blindan loyalitet. Hann skal nokk fáa at vita, tá hann fer um mark. Hann er ógvuliga djarvur, og eg eri errin av at hava so djarvan mann, og at børnini hava so djarvan pápa.
Bente Dalsbæk um feminismu
Tíðin er búgvin at skapa eina nýggja feminismu. Feminisma skal ikki vera eitt ljótt orð, men heldur eitt aðalmerki. Vit skulu rætta teimum kvinnununum eina hjálpandi hon, sum vit gloymdu í allari ferðini. Javnstøða millum kvinnur skal vera snúningspunktið í nýggju feminismuni, har vit stuðla hvørji aðrari, sama hvørjum landi, vit koma úr.